vildi hann búsett seg í Klaksvík - ikki í Tórshavn! Býurin var ov stórur, helt hann fyri. Og tað segði hesin, tó at hann kemur úr Milano. Italiumaðurin var rættiliga hugtikin av Klaksvík. - Eg havi fingið [...] Í samband við ferðavinnustevnuna, VisitFaroeIslands, sum varð hildin í Føroyum um vikuskiftið, skipaði GreenGate Incoming fyri útferð, har innbodnu gestirnir luttóku. Ferðavinnustevnan varð samskipað av [...] ferðasølufólk úr 11 londum valdu at luttaka. Skipað varð fyri kunningardegi ella workshop í Norðurlandahúsinum í Havn, og eisini varð skipað fyri útferðum til fleiri ymisk ferðamál fyri at kunna seg betri
ligið í hvør sínari skotgrøv. Hansara stóra avbjóðing hevur verið at fáa fólk at samstarva og í ávísan mun hevur tað eydnast. Møguleikarnir at viðgera sjúklingar eru kollveltir seinastu árini og í dag kann [...] sita í Kina og viðgera sjúklingar í Føroyum og nú skal ein støða takast til, hvørjar viðgerðir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi sær. Hann sigur, at urologi er eitt dømi um sergrein, sum byrjaði í Klaksvík [...] hvassorðaður, nú Løgtingið hevur fíggjarlógina fyri næsta ár til viðgerar. Hann ivast ikki í, at stórt dirvi og áræði er í Norðoyggjum. Men stóri trupulleikin er, at politikarar har norðuri, hugsa bara um Norðoyggjar
førir, sigur Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík og løgtingsvalevni Sjálvstýrisfloksins. Rættiligt stríð er í Sjálvstýrisflokkinum um vinnupolitikkin. Í gjár segði landsnevndarforaðurin, at tað er [...] er Kári á Rógvi, sum heldur stevnuskránna. Men formaðurin í Norðoya Sjálstýrisfelag, Jógvan Skorheim, sum eisini er varaborgarstjóri í Klaksvík er ósamdur. - Veruleikin er, at formaður Sjálvstýrisfloksins [...] vera støðufasta grundarlagið undir einumhvørjum flokki. Okkara umboð í grein 25 nevndini hevur sæð burt frá tríbýtta grundarlagnum í stevnuskránni (praktiskar og vísindaligar royndir og tilmæli), fyri blint
tað ein løgin avgerð. Tað heldur Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Sum tað sæst í øðrum greinum her í blaðnum, er samgongan samd um at útseta allar tunnilsætlanir á fíggjarlógini fyri næsta ár [...] Kalsø hevur vitað, at togarí hevur verið í samgonguni um íløgur og at tunnilin Norður um Fjall var ein íløga, sum samgongan telvaði um. Men tá ið vit tosaðu við hann í gjárkvøldið var hann ikki greiður yvir [...] seta ístaðin, sigur hann. Hann vísir á, at arbeiðsloysið í Norðoyggjum er stórt og tí tvíheldur hann, at tað er rætt, at almennar íløgur verða lagdar í økið. - Tunnlin Norður um Fjall er ein verkætlan, sum
Maria Olsen, Gøta og Hjalmar Dalbúð, Runavík. Vígslan verður í Filadelfia í Gøtu kl. 13.00. Veitslan verður fyri innboðin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. [...] oktober kl. 15.00, giftast í Skála kirkju Beinta Karbech Hansen og Poul Andreas Hansen, Skála. Veitslan verður fyri innboðnum í Bygdarsalinum á Skála. Vinarligast seti hesa lýsingina í blaðið 18, 19 og 20 oktobur [...] giftast í Vestervang kirke í Helsingør Bette Rein úr Havn og Kasper Krebs úr Helsingør. Brúdleypsadr.: Nørrevej 80, 3070 Snekkersten, DK. Leygardagin 20. oktober gifta vit okkum. Vígslan verður kl. 13 í Oslo
