Tann 1. august var ættarmót í Hoyvík. Nú er Hoyvík á odda í so mongum, eitt nú í barnatali, men í túsund ár var bert eitt hús í bygdini, sjálvur garðurin mitt í bønum við víkina. Ì 1835 komu eini hús afturat [...] vóru í 1835 og haðani klyvjarossini fóru niðan gjøgnum Hoydalsbrekkuna um Rossaliðið, sum Símun hevði gjørt í tann seyðahøga garðin, hann lagaði um alla trøðna eins og allan tann gamla bøin í Hoyvík. Óført [...] so mangir hoyvíkingar í dag komu tey aðrastaðni frá. Maðurin var Símun, traðarmannasonur av Glyvrum, og húsmóðirin var Charlotta, dóttir leigulendingin á Geilargarði Úti við Á í Kaldbak. Tey fingu fýra
mentanarnáttini í Tórshavnar kommunu, hin 4. juni, tekur Tjóðsavnið alment í nýtslu ein nýggjan plantufrøðiligan - ella botaniskan - urtagarð Heima á Garði í Hoyvík. Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum [...] her, sigur stjórin. Tá In.fo vitjaði plantufrøðiliga urtagarðin Heima á Garði í Hoyvík í síðstu viku, stákaðist gartnarin í urtagarðinum. - Her er alt gjørt av nýggjum, og eg havi projekterað so hvørt, [...] vóru tríggir urtagarðar í Hoyvíkini í samband við gomlu Royndarstøðina og garðurin, sum arbeitt hevur verið við seinasta árið, er vakurt laðaður og er einar 500 fermetrar stórur. Í urtagarðinum eru snøggar
uppibornan sigur á Neistanum í Hoyvík, meðan Kyndil snávaði á Skála. Mikukvøldið tapti Kyndil enn einaferð, tá ið vestmenningar vunnu við einum máli í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Tá sat at kalla [...] mikukvøldinum Í Hoyvík verður eisini ein dystur leygardagin, og tá verður talan um eina endurtøku av fyrru hálvfinaluni mikukvøldið í somu høll. H71 og StÍF bresta tá saman fyri aðru ferð í tríggjar dagar [...] tørv, nú endaspælið er byrjað. Hoyvíkingar hava hinvegin ikki havt marginalarnar við sær í seinastuni, men í Hoyvík vóna teir óivað, at eydnan fer at verða við teimum móti strandingum leygardagin, so at
viðførdi, at byrja var við bygdina í Kaldbak og siglt inn í Kaldbaksbotn. Eitt fitt lot var við byrjan, men miðskeiðis á teininum datt lotið burtur. Eftir at hava ligið í stilli eina góða løtu, var avgjørt [...] smíðja bátin Niels í Nesinum og megnaði hann hesuferð at verða fremstur, eftir fleiri ferðir at verði tætt við. Úrslitið viðførir at Niels í Nesinum nú er á einum deildum fyrstaplássið í kappingini fyri størri [...] nýggjur startur skuldi verða ytst á Kaldbaksfirði og málið í Kaldbak. Sjálvt um tað bert var eitt fleyr komu allir bátar á mál. Úrslitið var at Niels í Nesinum úr Tórshavn gjørdist væl fremst, Hoyvíksbáturin
Í gjárkvøldið vóru tveir dystir í næstbestu deildini. Tá vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti B68, og tá vann FC Hoyvík 1-0 á heimavølli ímóti HB. Skráin segði, at tríggir dystir vóru í dag. Men ein dystur varð [...] av EB/Streymi, men teir í EB/Streymi góvu í morgun avboð, tí teir søgdu seg ikki fáa manna lið. Enn er ikki greitt, nær dysturin verður spældur, ella um hann verður spældur. Í dag vann NSÍ 3-1 á útivølli [...] var fimta málið hjá miðverjanum Oddi Á. Højgaard í ár. Steffan A. Løkin økti til 2-0 og 3-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki átti Búi Egilsson uppleggið, og í síðsta minutti var tað Hans Marius Davidsen, sum
virksemi er hjá teimum í H71 hetta vikuskifti. Í allan dag hava fólk frá hondbóltsfelagnum í Hoyvík staðið vaktir og ansað ferðsluni í sambandi við Tórshavnar Marathon, sum hevur verið í dag. Hoyvíkshøllin [...] er karmur um loppumarknað, sum í dag er opin til klokkan 17 og í morgin frá 14 til 18. Marknaðurin er skipaður soleiðis, at fólk hava leigað sær bor, har tey selja hópin av klæðum, leikum og øðrum.
Í gjár andaðist ein av kendu monnunum í ferðavinnuni, Sigurd Simonsen í Hoyvík. Hann var 92 ára gamal. Sigurd Simonsen starvaðist í sínari tíð á dómaraskrivtsovuni, fekst við bókhaldsvirksemi og royndi [...] royndi seg eisini sum útróðrarmaður. Í 1956 fór hann í Føroya Ferðamannafelag at arbeiða, og í 1984 stovnaðu Sigurd Simonsen og konan Renate ferðaskrivstovuna, sum nú eitur Faroe Travel. Seinni stovnaði hann
Punk-bólkurin, the Dreams, jólakonsert í Ítróttahøllini í Hoyvík Hetta er næsta framførslan hjá bólkinum, síðani teir í august mánaði spældu á SummarFestivalinum í Klaksvík. Í tíðindaskrivi verður sagt, at bólkurin [...] tilfarið hjá sær, eins og sangir av nýggjastu útgávuni. Í løtuni eiga the Dreams fyri triðju ferð lagið, sum er ovast á danska Boogie-listanum. Konsertin í Hoyvíkarhøllini er frá klokkan 18 til 19.
uppá nýggju kirkjuna í Hoyvík gongur sum tað skal. Vígsludagurin verður um slakar seks viku, og alt talar fyri at arbeiðið verður liðugt til ásetta dag. Seinnapartin í gjár kom í øllum førum ein týðandi [...] eftir Gunnar Hoydal: ?Um bygdan haga, vík og dal, í ljósins verki eg ljóða skal?. Í framtíðini fer henda klokkan at boða kirkjufólkinum til gudstænastur í kirkjuni.
Talan er um barnagarðar í Løgmannabreyt í Hoyvík og á Hamrinum á Argjum. Heðin Mortensen, virkandi borgarstjóri í Havn, sigur, at nýggju barnagarðarnir vilja geva pláss til 120 børn afturat. Eftir ætlan [...] ætlan verða barnagarðarnir tiknir í nýtslu í apríl komandi ár. Samlaði kostnaðurin fyri barnagarðarnar er 21 milliónir kr. Tórshavnar býráð miðjar ímóti at gera ein enda á bíðilistanum, tá hetta valskeiðið [...] valskeiðið er liðugt. Ætlanir eru um byggjan av fleiri ørðum barnagørðum í næstum.