sflogfar hevur í nátt skotið eina dronu niður, sum var komin inn í rumenskt loftrúm. Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið í dag. Spanska flogfarið var partur av einari NATO-uppgávu, sum hevur til endamáls [...] russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, at Rumenia skeyt russiskar dronur niður. Rumenia er limur í bæði NATO og ES og hevur meira enn 600 kilometrar av felags landamarki við Ukraina. Í mai datt ein russisk [...] døma dotnar niður í einum óbygdum øki millum tvær bygdir. Enn er ikki upplýst, hvør sendi dronuna. Hetta er fjórðu ferð í ár, at eitt ómannað flogfar verður skotið niður yvir Rumenia. Í juli vórðu tríggjar
og toppuppgerð í Wenzel Nordic Cup er júst leikt í høllini við Tjarnir. Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu 31-27 á Óla Mittún og hansara liðfeløgum í GOG. Í fyrra hálvleiki var [...] var GOG tó omaná, og í steðginum var liðið av Fjóni á odda 18-14. Í seinna hálvleiki var tað tó Kiel, ið var greitt omaná. Seinni hálvleikur endaði 17-9 til Kiel. Kiel hevði eina líknandi gongd móti Vali [...] Vali, har teir vóru seinir í upptrekkinum í fyrra hálvleiki, men vóru flúgvandi í seinna hálvleiki. Elias skoraði seks mál fyri THW Kiel, meðan Óli skoraði fimm mál fyri GOG. Systkinabørnini løgdu eisini
Justinussen hevur á fyrsta sinni roynt at vunnið ein dyst í donsku superliguni. Adrian kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá lið hansara, AC Horsens á útivølli á Nature Energy Park leikvøllinum í Odense [...] Horsens fekk annars eina ræðuliga byrjan. Longu í triðja minutti legði OB seg á odda við einum sjálvmáli. Sjey minuttir undan steðginum javnaði Yamirou Ouorou til 1-1. AC Horsens hevur fýra stig fyri fýra [...] fýra dystir, og er í løtuni nummar sjey í deildini. Komandi sunnudag klokkan 15 hevur AC Horsens dyst á heimavølli móti Lyngby.
málið til eina altjóða tíðindasøgu, sum millum annað varð umrødd av CNN og Sky News. Tvístøða um skipsskjølini Íslendskir myndugleikar hava sett spurnartekin við, um skipsskjølini hjá Bandero vóru í gildi [...] sambært løgregluni savnað, men roknað verður ikki við nakrari ákæru í næstum. Millum annað verður kannað, um ein netarest varð sett í skrúvuna á einum skipi. Sambært RÚV finst ein upptøka av hendingini [...] løgfrøðiliga hjálp undir avhoyringunum. Felagsskapurin hevur nú íslendskar løgfrøðingar at taka sær av málinum. Watson sigur, at felagsskapurin sjálvur hevur próvtilfar um møgulig brot hjá hvalaveiðiskipunum
Í kvøld klokkan 18.30 verður fimti og seinasti dysturin í 19. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur. Inni í Vika á Argjum spæla AB og KÍ. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Tá liðini hittust [...] á Argjum 20. apríl endaði tað við javnleiki 1-1, har KÍ javnaði í yvirtíðini. 25. mai vann KÍ tepran 2-1 sigur á AB. AB er nummar fimm í deildini við 23 stigum. KÍ er næstfremst við 34 stigum. Hóast hesar [...] hesar báðar jøvnu undanfarnu dystirnar millum liðini, so hevur KÍ eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 7,10 og
frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka í frítíðarítrivi, føðingardøgum, skúlatiltøkum og øðrum felagsskapi við javnaldrar. Tøl frá Í Menniskjum [...] men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri. Í 2024 fingu 486 húski orkuískoyti og 285 noktandi svar. Í 2025 vóru 427 játtanir og 185 noktandi svar. Úr 5.000 upp í 12.000 krónur Tjóðveldi og Sjálvstýri hava [...] hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka orkuískoytið í 2026 úr 5.000 upp í 12.000 krónur. Samstundis skal inntøkumarkið hækkast úr 300.000 upp í 350.000 krónur. Ognarmarkið hjá húskjum við einum ella
arbeitt saman. Við hansara drúgvu royndum hevur hann altíð verið í hollur í ráðum, sigur Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Leif Abrahamsen hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um frameftir [...] stóran part í menningini av tí framkomna samfelagnum, sum vit eru í dag, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Sum 32 ára gamal tók Leif við sum stjóri á Gjaldstovuni í 1991. Talan [...] landsstýrismaður vil eg takka Leif fyri gott samstarv í míni tíð sum bæði landsstýrismaður og løgmaður. Tað eru fáir almennir stjórar, sum sita í sama sessi í fleiri áratíggju, og ber tað boð um tað álit, sum
koma til rætta netsamband. § 4 í uppskotinum sigur í stuttum, at fjarskiftisveitarin skal goyma upplýsingar um, hvør kundi hevði eina ávísa IP-adressu ella eitt telefonnummar í einum ávísum tíðarbili. Soleiðis [...] um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina søgu yvir tær heimasíður, sum vit vitja. Talan er um grundleggjandi ferðsluupplýsingar, eitt nú hvør kundi hevði eina ávísa IP-adressu á einum [...] løgreglan hevur fría atgongd til øll hús. Men sporini mugu varðveitast, um tey seinni skulu kunna brúkast í einari kanning. Sama meginregla eigur at galda á netinum. Ein IP-upplýsing er heldur ikki í sjálvum
møguliga verður tikin. Gongdin í málinum Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon hevur leingi arbeitt við at fáa umstøður til súkkluvenjing. Afturi í 2015 varð játtan givin til eina stutta breyt innanfyri gøtuna [...] virksemi í økinum hoyrast og atlit takast til ávirkanina í náttúruni. Tórshavnar kommuna má raðfesta, hvussu nýtslan av lendi er, og í størst møguligan mun røkkur tørvin hjá flest borgarum í kommununi [...] longdar og harafturat við gøtum innií. Talan er um eina breyt við í minsta lagi 30 metra frástøðu til rossagøtuna, og í flestu støðum væl meira enn tað. Ein greið sundurskiljing verður millum súkklubreytina
fyrimynd og inspiratión í mínum lívi og virki. Ikki øll vita, at tú byrjaði at spæla klaver hjá Brynhild Holm 9 ára gamal í Vági. Føroyingar flest kenna teg allarhelst sum íverkseta og slóðbrótara [...] eri í dag. Mangan havi eg sitið á møti í Salinum og bíðað spent eftir, at tú skuldi fara upp og spæla uppá. Tað var hæddarpunktið fyri mong tey 40 árini og meira, tú trúfastur spældi undir í Bethel [...] visti øll; uttan tú. At renna dugdi tú tó heilt til endan, og hettar vísti tú, tá tú í heyst var og vitjaði meg í summarhúsinum, har tú knappiliga reistist frá borðinum og fór rennandi eftir gólvinum