dystargongdina. - Fyrri hálvleikur gekk væl. Tað er so umráðandi at halda fast upp á bóltin í dystum sum hesum, av tí at tað tekur nógv av trýstinum. Vit vistu, at vit kundu koma undir eitt trýst í seinna hálvleiki [...] púra villir av gleði. - Vit hava feiðrað tað í skiftirúminum, men einki garrvilt. Vit vita, at vit kunnu spæla upp ímóti teimum flestu londunum, segði Gunnar, sum nú sigur seg ætla at hvíla og hyggja at
fegnast um fólkavøksturin og ynskja okkum altíð, at fleiri skulu velja Klaksvík sum heimstað, men hetta kunnu vit ikki vænta, um leitanin eftir bústaði er sum eftir einum húki á bládýpi. Serliga eru tað ung pør [...] at vit eiga at lata fleiri íbúðir byggja, sum eru líka skjótar og góðar sum tær á Kráarbrekku, og hesum vil eg virka fyri, verði eg vald til Klaksvíkar býráð. Menniskju eru størsta tilfeingið, sum vit eiga
Nógvir ungdómar sita í hesum døgum og bíða spentir eftir, at FIFA 17 kemur út. Eins og siður hevur verið seinastu árini, so gera føroysku handlarnir, sum selja spælið, Expert og Elding, nógv burturúr, [...] slíkum spølum, sigur Geir Thorsteinsson. Tey, sum iðra seg um, at Ísland ikki verður við í FIFA 17, kunnu tó ugga seg við, at íslendska huh-rópið verður at hoyra, tá ið áskoðararnir skulu seta sín dám á
Eisini í Danmark er trúvirðið hjá politikarum til umrøðu í hesum døgum. Politikarar eru tann mest ótrúverdigi fakbólkurin í Danmark, vísir ein nýggj trúvirðiskanning, sum Radius Kommunikation hevur gjørt [...] vísir, at tað ber til at broyta trúvirðið, sigur hann við dr.dk og leggur aftrat, at politikarar kunnu umhugsa at fokusera upp á innihald heldur enn persónsmál, hava klárar politiskar útsagnir og at standa
Endamál: Endamál felagsins er at reka íløguvirksemi, eiga partabrøv í øðrum feløgum og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.01 - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 18.08.2016 - 31.12.2017 Skrásetingar-nr [...] Ognarar felagsins verða bidnir um innan 4 vikur frá í dag, at fráboða krøv síni til felagið. Ognarar kunnu krevja neyðuga trygd fyri ófallin krøv og at fallin krøv verða goldin. Sí allar skrásetingarnar í
hevur pláss fyri 24 búfólkum, og borgarstjórin sigur, at teirra tørvur ríkiliga verður nøktaður við hesum heiminum. - Vit hava seks fólk á einum sambýli, og vit hava nøkur fólk á Mørkini eisini. Men vit koma [...] koma ikki at fylla nýggja røktarheimið sjálvi. Tað er soleiðis, at fólk úr Kvívík og Vágum kunnu eisini koma inn her hjá okkum, sigur Karl A. Olsen. Landið letur 700.000 krónur til hvørt búpláss í sambandi
Kristoffur Jakobsen hevur verið millum bestu spælararnar hjá klaksvíkingum í hesum kappingarárinum. Miðvallarin hevði torført við at vinna sær pláss á liðnum hjá EB/Streymi í fjør. Tað, sum vendi niður [...] fremst av øllum um at røkka málsetningnum, sum er at vera í bestu deildini í 2012. Tá tað er rokkið, kunnu klaksvíkingar hyggja upp eftir stigatalvuni.
ítróttarhøllini á Hálsi. Teir, sum bjóða seg til hesa ferð, eru bæði royndir og óroyndir menn frá hesum høpi. Tveir, ið hava drúgvar royndir, eru Jákup Suni Berg, Bogi Hammer, Heini Hátún, Johnfinn Hentze [...] sigur Bogi Hammer, ið bæði er fyrireikari og ein av teimum átta, ið kappast. ? Upp á tann mátan kunnu vit bæði eggja hvørjum øðrum til, samstundis sum vit síggja, hvar vit mugu spíla okkum meira út. Her
Í hesum døgum er EM endaspælið fyri U-21 landslið í Danmark. Bæði vertirnir og Ísland taptu sínar dystir í gjár, meðan Ongland og Spania spæla í kvøld. Í Aalborg tók Danmark móti Sveits. Danmark var omaná [...] Voronkov umsetti til mál. Løtu seinni økti Maksim Skavysh til endaliga úrslitið 2-0. Brot frá dystinum kunnu síggjast HER Tveir dystir eru í dag. Nú klokkan 17:00 spæla Tjekkia og Ukreina, meðan Ongland og Spania
áður skulu kunna seta saman sína egnu útbúgving. Bert við einum rímiliga stórum næmingagrundarlagi kunnu skúlarnir bjóða nøktandi lærugreina- og breytatilboð. Býráðið hevur tikið avgerð um at skipa nýggju [...] kenni bæði næmingar og lærarar á báðum skúlum, men eg eri politikari og taki støðu sum politikari í hesum máli og ikki útfrá, um eg kenni onkran har ella her - soleiðis er tað í politikki, tú fornermar onkran