hann, men eingin ávísur stólur stendur og bíðar honum nakrastaðni. Tað kom eitt sindur óvart á fólk, tá stjórin á Strandfaraskipum Landsins týsdagin boðaði frá, at hann hevur biðið um at verða loystur úr [...] komandi stjórin á Føroya Fiskasølu. Men hesum gitingum vísa bæði nevndarformaðurin á Fiskasøluni, Hákun Steingrímsson, og Reidar Nónfjall sjálvur frá sær. ?Tað hevur als ikki verið upp á tal, og tað fer [...] at tað, hann er á veg til, er ikki nakað, sum líkist hesum starvinum, hann nú fer úr. Tað eru heilt aðrar vinnugreinar, sum talan er um. Og kortini roknar hann við, at júst royndirnar á Strandferðsluni
hevði yvir 40 stig, tá ið fepurin var mestur. Tað gekk av báðum endum, og fólk vóru ógvuliga illa til passar. Tórgerð Hansen, leiðari á dagstovninum, sigur, at kvinnurnar løgdust sjúkar, 8. januar vóru ikki [...] vaskikonur, sum vaskaðu á stovninum hetta kvøldið, fingu eisini ein bita av heitu salatini, tá ið tær duttu fram við. Tórgerð sigur, at tær, sum løgdust sjúkar, vóru 5 kvinnur, ið starvast á teirri stovuni, sum [...] tey kanningarúrslit, hann hevur sæð, benda ikki á, at talan hevur verið um salmonellaeitran. Vit spurdu eisini Andreas Petersen, lækna, sum í løtuni er á tingi. Hann gjørdi sær tann ómak at ringja til
gott lív Á veg út í gongina fær Jóanes eyga á eina lítla gamla, eitt sindur rukkuta mynd, sum hongur á vegginum. - Hygg, hatta eru nakrir av glansbílætasamlararnum, sigur hann og peikar á myndina. Á myndini [...] og Fríðrikur, allir doyggja teir á ein ógvusligan hátt á ungum árum. Hetta eru fimm av glansbílætasamlararnum í árgangi 52 á Sankta Frans Skúla í Havn, sum allir búgva á Landavegnum. Har býr Kári eisini [...] øllum førum sigur rættiliga nógv. Hinvegin, ein rithøvundur, sum roynir at taka kappingina upp við veruleikan, dumpar altíð. Bæði tí veruleikin hvørja ferð trumfar nógv hægri og nógv grummari. Og tí ongin trýr
hermonnum í Havn og á Skálafirði, og at skipað varð fyri at sensurera telegraf, telefon og brævapost. Dagin eftir, tann 13. apríl í 1940, kveittu fólk út í havsbrúnna at vita, hvussu var statt við bretsku [...] sigldu út, gjørdi øll manningin á einum bretskum herskipi honnør og rópti leingi livi fyri Føroyum og Føroya fólki. Jóannes Árting greiddi frá, at fólk komu at taka í hondina á føroyingunum og ynsktu teimum [...] góðkenda flaggið í BBC, sum á øllum heimsins høvuðsmálum boðaði frá, at føroysk skip nú sigldu undir føroyskum flaggi. Tíðindini vórðu væl fagnað um landið, og fólk stevndu til fundar á Tinghúsvøllinum, haðani
fólkið í landinum, sum skapar virðini. Og umhugsni eigur at vera um, hví so stórur munur er á. Løgmaður segði á Rás2 mikudagin 3. apríl 2012, at hetta vísti, at samgongan hevði gjørt okkurt rætt(!). Hann [...] halda fólk vera stuttmint og óupplýst! Tað var júst árið 2011, at Fólkaflokkurin var uttanfyri ávirkan, og Tjóðveldi (í fiskivinnumálum saman við Framsókn) tók tøkini og hevði veruliga ávirkan á landsins [...] svar frá løgmanni og fíggjarmálaráðharranum uppá hesar spurningar: Hvussu ber tað til, at landsstýrið ikki hevur lagt fram ella bygt á tølini fyri 2011 í sambandi við karmarnar komandi árini? ANTIN hevur
