dystinum var Kyndil á odda 24-20, men tá megnaði Neistin at skjóta fimm mál á rað uttan, at Kyndil megnaði at svara aftur. Men Kyndil megnaði at koma upp á javnleik aftur. Kyndil vann fyrru FM-hálvfinaluna [...] Aftaná at hava snávað móti Neistanum í FM-hálvfinalunum í SMS-deildunum undanfarnu árini eydnaðist tað í dag Kyndli at knógvað Neistanum í FM-hálvfinalunum. Men tað var við minsta marginali, at Kyndil
hann á heimsleiðarar um at halda fram við hjálpini til Ukraina, soleiðis at landið kann verja seg móti Vladimir Putin og Russlandi. - Í Ukraina gera vit tað, vit kunnu fyri, at tað eftir hetta kríggið [...] segði seg vera greiðan yvir, at russar í krókunum royna at fáa í lag "skitnar" avtalur um Ukraina. - Men, tú kanst ikki hava álit á óndskapi. Spyrjið Prigozjin, um tað loysir seg at hava álit á lyftunum hjá [...] kríggið ikki verður nakað land, sum vil leypa á eitt annað land. Hann ávaraði ST-limalond um at gera nakrar avtalur við Russland um loysn á krígnum í Ukraina. Volodymyr Zelenskyj kom eisini við einum priki til
okkum í føroyum Hetta tíðindaskrivið er skrivað við veis i t Við tíðin er hugsandi at hendan appin fer at hjálpa okkum at skriva nógv fleiri tíðindaskriv til gransking punktum f og Sjálvt um appin enn ikki [...] dialektir í føroyum so er tað munandi skjótari at lesa tekstin upp og so rætta aftaná PS: Hesin høvundurin tosar norðranmál (viðhvørt) og tí vænti eg at tað er at oy verður umskrivað til ei í veis i t Hoyr [...] oyrir hjá teimum sum ikki hoyra Nýggi talukennarin sum andras eliassen hevur ment kann nógv meira enn at hjálpa deyvum um blindum hann er ein fungur fyri øll sum skriva Appin byggir á verkætlanina ravnur
ung fólk, sum vóru so drukkin, at samband ikki fekst við tey. Í øðrum føri var talan um unga kvinnu, sum var so drukkin á einum skeinkistað í Havn, at tey fingu hana ikki at vakna. Løgreglan kom eftir henni [...] vegnum. Á politistøðini helt læknin, at maðurin mátti úr vátu klæðunum, og tí var hann úrlatin og lagdur at sova. – Vit mugu so fáa fatur á onkrum í familjuni hjá honum at koma við klæðum til hansara, áðrenn [...] henni, men tey funnu ikki út av hvør hon var ella hvar hon búði, so hon var tikin við á støðna at sova rúsin úr. Løtu seinni komu boð um ein ungan druknan mann, sum lá og svav mitt á vegnum Finsen í Havn
23.30-tíðina, bíðaðu eftir at sleppa umborð. Fólk vóru úti á bryggjuni í Nólsoy í góðari tíð og fyri at halda hitanum, meðan bíðað varð eftir næstu rutu, skar fjøldin út í at syngja. Lagið var sera gott [...] skjótt, at fólk umborð eisini tóku saman hendur og fóru at dansa føroyskan dans. Hetta gjørdist ein sera hugnalig løta, har lagið á øllum var av tí allar besta. Tað er ikki á hvørjum sinni, at føroyskur [...] gott, og sangurin rungaði. Tey, sum bíðaðu á bryggjuni í Nólsoy, sóu, at ein hópur av fólki, serliga ungdómum, komu úr Havn og út til Nólsoyar í hesi somu rutu. Sangurin, sum hevði verið á bryggjuni, helt
ST-felagsskapurin fyri fráflytarar (IOM) veit at siga, at bardagar í afrikanska landinum Sudan hava fingið fleiri enn eina miljón fólk at flýggja úr landinum. Hetta er hent seinastu fýra mánaðirnar, meðan [...] og heimi og eru nú stødd ymsastaðni í landinum, har tey meta umstøðurnar at vera tryggari. Tað var miðskeiðis í apríl í ár, at vápnaðir bardagar brustu á millum stríðandi partarnar. - Stríðið stendur millum [...] millum herin í Sudan og sonevnda RSF-herin, sum áður stuðlaði stjórnarherinum. Vit kunnu leggja aftrat, at bókstavirnir RSF standa fyri "Rapid Support Forces". Sambært ST-felagsskapinum eru skrásett 1.017.449
Einaræðið í Norðurkorea váttar, at landið í dag hevur havt eina venjing, ið snúði seg um at raka mál í Suðurkorea við kjarnorkubumbum. Tað veit tíðindastovan Reuters at siga, sum vísir til statsrikna [...] tíðindastovu í Norðurkorea, sum verður stýrt við einaræði. Umframt at simulera, at landið skeyt kjarnorkubumbur eftir Suðurkorea, sendi einaræðið í simuleringini eisini tvær bumbur eftir USA. - Bumburnar [...] økinum, leggur norðurkoreanska tíðindastovan aftrat. Vit kunnu leggja aftrat, at lesur tú um Norðurkorea, verður sagt, at stjórnarskipanin er afturlatið einaræði. Landsins leiðari, Kim Jong-un, er abbasonur
verið sagt. Josh Green sigur seg stúra fyri, at talið verður enn størri í einari seinni dagføring, sum fer at koma. Tað er á næst størstu oynni á Hawaii, Maui, at skógareldurin hevur kostað mannalív. Eldurin [...] sambært guvernørinum í oyggjabólkinum er ikki óhugsandi, at talið verður enn størri. Í nátt segði guvernørurin, Josh Green við tíðindastovuna CNN, at talið av deyðum nú er dagført og er 53 - og ikki 36, sum [...] handlum og matstovum eru. Nógv ferðafólk koma til Lahaina,, og her noyddust nøkur av fólkunum at leypa á sjógvin fyri at sleppa undan óhugnaliga eldhavinum.
fyri frælsi og friði. Eg fekk stutt høvi at greiða Zelenskyj frá, hvat vit í Føroyum hava gjørt fyri at sýna stuðul til tað ukrainska fólkið. Eg greiddi honum frá, at vit standa saman við teimum í stríðnum [...] sindur av pengum enn at missa andlit”, segði Zelenskyj í røðu síni í gjár í samband við at Danmark letur Ukraina stríðsflogfør. Hesum taki eg undir við. Tað er mín innarliga vón, at friður skjótt skal verða [...] Meðan vit í Føroyum byggja nýmótans sjúkrahús, verða ukrainsk sjúkrahús álopin. Tað er eingin ivi um, at vit hava avbjóðingar í Føroyum, sum vit mugu loysa. Tó kunnu okkara avbjóðingar aldrin samanberast
henda dagin. Í SvF verður sagt, at kvøldsendingin er lættari tilfar, men at stovnurin hevur valt at lýsa ólavsøkuna frá tí siðvenjingarliga sjónarmiðnum fyrrapartin, men at kvøldsendingin gevur pláss fyri [...] tikið upp um dagin frá tiltøkum og práti við fólk, umframt at føroyskur dansur verður á skíggjanum. Ólavsøkudag verður sent út í eitt frá tí at skrúðgongan byrjar og út á seinnapartin. Sent verður beinleiðis [...] tingið verður sett og Anfinnur Kallsberg, løgmaður heldur sína fyrstu løgmansrøðu. Sjónvarpið hevur valt at gera meir burtuúr ólavsøkudag, og senda til út á seinnapartin. Ólavsøkukvøld verður byrjað kl. 20.