vissu, hvussu nógvar pumpur vóru umborð á russiska trolaranum tá, og hvussu nógv hesar góvu, men hann metir, at tær mundu vera einar tólv í tali. Skiparin á Tjaldrinum sigur, at tað ongantíð kom upp á tal [...] frá skiparanum á russiska trolaranum ella frá MRCC-støðini á landi. Men væl eftir miðnátt, rættari út við klokkan tvey fríggjamorgun, hevði Tjaldrið sett á reyvina á Olshanu, Pressarin á gronina, meðan [...] leið inn á Tangafjørð, so vit vóru skjótt á staðnum, greiddi Eyðbjørn Lervig frá. Skiparin á Tjaldrinum segði, at Olshana sá ikki út at standa so føst, men tað fyrsta, teir gjørdu, var at seta fólk umborð
sigur Bergtóra, sum leggur doyin á ongantíð at hava meir enn nøkur fáa pør av sama merki til sølu. Hon dylur ikki yvir, at kundarnir ofta spyrja hana beinleiðis, hvussu nógv pør hon hevur av onkrum merki [...] eisini orsøkin til, at Bergtóra ikki letur prísirnar síggjast á vørunum í vindeyganum í handlinum ella á heimasíðuni. - Tíverri finnast tað fólk, sum fáa ilt eitt vist stað av at onnur velja at brúka fleiri [...] dullu-lookið er kanska eitt mótarák millum so nógv onnur beint nú. Spurningurin er, hví summar kvinnur velja júst tað bíliga lookið. Tær vita jú væl, at tað forstýrar fólk rundanum tær. Vit kunnu so bara gita okkum
parti av landinum, so setti hetta ikki dempara á ferðina. Skemtiligt var t.d. at hitta hvalbiarprest á flottari motorsúkklu umborð á Smyrli. Knappliga stóð hann á bildekkinum við lítlum, fittum hundi í føvninginum [...] var at hitta vinir og kenningar, tí her var nógv fólk - sum á ólavsøku, sum tikið verður til. Og tá ein partur av fylginum aftur stevndi til Havnar og umborð á Smyril, var bilrøðin í nýggja tunnlinum so [...] brots heilt norður á Viðareiði. Har ein sera góður biti fekst frá Elisabeth, ið er ættað úr Vági, og rekur matstovu á Viðareiði. Síðani tóku menn sær av løttum og hugdu seg um í góðveðrinum á Viðareiði. Leiðin
úrslit, sum kunnu forða fyri, at vit fáa eina nýggja ístíð á norðurhálvuni. Somuleiðis hava vit tey á Biofar, sum hava funnið ein hóp av nýggjum verum á havbotninum. Vit hava plantufrøðingar, sum kunnu tíðarfesta [...] til, at fólk fingu endaligt prógv skjótari enn nakra aðra staðni, so føroyingarnir, meðan teir enn vóru ungir, kundu tikið lut í gransking á altjóða støði. Vit hava jú altíð sett okkara álit á ungdómin [...] land kann vísa á nakað tílíkt. Tað kundi tí verið eitt áhugavert granskingarevni at funnið fram til hvussu tað tá kann vera at vit eru syndarligir eftirbátar tá ið tað kemur til at seta virki á stovn í landi
grind. Grind á tí høgliga Funningsfirði mundi vera so sjáldan. Gjáarmenn fírdu ikki fyri at fara í grind, sum var rikin á Fuglafjørð, á Gøtu, inn í Vág, til Hvannasunds ella út í Sundalagið. Hvussu hart lívið [...] nakar stuttleiki, sum umstøðurnar vóru tá, at fáa hann niðan á Gjónna. Har stóð nógv á, ikki minst hjá Benadikt. Við bilinum broyttist nógv og alt til tað betra. Vegasamband var tó ikki til aðrar bygdir [...] var so stórt, at tað fekst ikki niður í lastina á Fuglafjarðarsluppini ?Fame?, men mátti standa á dekkinum. Um ikki annað kundu skipsmenninir halda andakt á dekkinum við orgultónum. Tað má hava verið onkur
fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast í steypakappingini hjá Johan B. Hansen og OB. AGF eyðmýkt Óli Johannesen og AGF vóru á útivølli á Riisvangen stadion í Århus. Tað gongur á allan hátt av skriðuni [...] hann á OB liðnum í Parkini ímóti FCK ? í OB halda teir, at hann stóð seg sera væl ? og mikudagin var hann aftur á liðnum í lokaluppgerðini ímóti B1909. Hóast B1909 er í 2. deild, so var áhugin á Fyn størri [...] Vanliga plaga tað at møta umleið eitt hundrað fólk upp, tá Vejen, sum spælir í einari av jysku deildunum í Danmarksseriuni, dystast á heimavølli. Steypadysturin ímóti FCK var longu klokkan 16.30 seinnapartin
egnu klæðir vóru ikki nógv verd eftir ferðina. Danska sendistovan rindaði fyri klæðini. Aftur á slóðina Meðan vit vóru á hospitalinum, so kom henda sjúkrasystirin og bað meg koma oman á skurðstovuna, og so [...] helt eg meg nógv fyri meg sjálvan. Var ræddur fyri, at fólk skuldi koma og spyrja meg um túrin. Hesum mátti eg koma burturúr, og eg mátti koma millum fólk aftur. Pápi hevði velt epli úti á Bakka. Men so [...] so vit kundu leska tunguna á. Vit rullaðu okkum so niður í sandin og royndu at leggja albogarnar uppá stokkin fyri at sleppa aftur á føtur. At enda sluppu vit upp aftur á beinini og fóru frá bátinum
reiðarar, skulu hava rætt til at eina gávu upp á hundraðatals milliónir frá føroyska samfelagnum. Og vit skilja ikki, hvussu Javnaðarflokkurin kann ganga á odda fyri einum slíkum politikki, leggur samskiparin [...] kkinum tikið hana á bóli. Í Sosialinum í gjár, greiddi Hendrik Old, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum og formaður í vinnunevndini frá, hví hann tók undir við ætlanini, sum nú liggur á borðinum um at broyta [...] hvør einasti føroyingur betalur nøkur prosent ov nógv í skatti fyri at einstakir reiðarar skulu fáa hesa stóru gávuna frá politikarunum. Hon undrast stórliga á, at so at siga ongin í samfelagnum sum heild
Hvar eru vit nú viðvíkjandi oljuvinnu á føroyskum øki? Eg havi loyvt mær at føroyska tað samanfating leiðarin á Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu, hevði á oljuráðstevnuni í mai í ár: Um vit byrja [...] Viðvíkjandi kolvetnisskipanum legði eg til merkis, at luttakararnir á stevnuni tóktust vera á einum máli um, at virkin kolvetnisskipan er at finna á føroyskum øki. Kelda, "køkur" og flyting virka. Seinast er tað [...] vita nær oljan rennur undir Føroyum. Eftir Marjun fundin 19. november 2001 hildu ivaleyst nógv at vit høvdu rakt á, og tað fór at ganga skjótari enn kanska onkur hevði væntað. Størsta týdning fyri eina avgerð
døgurða á miðdegi. Gongur regluliga á møti Alexandra gekk á møti í Frelsunarherinum í Havn, og tað hendi av og til, at hon fekk hann at koma við sær á møti. ”Eg gekk leingi og ynskti mær at vita hvussu eg kundi [...] dreingjabarn borið í heim norðuri á Eiði, sum kom at uppliva 20 øld á tamb upp á gott og ónt, og í dag er hann farin um tey fyrstu 7 árini av 21 øld. Í 1902 búðu gott 15.000 fólk í Føroyum. Í hansara livitíð [...] ár eftir hetta persónliga hugdi á Jesus og sá tað æviga lívið. Frá Poulsen til Tauser Sum 19 ára gamal kom hann at sigla við einum Suðuroyarskipi og var tí nógv á landi á Suðuroynni. Har var ein Havnagenta