Í kanning, sum júst er almannakunngjørd, verður víst á, at næmingar lesa elligomul høvuðsverk. Feðgar eru enn á ferð, og Heðin Brú fyllir mest á bókahillunum í skúlunum. Miðlarnir hava tikið evnið til [...] flestu. Tí eru tað eisini hesi evnini, tannáringurin er áhugaður í og vil lesa um. Hvussu fólk skóru torv ella fóru á flot er fullkomiliga óviðkomandi, tá tú ert 13 ár. Men verða hesi óviðkomandi evnini [...] lesari, og hvussu kann mann so vænta, at hesin persónurin skal lesa eina bók, sum fyri tað fyrsta viðger eina tíð og evni, sum ikki sigur honum nakað sum helst, umframt at bókin er skrivað á einum máli
serstøk, og verður tað ivaleyst aftur í ár nú hann fer at framføra á Stóra Pallinum á Vágsbøi. Ofta hevur Hanus framført á alt ov lítlum palli á festivalinum, har hundraðvís av fólki – um ikki túsundvís – hava [...] verið noyddur at biðja fólk dempa seg. Á Stóra Pallinum er hetta eingin trupulleiki, so fólk kunna – og fara at – syngja beint frá hjartanum, tá fólkakæri klaksvíkingurin framførir á heimavølli. Hevur tú [...] umtókti bólkur, skal aftur í ár syngja og spæla á festivalinum í Klaksvík. Bólkurin hevur spælt fleiri minniligar konsertir á Summarfestivalinum áður, og á G! í ár vístu Páll Finnur Páll, at teir eru í stórformi
ein skikkaðan persón. Í Føroyum finnast nógv væl útbúgvin fólk, ið eru væl skikkaði, at seta í fútaembætið. Hetta hevði tryggja, at sýslumansstarvið koma aftur á eitt nøktandi støði. Hesar reglur eru skrivaðar [...] um í hesum sambandi. Sum fyrrverandi sýslumaður komi eg mær ikki at tiga. Eg skal ikki koma so nógv inn á málið um Paul Watson, ið eg sum løgreglumaður áður í Føroyum havi elt fleiri ferðir, men heldur [...] og í politihøpi óskiljandi. Tí at tað er ein sjálvsøgd uppgáva hjá løgregluni at halda skil á, har sum fólk trunkast saman. Og sum tann gløggi eygleiðarin vildi sagt: “sjálvandi skal løgreglan vísa seg
varð ikki kvett á stokkinum sum á Vattarnesi við føroyska útróðrinum. Har hildu teir á fram til 1949. Jóan Jakku á Gerðismørk var eisini á Vattarnesi Ein av teimum mongu lorvíkingunum á Vattarnesi var [...] farið norðureftir á Bakkafjørðin og Vopnafjørðin tann fyrra dagin Norrøna lá inni. Seinna dagin var farið út á Skálanes á suðurarminum av Seyðisfjørðinum. Skipað varð fyri minnishaldi á kirkjugarðinum [...] eru kend í Føroyum, tí tey hava á ungum árum búð her, tá ið hann arbeiddi á skipasmiðjuni á Skála. Í Neskapustaði fekk hópurin eina stórsligna móttøku. Víst varð runt á virkinum hjá Sildavinnsluni, har
mentamálaráðharri tá, og vit báðir sótu undir liðini á hvørjum øðrum á tí fundinum, minnist fyrrverandi landsstýrismaðurin á Velbastað. Hetta málið var so á skránni, og eg royndi at viðmæla sum frægast og [...] góður frásøgumaður, og vit fingu eitt prát við hann um, hvussu ætlanin um at byggja Húsið kom í lag, hvussu undirtøkan var fyri hesum, og hvussu hesi 15 árini hava hilnast. Dánjal Pauli fortelur, at Erlendur [...] nøkrum slag hevði persónar á so høgum støði, sum Norðurlandahúsið hevði. Á tann hátt var Húsið óvanliga væl fyri, heldur Dánjal Pauli Danielsen fyri. So kann ein spyrja, hvussu Húsið og úrslit tess hava