órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi. Har eru vátlendi, klettar og forkunnug støð, sum hava ligið soleiðis síðani ístíðina. FNU sær stórt virði í at varðveita eitt slíkt náttúruøki [...] er um eina fleiri kilometrar langa breyt, sum fer fleiri ferðir tvørtur í gjøgnum hetta økið, kann hava og við sær varandi broytingar í landslagnum. FNU heldur tí, at áðrenn farið verður undir slíkt inntriv
ítrótt við útbúgving og arbeiði. Fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar er hetta serliga áhugavert. Vit kunnu ikki hava fremstu serfrøði á øllum økjum her heima. Men vit kunnu fáa atgongd til vitanina og royndirnar [...] kunnu vit læra av øðrum londum: Hví gevast gentur? Hvat riggar aðrastaðni? Og hvussu fáa vit fleiri at halda fram í bæði breiddar- og úrvalsítrótti? Fyrireikingarnar eru allneyðugar. Skulu vit hava eina [...] føroyska úrvalsskipanin mennast víðari, krevjast íløgur í eitt nú venjarar, serfrøði, gransking, útbúgving og altjóða samstarv. Her kann Erasmus+ gerast eitt sera týdningarmikið amboð. Erasmus+ verður ofta sett
Kringvarpið væl kunnað um, at 12 limir í Liviligum korum hava fingið frían rættargang at stevna Føroya Kærustovni. Men hetta stóra sakarmál tykist ikki at hava tíðindavirði. ##med2## Alt várið og summarið 2025 [...] virksemi. Livilig kor hava gjørt vart við millum annað hetta hjá øllum viðkomandi myndugleikum, higartil uttan úrslit. Grundgevingin tykist vera, at tá Varðin longu hevur bygt eitt stórt virki í miðbýnum [...] spyr Kringvarp Føroya ikki nevndarformannin í Varðanum, hvussu útfyllingin kann vera byrjað uttan eitt byggiloyvi? Kringvarp Føroya hevur ikki minni enn fýra ferðir boðað alment frá, at Tvøroyrar kommuna
halda at umsitingarætlanin er bara fjas og hava hug at geva leyst, eins og tað varð gjørt á Føroya Banka fyrst í 2000árunum. Tað søguna við ovurveiði kenna vit øll. Eftir út við 15 ár – frá 2008 til 2023 [...] tryggja skynsama gagnnýtslu av felags tilfeingi okkara í sjónum kring Føroyar, soleiðis at vit og komandi ættarlið hava møguleika at skapa so stór virðir sum gjørligt burturúr okkara felags tilfeingi. Alt annað [...] Hesar lokalu umsitingarætlaninar, sum víkja frá vanligu skipanini, hava til endamáls at verja lundastovnin og forða fyri, at lundin í nærumhvørvinum hvørvur heilt og ein aldagomul siðvenja við at fleyga
reglur? Í meira enn eitt ár hava íbúgvar og handilsrekandi í miðbýnum klagað um ótolandi viðurskifti kring Blábar í Niels Finsens gøtu. Vit hava skrivað. Vit hava klagað. Vit hava verið á fundum við kommununa [...] fyri øll í Tórshavnar kommunu – ella eru summi undantikin? Vit hava havt nóg mikið av nyttuleysum fundum, frágreiðingum og snakki. Nú vilja vit hava, at kommunan ger nakað við hetta. Handilsrekandi og íbúgvar [...] fram. Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað? Og larmurin er bara ein partur av trupulleikanum. Blábar er blivin ein ein náttklubbur, sum tykist hava sum endamál
kann gerast til myrkur, um vit ikki bera okkum rætt at. *** Vit vita, at størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist. Vit vita, at vit fara at gerast nógv fleiri [...] miðalaldurin bara hækkar. Samstundis missa vit fimta hvønn føroying til onnur lond. Vit eru ávarað. Vit vita at ódnin kemur. Og talan verður um eina skaðaódn, um vit ikki fyrireika okkum væl. Men heldur enn [...] sum hava tørv á heimahjálp kring landið. Og tað er okkara ábyrgd. Løgmaður sigur í ólavsøkurøðuni, at: “Eitt gott samfelag verður mátað eftir, hvussu væl vit fara við okkara egnu borgarum, sum hava gjørt
tað eisini eru gjørd video til bæði løgini. Ikki kann sigast annað enn, at tað vit higartil hava sæð boðar frá góðum, og vit kunnu gleða okkum til meira, tí longu tann 19. august kemur triðja staklagið út [...] oktober, kunngjørdi Eivør fyrr í vár konsert í Norðurlandahúsinum 17. oktober. Vegna stóran áhuga hava vit valt at seta eina eyka konsert á skránna tann 16. oktober. Atgongumerkini til hesa konsertina kunnu [...] útgávan “Tungl” kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og menniskjasliga. Heitið Tungl er eitt gamalt føroyskt og fornnorrønt orð fyri mánan – okkara trúfasti ljósberi í náttini.” Longu nú ber
vænta vit ofta bæði høga góðsku og lágan prís. Vit vilja hava tónleikin. Vit vilja hava festivalarnar. Vit vilja hava felagssangin. Vit vilja hava teir føroysku sangirnar, sum børnini læra, og sum vit sjálvi [...] Hetta er eitt upplagt høvi at taka kjakið upp um tónleikavinnuna. Tí um vit vilja geva einum parti av føroyska mentanarlívinum betri karmar, eiga vit eisini at tora at hyggja at tónleikinum. Vit elska úrslitið [...] úrslitið Vit eru errin av føroyska tónleikalívinum. Vit vísa festivalarnar fram. Vit elska felagssangin á ólavsøku. Tá Hoydalar verður víst í sjónvarpinum. Vit fegnast, tá føroyskir tónleikarar gera vart
vakurleiki, sum her ræður. Alt í javnvági. Eitt øki sum fær teg hugsa góðar tankar. Ikki løgið, at meginskaldið, Hans A. Djurhuus yrkti "Meg minnist eina mynd" eftir at hava spákað í Trøðum á Sandi. Vatnsoyran [...] Vatnsoyran er ein vistfrøðiligur gimsteinur, ið gleðir øll, sum hava ans fyri náttúruni. Í sínum lestrum kom prestur eisni inn á, at vit eins og blóman einaferð fara at følna. So er, og soleiðis skal tað verða [...] hegnisliga og listarliga kom inn á okkara náttúru – skapanarverkið sum júst nú stendur í fullum blóma. Vit hoyrdu vakrar sálmar av Mikkjali á Ryggi, Brorson og øðrum skaldum - øll við íblástri úr náttúruni
og túrveitarar. Til hesar messurnar, hava vit sum havnamyndugleiki møguleika fyri, at koma í samband við reiðaríini. Her kunnu vit bæði marknaðarføra okkum sum eitt nýtt ferðamál, og halda sambandið við [...] gestir og hava eitt stórt manningartal. Gestirnir umborð á hesum skipunum ynskja ofta øðrvísi og meira forkunnugar upplivingar, og dáma væl at vitja handlar og kaféir í býnum. Í august høvdu vit seks av [...] arbeiða í ferðavinnuni, fáa høvi at uppliva eitt ferðamál sjálvi, so tey hava betri fortreytir fyri at selja ella marknaðarføra tað. Dagurin var væl eydnaður, og vóna vit, at fáa fleiri slíkar avtalur í lag komandi