bústaðarmøguleikum á Eiði hevur verið sjónligur í eina tíð. Áhugi er bæði frá fólki, sum ynskja at seta búgv í kommununi, og frá teimum, sum longu búgva her, men ynskja ein annan og kanska minni bústað [...] Fleiri nýggir bústaðir kunnu eisini hava eina positiva ávirkan á verandi bústaðarmarknað. Royndir frá eldri íbúðarbygging í økinum vísa, at bæði yngri og eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá fólk, sum longu
Washington og fylgiskip tess eru nú komin til Miðeysturs. Amerikanska herleiðslan boðaði hósdagin frá, at hangarskipið er komið til økið sum liður í einari ætlaðari útskifting. George Washington skal loysa [...] komnar álvarsligar fráboðanir um umstøðurnar umborð. Familjulimir og amerikanskir miðlar hava greitt frá troti á mati og øðrum neyðsynjarvørum, trupulleikum við drekkivatni og kloakkskipanini og stórum sálarligum [...] eru knýtt at Abraham Lincoln. Langtíðartænastan hevur fingið amerikanskar politikarar at krevja svar frá Pentagon um viðurskiftini hjá manningini. Donald Trump forseti hevur hinvegin víst aftur atfinningunum
Magni Højgaard vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála. Hann spyr eisini, hvussu arbeiðini verða raðfest [...] kilometrar, men sambært honum hava tey stóran týdning fyri ferðsluna í bygdini. Annað strekkið gongur frá avkoyringini á Ovaravegi oman fyri skipasmiðjuna og oman gjøgnum Skála. – Har er vegurin í sera ringum [...] undir Mýruhjalla, og alla ferðsluna oman á vinnuøkið. Hitt strekkið er uttasti parturin av Skálavegi, frá Gjógvará beint uttan fyri bátahylin og suður úr bygdini. Eisini hetta strekkið er sambært løgtingsmanninum
sjóvarhitin í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum liggur væl oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska Kyrrahavinum og eystureftir móti vesturstrond Meksiko. Hetta verður sett í [...] hægsti sjóvarhiti, sum er máldur fyri juni í hesum økinum, tó bert 0,01 stig oman fyri gamla juni-metið frá 2024. Longu í mai vóru óvanliga høgir hitar skrásettir í tropiska Kyrrahavinum. Tá hevði miðalhitin [...] tropiska Kyrrahavinum. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava ávirkan á veðurlagið langt frá Kyrrahavinum. Heimsveðurstovnurin WMO væntar sambært Copernicus, at El Niño, sum nú er undir menning
Havstovuni vísa tey á, at úrslitini frá makrekanningunum í hesum døgum verða brúkt til at gera stovnsmeting av makreli. - Stovnsmeting, veiðitilmæli og endalig frágreiðing frá kanningunum í juli, verða kunngjørd [...] Úrslitini frá árligu felagskanningini av makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk. Um makrelin verður sagt, at vísitalið í Norðurhøvum er
Løgtingskvinnan vil hava at vita, um løgmaður heldur tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður boðar frá, at hann er til reiðar at geva tænastuboð, sum fyrisitingin hevur mett vera óheimilað Liljan Weihe [...] Fyrispurningurin er reistur í kjalarvørrinum á málinum um smoltstøðina hjá Bakkafrosti í Skálavík. Í svari frá 18. august upp á ein annan § 52a-fyrispurning kom fram, at fyrisitingin í Vinnumálaráðnum eftir neyva [...] tveir ítøkiligar spurningar: Metir løgmaður tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður alment boðar frá, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð aftur, hóast fyrisitingin hevur mett tey vera óheimilað
Dahl, løgtingsformann, í gjár. Løgtingsformaðurin vísti sendikvinnuni tingsalin og greiddi samstundis frá føroyskari politiskari søgu. Harumframt skiftu tey eitt nú orð um fiskivinnuna, eldraøkið, ríkisfe
inn á føroyska tónleikapallin við fyrstu útgávuni í 2011, og síðani hava teir latið aðrar útgávur frá sær og hava samstarvað við aðrar bólkar og sangarar á einstøkum sangum. Swangah er heimligt rapp á [...] niðurløg. Swangah hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri tónleikin. Teir eru kendir fyri sangir sum "Frá bygd til bý", "Áðrenn vit flagga", "Gentan er farlig", "Øll í mínum sikti", "Eg og mín Veðr" og fleiri
mannin, hevur løgreglan avgjørt, at sama skipan skal galda fyri alla manningina. Manningin sleppur tí frá skipinum, men skal framvegis halda seg í høvuðsstaðarøkinum og møta á løgreglustøð eina ferð um dagin [...] avhoyringunum. Løgreglan fer nú at biðja um loyvi at kanna fartelefonir og teldur, sum vórðu tiknar frá manningini um vikuskiftið.
persónum fyri seinna álopið. Abelardo de la Espriella tók við sum forseti fríggjadagin. Hann hevur boðað frá munandi harðari politikki mótvegis vápnaðum bólkum enn undanmaðurin Gustavo Petro. – Tað verður einki [...] »narkoyvirgang«, uttan náði og at steðga friðarsamráðingunum við vápnaðar bólkar. Hann hevur eisini boðað frá ætlanum um stórfongsul eftir leisti úr El Salvador og um at herða hernaðarligu átøkini móti guerillabólkum