dystirnar í Meistaradeildini í hesum kappingarárinum. Hjá NSÍ gjørdist talan um fullan pott móti EB/Streymi í hesum kappingarárinum. Teir vunnu allar tríggjar innanhýsis dystirnar. Tó var sigurin í tí fyrsta [...] fyrsta av teimum trimum dystunum tryggjaður langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum millum NSÍ og EB/Streym gjørdist 6-2 til NSÍ. NSÍ-EB/Streymur [...] (90.+7) EB/Streymur 0-1 (0-0) - 25. mai 0-1 Petur Knudsen (55.) NSÍ-EB/Streymur 4-2 (2-0) - 16. august 1-0 Marius Kryger Lindh (3.) 2-0 Sammy Skytte (21.) 2-1 Kristian Svabo Eliasen (63.) 3-1 Petur Knudsen
China Southern byrjaði hin 19. august eina nýggja farmarutu millum norska høvuðsstaðin Oslo og Shanghai í Kina. - Við tveimum fráferðum um vikuna við 100 tonsum av laksi hvørja ferð fær norskt vinnulív [...] vinnulív ein størri kapasitet til týdningarmesta marknaðin hjá Noregi í Asia. Ilaks.no veit at siga, at tað er eitt Boeing 777F-flogfar, sum flýgur hesa rutuna, og hetta er sambært heimasíðuni eitt av heimsins [...] rutu at flyta stórar nøgdir av vørum millum londini. Sagt verður, at fyri norskt vinnulív merkir hetta í fyrsta lagi øktur kapasitetur fyri fiskavørur, har stutt flutningstíð er avgerandi fyri vørudygd og
stóra pall klokkan 21.45. D-A-D hevur í fleiri áratíggju verið millum kendastu rokkbólkarnar í Danmark, og festivalgestir kunnu gleða seg til at uppliva bólkin mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði. Men [...] leygardagin hin 29. august 2026. Skráin í stuttum: Stóri pallur: Kl. 18.00 – Friði & Marner Kl. 19.45 – Hallur Joensen Kl. 21.45 – D-A-D Kl. 00.00 – Eyðun, Terji & Kim Kl. 01.45 – ROX v/Signar í Homrum Tjaldið: [...] stóra palli verða eisini Friði & Marner, Hallur Joensen, Eyðun, Terji & Kim og ROX við Signari í Homrum at hoyra. Í Tjaldinum byrjar tónleikurin longu fyrrapartin leygardagin við Trølla Pæturi og Ommuni. Seinni
Mikudagin hin 19. august klokkan 9, sum er mikumorgunin komandi, verður ástaðarfundur í Náttúrufriðingarnevndini, og møtt verður við bústaðin á Heygum 9 í Kvívík. Tað er sýslumaðurin, Kristjan Martin Joensen [...] Hetta er sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini, løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing. - Umrøðan, sum fólk kunnu senda inn, má verða sýslumanninum í hendi í seinasta lagi á fundardagin [...] á ástaðarfundinum er umsókn um loyvi at byggja úthús til seyð á matr. nr. 135a omanfyri á Heygnum 9 í Kvívíkar markatalsbygd. - Aftaná verður farið til umhvørvisplássið uppi á Brúnum, sum kommunan søkir
hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat. Í Eysturkommunu hava tey gjørt eina skrá fyri seglskipavitjanina, og her verður sagt, at skipini leggja til bryggju í Leirvík klokkan 17. - Klokkan 17 fara skótarnir [...] sneisabreyå, og suppa verður á Brandstøðini í Leirvík. - Lávusarhús verður opið frá klokkan 18-22, og her verður høvi at keypa sær kaffi og ymiskt annað. Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, fer [...] Nógv verður gjørt burturúr, tá træseglskipini koma til Leirvíkar fríggjadagin hin 21. august, og eitt nú verður undirhald til øll á havnarlagnum. - Komið til eina hugnaliga løtu við mati, aktivitetum og
RIB-báturin sleit frá Thorshavn mikudagin 12. august. Tá varð mett, at hann var farin frá skipinum á leiðini við Dalsfles umleið klokkan 14. Leitað varð eftir honum í umleið fýra tímar, men tá uttan úrslit. [...] at teir hava fingið RIB-bátin aftur, sum sleit frá skipinum, meðan Thorshavn var á veg suðureftir í síðstu viku. MRCC visti um bátin, sum var saknaður, og eitt ferðamannaskip, sum var á leið umleið 18
Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum skulu í dag umrøða, hvussu ES skal svara aftur eftir dronuálopið á Leipzig/Halle-flogvøllin fyrst í august. Tað sigur uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas, á veg inn [...] inn á óformella Gymnich-fundin hjá uttanríkisráðharrunum í Dublin. – Tað er greitt, at álopið í Leipzig hevur øll eyðkennini hjá yvirgangi, sum eitt ríki stendur aftanfyri. Spurningurin er, hvat vit skulu [...] lýst sum russiskt hybridkríggj móti ES-londum, sum stuðla Ukraina. – Í dag skulu vit umrøða, hvat meira vit kunnu gera. Vit eru longu í ferð við at seta 1.600 persónar og eindir úr russisku hernaðarsama
kongshúsið í einari fráboðan. – Tað er við djúpari sorg, at vit boða frá, at Haraldur kongur í dag er farin, skrivar kongshúsið. Haraldur kongur hevði ligið á Rikshospitalinum síðan 17. august. Hann varð [...] aftur saman í stórum takksemi fyri eitt langt lív, sum varð halgað Noregi, sigur hann sambært NTB. Haraldur kongur varð føddur 21. februar 1937 og tók við sum kongur eftir faðir sín, Ólav kong V, í januar 1991 [...] varð millum annað viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi og eina bakteriella infektión í blóðinum. Hósdagin boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan var versnað og var sera álvarslig. Nærmasta familjan
Navigare Shipping, sum eisini í ár hátíðarheldur 60 ára stovningardag. Hav Leiti er fyrsti nýbygningurin í nærum 60 ára longu søgu felagsins og er sostatt ein týðandi varði í menningini hjá felagnum. Hav [...] fýra nýbygningum, sum felagið hevur gjørt sáttmála um at byggja. Hini skpini verða leverað seinni í ár og í komandi ár. Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur [...] Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa. Almenna móttøkan verður í Søldafirði leygardagin 29. august klokkan 11. Øll eru hjartaliga vælkomin.
verkætlanir eru í gongd í løtuni, og tað er um dagarnar sera hugaligt at vera ein partur av býráðnum og seta kósina í Sundalagnum. - Ert tú eisini áhugað/ur at seta búgv í Sunda kommunu? Set teg í samband við [...] áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum higartil í ár. Soleiðis sigur [...] higartil í 2026 hevur Sunda kommuna selt 25 grundstykkir. Fríggjadagin í farnu viku reisti Sp/f Bogi Hermansen fimm raðhús í Streymnesi, og ymiskar aðrar byggiverkætlanir av raðhúsum eru eisini í stoypiskeiðini