nar NTB og Dagbladet endurgeva í morgun ukrainska verjumálaráðið fyri at siga, at Russland higartil hevur mist 3500 hermenn, og at 200 aðrir eru tiknir til fanga. Haraftrat skal russiski herurin, sum leyp [...] og 102 stríðsvognar, umframt fleiri enn 530 onnur hernaðarakfør. Tíðindastovurnar leggja tó aftrat, at ukrainsku tølini eru ikki váttað av óheftum keldum. Sambært russisku tíðindastovuni Tass hava russar [...] hernaðareindir, harímillum 14 hernaðarflogvallir, 48 radarastøðir og fleiri eftirlitsstøðir. Tass sigur, at russar hava skotið niður ukrainsk hernaðarflogfør, tyrlur, dronur og hava oyðilagt ukrainskar stríðsvognar
vikuni, at smittutølini fara at gerast munandi størri, enn tey eru nú. - Omikron-frábrigdið tvífaldast áttanda hvønn dag, og vit fara at síggja enn meira smittu, sjálvt um vit hava tiltøk til tess at tálma [...] áðharrin, Ingvild Kjerkol, viðgekk eisini, at tað verður nógv smitta í landinum teir næstu mánaðirnar. Sambært norskum miðlum er koppsetingin orsøkin til, at smittuverjutiltøk nú verða linkað. - Fólk eru [...] 360 nýggir koronu-tilburðir í Noregi. Tað er nýtt met - og soleiðis eisini triðu ferð hesa vikuna, at smittutølini í landinum seta met. Talið av tilburðum seinasta samdøgrið er 6.200 fleiri enn fríggjadagin
fíggja tað sum tað fer at kosta landinum, at tað verður ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlunum. Hetta er fyrsti tingfundur síðani orrustuna í Fólkaflokkinum, sum hevði við sær, at flokkurin koyrdi Anniku [...] um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini, sum er eitt uppskot hjá Tjóðveldi. Hitt málið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika. Hetta snýr seg um at seta [...] seta aldursmarki fyri at fáa talgildan samleika niðurí 13 ár. Tað er eitt uppskot frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Tað liggja annars fleiri onnur uppskot frá Jørgen Niclasen og bíða
havt á skrá, at vit vilja vera ein kommuna, sum hevur framburð og burðardygga menning við góðum trivnaði. Borgarstjórin segði, at í Nes kommunu taka tey tað sum eina positiva avbjóðing, at fólkatalið veksur [...] fólkavøkstri, sum hevur verið, er og vónandi kemur at vera í kommununi frameftir, sigur Súni í Høllum. Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen á FM1 hevði við [...] hava arbeitt dúgliga við at skapa karmar fyri bygging, bæði við grundstykkjum og møguleikum til leiguíbúðir. - Vit hava eisini bygt út skúlan og frítíðarskúlan, og eg haldi, at vit klára avbjóðingarnar
stórt til at bera deildina, men vónandi fer ein vaksandi luttøka á gentusíðuni at broyta tann veruleikan í komandi tíðum. Broytingin frá U15 til U16 gevur harumframt feløgunum møguleika fyri at manna lið [...] árgangi, soleiðis at hon í 2022 eitur U16, skrivar Fótbóltssambandið í dag. Eftir áheitan frá feløgunum og Kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandinum, hevur Kappingarnevndin tikið avgerð um at gera broytingar [...] vøllin” í huga, har FSF hevur sett sær fyri at hava ein mennandi kappingarleist við atliti til aldur, tilfeingi og støði. Harumframt verður eisini arbeitt við at endurskoða ungdómskappingarleistin í síni
brosandi. Hon sigur, at bæði 1. og 2. jóladagur verða hildnir heima saman við børnum og familju. - Sjálv havi eg einki jólagávuynski, men eg veit, at eg fái onkran pakka, og eg gleði meg til at pakka upp. Eg [...] eg fái, sigur hon. Bingerð H. Fosságil sigur, at jólini og jólaboðskapurin um Jesusbarnið hava stóran týdning fyri hana. Tað er umráðandi, heldur hon, at vit ikki gloyma, hví vit halda jól. - Áðrenn j [...] góða heilsu, og eg eri takksom fyri, at eg ikki havi havt koronu, ei heldur havi verið rakt av sóttarhaldi. Virkandi forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum ásannar, at korona hevur fylt nógv í árinum - og
fegnast sjálvsagt um, at landsrætturin heldur, at grundarlag ikki er fyri varðhaldsfongsling, tó at løgreglan framvegis hevur hann skuldsettan. Jakob Dalsgaard-Hansen sigur, at málið um ungu kvinnuna [...] - framvegis skuldsettan fyri dráp í málinum um ungu kvinnuna, sum eftir øllum at døma er dripin. Tað var seint í gjár, at løgreglan fann leivdir av einum menniskja í Dronninglund Storskov, sum tey halda [...] fyribils fýra vikur, meðan hin varð leyslatin. Ákæruvaldið gjørdi eftir avgerðina í rættinum í Aalborg av at kæra leyslatingina til landsrættin, men í dag hevur landsrætturin staðfest avgerðin, sum rætturin í
kunningartøknivinnan eigur at fáa møguleikan at menna komandi heilsuskipanina til sjúkrahúsverkið. Við ársenda 2021 boðaði stjórin í Cambio leiðsluni á Sjúkrahúsverkinum frá, at veitingar- og rakstraravtalan [...] hundratals, milliónir samanlagt at ment. Við uppsøgnini skal nýggj heilsuskipanarloysn finnast, og hendan loysnin eigur at verða boðin út til føroyskar kunningartøknisfyritøkur at menna, heldur enn útlendskar [...] talan fyri COSMIC heilsuskipanina bleiv uppsøgd við 2 ára uppsagnartíð, við møguleika at leingja uppsagnarfreistina við samráðingum um nýggjan uppsagnarsáttmála! Við hesum stendur polittiski myndugleikin
Í sær sjálvum er onki nýtt í, at Eivør fer á konsertferð úti í heimi. Men hesaferð er tað handan hav, í USA og Canada, at Eivør skal framføra. Hóast hon hevur roynt at staðið á palli har áður, so er tó [...] spennandi endiliga at spæla konsertir har, og at møta mínum áhoyrarum, sigur Eivør. - Hendan fyrsta konsertferðin verður ein røð av konsertum, har eg, saman við Mattias Kapnas á klaver, fari at framførða míni [...] nýggjum spennandi útsetingum av løgunum á klaveri, og eg gleði meg til at framføra løgini á henda hátt. Í 2023 er so ætlannin at fara aftur til USA við fullum bólki, sigur Eivør. Fyrsta konsertin er tann
Verður undirtøkan nóg stór, verður miðjað eftir at skipa okkurt skeið í Fuglafirði, siga tey í Fuglafjarðar kommunu. Lagt verður aftrat, at tey, sum ynskja at gera brúk av avtaluni, kunnu ringja ella skriva [...] desember, at borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul og Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, skrivaðu undir samstarvsavtalu. - Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum amboð og hjálp fyri at styrkja [...] styrkja um familjulívið, siga tey í Fuglafjarðar kommunu. Neyvari gevur avtalan møguleika fyri at - * Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP-skeið ókeypis. * Øll foreldrapør