fær eitt rættiligt gjøgnumbrot við hesum filmi, sigur Nils Malmros. Hella Fagralid hevur føroyskar røtur. – Eg havi sagt við hana, at hon eigur at stava navnið hjá sær við ð, soleiðis sum tað eigur at verða [...] Malmros. – Tað er tí, at vit høvdu brúk fyri nøkrum vetrarupptøkum. Og tá veturin brádliga var har, so máttu vit gera upptøkurnar, og so valdi eg bara at brúka heima okkara. Men innanduraupptøkurnar eru næstan [...] kom sum kunnugt ikki í fongsul, men fekk ein viðgerðardóm í hálvt annað ár. Gjøgnum alla tilgongdina við filminum hevur tað eydnast Nils Malmros at halda innihaldið í filminum loyniligt.
var til skips við "Borgini" TG777 í 1946 í Grønlandi við Torvaldi Hjelm í Vági sum skipara. Teir fóru av Vestmanna 26. juni, og 32 mans vóru við skipinum. Teir byrjaðu við línu og so við loddi. Teir komu [...] trolari sakk við Reykjanes í 1955 Í 1955 var Eli við íslendska trolaranum "Jón Baldvinsson" úr Reykjavík sum sigldi á land eystan fyri Reykjanes, millum Grindavík og Reykjanes. Teir vóru 42 mans við trolaranum [...] Grindavík ein borðabát. Í sambandi við at 31. mars í ár eru liðin 50, ár síðan hesa hendingina, ynskir Eli at seta seg í samband við teir føroyingarnar sum vóru við "Jón Balvinsson" hendan túrin. Eli hevur
byrjaði í 1997. Tá sat 15 ára gamli unglingin, Trond Bratland Erichsen, heima í Sørfold í Noregi saman við abba sínum og hugdi í sjónvarp. Teir hugdu eftir eini sending um tveir dreingir, sum høvdu luttikið [...] Bratland Erichsen og Emil Eide Eriksen stigu upp úr bátinum "Njord" á Barbados. Eftir sita teir báðir við einum hópi av minnum og upplivingum frá hesi ferð. - Hetta hevur verið eitt fantastiskt ár at líta [...] ógvusligu náttúrukreftirnar. - Bara tað at lata sær av vatninum kundi vera vandamikið í stóru aldunum. Tí máttu vit lata vatnið í fløsku. Fyrstu ferðirnar, eg skuldi lata mær av vatninum, eftir at vit vóru komnir
soleiðis, sum roknast kundi við. Arsenal hevði tó tørv á einum sjálvmáli, áðrenn teir kundu tryggja sær heimasigur ímóti PSV, og í Porto máttu verandi meistararnir taka til takkar við málleysum javnleiki, tá
trupulleikar við at fáa goldið fiskimonnum forskot, sum er eitt tað ringasta sum kann henda. Her máttu loysnir finnast, og varð tað gjørt við at taka lán, har allir nevndarlimirnir máttu skriva undir. [...] giftist við bretskum hermanni Dennis William Connor Old. Men longu tá Henrik var nýføðingur, doyði mamman. Pápin fór aftur til Bretlands, har hann fekk eina nýggja familju, sum Henrik hevur samband við. Henrik [...] minni. Ein dagin kemur hann inn á gólvið við Ruth Heilmann, kendur grønlendskur politikkari. Vit bæði vistu bert um hvørt annað frá tí, eg var á háskúla í 1961 saman við manni hennara Ottorak, sum doyði fyri
hjá Kvívíks Tummasi við “Streymoynni” hjá Oyggjafelagnum í Havn, sum tá var eitt stórt reiðarí. Í 1916 var pápi við “Mariu” hjá Tummasi við Kráir í Vági. Um várið 1917 var pápi við “H.M. Stanley” úr Vági [...] Zakaris, son Julius, abbabeiggja Hensiu, sum doyði blaðungur. Hann var trúlovaður við Katrinu í Tjørnuvík, sum seinni giftist við Olaf Petersen lærara, fyrst í Tjørnuvík, síðani á Argjum. Hjallgrim, sonur teirra [...] Ein av teimum, sum sigldu við pápa var Hans Havid Hansen í Hósvík, skipari á “Nólsoy”, tá ið hon gekk burtur. Pápi hevði bygt í Streymnesi. Men hetta vóru sera ringar tíðir við heimskreppuni, sum eisini
Eisini var neyðugt at fara avstað tíðliga, tí neytini skuldu jú mjólkast. Flóttafólkini máttu sjálvsagt hava mat við sær, sum tey so gjørdu til sum frægast. Men vertirnir vóru sera fyrikomandi móti teirra [...] Dunga Jákup var ongan veg farin. Hann var við at geva hønunum, tær kundi hann ikki forsøma, sjálvt um ein mina lá og rullaði beint niðanfyri húsini! Hann stóð við vaskið í køkinum og knoðaði høsnamat, tá [...] eg, at minan byrjar at røra seg av briminum. Tað skal sigast, at fólk vóru fyrstu tíðina ikki var við, hvussu vandamikil ein mina kundi vera. Tað finst enntá ein mynd úr Syðrugøtu, sum vísir hvussu fólk
aftur, stóð hon við bakka við nátturða framman fyri mær. So fór eg upp, vaskaði upp frá nátturða, og so fekk eg frí. Soleiðis var lívið tá. Hósdagur var fastur frídagur. Tað var so ymiskt við frídøgum hjá [...] framvegis stjóri, men Olivia tók við eftir hann. Eg kom júst í hesum skiftinum. Olivia var annars gift við Óla, skiparanum á “Fossanes”, sum gekk burtur í 1938. Hon giftist aftur við einum norðmanni og búsettist [...] Grøn ásett. Tá var ikki so lætt at ferðast sum nú. Pápi var burtur, og abbi kom við mær til Kvívíkar til gongu. Tá máttu vera tvær konfirmatiónir. Ein var í Vestmanna og hin í Haldórsvík, har eg varð
lova mær við, tí tað boðaði ikki frá góðum at hava konufólk við í báti! Men fittir vóru hesir menn kortini. Eg royndi meg við eitt sindur við snildum og segði við teir: »Líkamikið, um eg sleppi við tykkum [...] Søldarfjørð við mjólkarbátinum. Tá var eisini gott samskifti eftir landi. Sofus Joensen í Fuglafirði hevði ein stóran buss, og hann koyrdi í samband við rutuna. Eg fór upp á land í Søldarfirði og fór við bussinum [...] fólk her á leiðini. Men fór tó at tosa við ein av monnunum um at sleppa við teimum til Streymnesar. Hetta var Jóan Jakku á Brúnni í Norðragøtu, sum var giftur við Hansinu, systur tann kenda politikaran
sær avstað sum skjótast. Helst hava teir við seiðakikara sæð torvur av seiði inni við land, og tá ráddi um at gera skjótt av. Við nót kundi fáast nógvur seiður, og tað kundi vera nógv í part. Tað var eisini [...] hugsa sær munin millum alt stríðið við torvinum, og so bert at trýsta á ein knøtt! Eitt dømi um týdningin av hesum er vasking av klæðum. Fyrsta eg minnist var alt gjørt við handamegi, eisini uttandura. Fyrst [...] so sera góð við Zakaris hjá okkum. Eg bað hann eina ferð fara niðan til Ingu, so hon kundi fortelja honum eina søgu. Hetta riggaði so væl, at hann líkasum búði har. Tey blivu øll so góð við hann har uppi