og B68 19. mai norðuri í Klaksvík hóttu allir dómararnir í dómarafelagnum við verkfalli, men tá tað kom til stykkis, vóru tað bara Oddmar Andreasen og Birgir Sondum, sum vóru í verkfalli tað umfarið. Oddmar [...] Sjúrður Norðbúð gavst eftir kappingarárið í fjør, Kim Ejdesgaard hevur eisini tikið seg aftur, Oddmar Andreasen gavst eftir dystin í Klaksvík og nú er Birgir Sondum farin í farloyvi. Hetta hevur við sær, at bara [...] stuðlaði Oddmari í tí stríðnum. - Fyri mær virkar tað, sum at man skal revsast fyri at hava tikið undir við Oddmari Andreasen, tá ið dómararokið var, sigur Birgir Sondum. Hvørki Óli Holm formaður í dómaranevndini
finna eitt hóskandi navn til nýggja Virkishúsið fyri ung í Klaksvík. Tá freistin var úti var ikki mett at nøvnini vóru nøktandi, og tí er einki avgjørt í hesum máli enn. Vit hava faktiskt ikki sett nakra t [...] Klaksvík: Jú, eg vænti at vit fara at koma ein túr forbí soleiðis av og á. Tveir 15 ára gamlir klaksvíkingar eru staddir beint uttanfyri nýggja Virkishúsið fyri ung í býnum. Teir hava hoyrt, at tað henda [...] elektronisku tólunum hava funnið sítt pláss. Í niðaru hæddini er eitt stórt felagsrúm og nøkur smærri rúm, og í miðhæddini eru bara smærri rúm, sum kunnu nýtast til mangt og hvat. Enn er nakað av arbeiði
fleiri enn KÍ. Víkingur vann 2-1 í Klaksvík. Talan er um fyrsta Víkinga sigurin í Klaksvík í fýra ár. B36 van 2-0 í Runavík. Talan er um fyrsta B36 sigurin í Runavík í fýra ár. KÍ er á triðja plássi, Víkingur [...] feløgini, sum eiga heimavøll í Gundadali, sum nú eru á teimum báðum ovastu plássunum, nú ein triðingur av Betri deildini er farin. Á tindinum er HB, sum í grannauppgerðini ímóti AB í Gundadali vann 5-0. Eftir [...] javnleik í fyrra hálvleiki var talan eftir steðgin um rættiligt skrædl. HB er trý stig frammanfyri bæði KÍ og B36, men nú er tað árstalsfelagið, sum er á øðrum plássi. Bæði B36 og KÍ hava átta í málmuni
umfar í næstbestu deildini í fótbólti er á skránni hetta vikuskiftið. Sambært skránni skuldu KÍ og FC Suðuroy havt spælt í Klaksvík, men tað bar ikki til orsaka av kava á vøllinum í Klaksvík. Í staðin [...] Haraldur R. Højgaard heimasigurin. Merkisvert er tað, at Haraldur hevur skorað í øllum fýra umførunum. Hann er annar av toppskjúttunum í deildini við fimm málum. Skála vitjaði HB, sum legði bragdliga fyri við [...] restaðu átjan minuttir. So gekk skjótt við málskjótingini. Í lítið korter skoraði Skála fýra ferðir, og tað varð heilt spennandi, tá ið Jákup Slættalíð í næstsíðsta minutti skoraði fyri HB og minkaði um munin
Norðoyri-Klaksvík strikað fyri 1998/99, eisini hvat viðvíkur byrgingini í Haraldssundi, hvar játtað varð árini 2000/2001 1,5 mill. fyri hvørt árið. Viðvíkjandi vegastrekkinum Norðoyri/Klaksvík, so er hetta [...] eisini tað, vit kunnu ikki liva við hesum ótryggleika í framtíðini. Havnaríløgur Klaksvíkar kommuna, og Tofta kommuna hava havt eina umsókn um stuðul inni í longri tíð til at betra havnaviðurskiftini, men hava [...] at á fíggjarlógini eru játtaðar 3 mió. í stuðul tin eina ávísa havn. Sostatt meini eg, at grundgevingin fyri ikki at lata stuðul er burtur. Ein kundi trivið í nógv dømi, sum nú verandi samgonga hevur