almannakunngjørd í Stockholm fyrradagin. Nevndin, sum hevur skrivað frágreiðingina, finst hvassliga at skrásetingini. Sagt verður eisini, at í nógvum førum hevur skrásetingin eisini verið tilvildarlig og uttan [...] 3000 síður stóru frágreiðingini. Í sínum kanningum hevur nevndin kanna virksemið og skjøl hjá bæði sivilum og hernaðarligum fregnartænastum. Harafturat hevur hon avhoyrt næstan 400 fólk, sum hava givið frágreiðing
partafelagið Parken Sport & Entertainment hevur keypt FIF. Parken Entertainment eigur eisini FCK. Flemming Østergaard ella Don Ø, sum hann eisini verður nevndur, hevur stórar ætlanir við hondbólti í høvuðsstaðnum [...] Fredriksberg Idrætsforening, FIF, hevur leingi verið um at fara av knóranum, men nú er felagið bjargað. Tað er eingin annar enn Flemming Østergaard, stjóri í fótbóltsfelagnum FCK, sum ígjøgnum partafelagið [...] Østergaard er ivaleysur um, at peningur er at vinna í donskum hondbólti, og tað er orsøkin til, at hann hevur valt at keypa eitt hondbóltsfelag.
komandi vikurnar. Gamla strandfaraskipið hevur verið til høvuðssýn, og hetta sýn staðfesti, at tað er ymiskt, sum skal gerast við skipið. Strandferðslan hevur seinastu dagarnar bíðað eftir úrslitinum av [...] av sýnum hjá Skipaeftirlitinum, og nú tað er komið, hevur Strandferðslan sett gongd á umvælingarnar, so Barsskor taka siglingina uppaftur millum Klaksvík og Kalsoynna. Tað verður roknað við, at arbeiðið [...] og tí fer Barsskor ikki aftur í vanliga sigling fyrr enn um ársskiftið. Seinastu tríggjar vikurnar hevur Súlan røkt siglingina til og úr Kalsoynni, og tað kemur hon framhaldandi at gera restina av árinum
ðurin er komin við hesum máli. Hergeir Nielsen hevur áður verið heitur forsprákari fyri loftvegis sambandi millum Suðuroynna og miðstaðarøkið. Hann hevur millum annað mælt til, at sambandið verður røkt [...] Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt fyri at kanna loftvegis sambandið við Suðuroynna, og nær fer hann at leggja úrslit fyri løgtingið? Soleiðis ljóðar skrivligi fyrispurningurin, ið Hergeir Nielsen, tingmaður [...] tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, hevur sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, um loftvegis samband við Suðuroynna. Hergeir Nielsen vísir í viðmerkingum sínum á, at tað stendur í samgonguskjalinum
sær stundir við. Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum hevur ikki fíggjarumstøður at útvega slíka eykaútgerð og fegnast tey tí um gávuna. Rósan eisini hevur áður latið til børnini á Landssjúkrahúsinum. Rósan [...] Landssjúkrahúsinum nýggja útgerð. Talan er um sjónvarp, video og PlayStation, sum Kiwanisklubbin Rósan hevur latið. Forkvinnan í Rósuni, Katrin Isfeldt, handaði Oddmari Færø, yvirlækna, útgerðina. Bogi Reinert [...] Rósan fær pening til vega við bingospæli, skavispølum og lutaseðlasølu. Útgerðin, sum Rósan nú hevur latið kostar eini 10.000 krónur og er keypt frá Damor á Argjum
við penslinum. Hann hevur í seinastuni havt fleiri framsýningar. Hann fevnir víða í málningalist síni, men eittnú landslagsmyndir eru millum myndevnini. Av tí, ið Sofus nýliga hevur havt á framsýning sæst [...] at sum mangur annar, hevur eisini Sofus leitað sær íblástur í Saksun, eins og aðrastaðni í Føroyum. Eisini Havnin gevur íblástur og sæst hetta aftur í myndunum hjá Sofusi. Hann hevur starvsstovu Úti á Reyni
byrjaði í starvinum á Landssjúkrahúsinum hevur Regin Lamhauge verið fastansettur yvirlækni á Sykehuset Telemark Skien. Regin er kendur á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur verið á Landssjúkrahúsinum bæði í sambandi [...] sambandi við útbúgvingina og seinni árini hevur hann av og á hevur arbeitt sum vikarur á Røntgendeildini. Regin er fjórði radiologurin, sum er settur í fast starv á Landssjúkrahúsinum síðan 2018. – Vit ynskja
Nú hevur enn ein fólkafloksmaður boðað frá, at hann stillar ikki upp á løgtingsvalinum 8. Desembur. Tað veit KvF at siga. Hesa ferð er tað talan um Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, sum hevur boðað f [...] hann stillar ikki upp. KvF sigur, at hetta er ein beinleiðis avleiðing av ósemjuni í flokkinum. Hann hevur tikið undir við fráfarna formannini, Christiani Andreasen vil ikki geva seg undir hin vongin í flokkinum [...] Heðin Zachariasen og Jógvan á Lakjuni, boðað frá, at teir stilla ikki upp aftur. Jógvan á Lakjuni hevur tó langt síðani boðað frá, at hann fer úr politikki fyri aldur.
13:00, stevndi nýggja skipið, ið hevur fingið navnið Ango, inn á Vág. Gamla Ango fer úr flotanum. Reiðaríið, sum hevur átt uppsjóvarskipið, Ango í eitt knapt ár, hevur keypt uppsjóvarskipið, Hoffell, í [...] eitur Ango, er væl betri skip enn gamla Ango, sum fer úr flotanum. Reiðaríið Asbjørn í Hirtshals hevur selt Hoffell til Føroya, og keypt Ango. Prísmunurin er seks milliónir krónur, sambært KVF og Suðurrás
bestideildarliðið, Gremio hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við uruguayanska áleyparan. Suarez hevði tilboð úr Evropa og úr Saudiarabia, men hann hevur valt at fara til stóra [...] grannalandið, Brasil at royna fótbóltseydnuna. Suarez hevur seinasta hálva árið spælt við uruguayanska høvuðsstaðarfelagnum, Nacional, har tað eydnaðist honum og liðfeløgunum at vinna meistaraheitið.