Júst í Túni á Toftum. Hann var føddur 22. desember í 1919 – í dag fyri hundrað árum síðani. Júst var slóðbrótari. Hann var fyrsti føroyski skipari í nýggjari tíð, sum royndi í Nýfoundlandi. Tað var í 1956 [...] 1956, at hann var skipari á Atlantsfarinum, sum Anna Isaksen í Klaksvík átti, og sum Poul Hansen í Havn reiddi út. Teir royndu í Grønlandi og gjørdu síðani av at fara til Nýfoundlands. Fiskiskapurin har [...] føroyingum. Í 1957 fór Júst at føra Brestir, ið var næsta stállínuskipið, sum kom til Føroya – Vesturhavið Blíða á Toftum var tað fyrsta. Poul Hansen átti Brestir. Í 1962 varð kraftblokkur settur í Brestir
Tríggir dystir verða spældir í 7. umfari í Betrideildini hjá monnum í dag. Tann fyrsti varð spældur í Trongisvági kl.14.00, har TB og ÍF hittust. Tað var ikki tað nógva av skipaðum spæli, og tað var eisini [...] farið frá einum upp á tvey stig. ÍF hevur nú 10 stig og andar grannarnar úr Víkingi í nakkan. Víkingur spælir í Klaksvík í kvøld kl.19.00. TB - ÍF 0-0 (0-0) TB: Meinhardt Joensen - Sebastian Kroner, Ndende [...] báðar vegir seint í dystinum, kanska serliga til TB tá ið Mads Raben fekk stóran málmøguleika tríggjar minuttir fyri leiklok, men tað kom einki mál og dysturin endaði 0-0. Við javnleikinum í dag tvífaldaði
Fjall. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og í Fíggjarmálum. Men hann leggur afturat, at endamálið er at fara undir teir í ár. Stefan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin [...] Samstundis hevur ætlanin verið at farið at broyta linjuføringina, so at tunnilin gongur av Gerðabøi í Klaksvík, men har eru nógv fornminni. Tey verða nú kannað, men tað er óvist nær tær kanningar verða lidnar [...] og Jørgen Niclasen sigur kortini, at hansara endamál er at bjóða arbeiðið út í ár, soleiðis at arbeiðið eisini kann byrjað í ár.
aftur á lagnudystin á Argjum í 25. umfari í 2016, tá ið óvæntaði 3-1 heimasigurin var orsøk til, at KÍ misti FM møguleikan. Í kvøld hittast KÍ og AB í útsettum dysti í Klaksvík. FM møguleikin hjá KÍ hvarv [...] harvið rættin til næsta summar at luttaka í Europa. Hjá KÍ er tað ivamál, um Ísak Simonsen verður førur fyri at spæla. Hann noyddist skaddur av vøllinum í 3-1 sigrinum í Sarpugerði, og fótskaðin var so álvarsamur [...] førur fyri at spæla í Runavík, har KÍ tapti 1-0. Rógvi Poulsen verður fyri fyrstu ferð við stýrisvølin hjá AB. Hjá honum og AB snýr tað seg um at vinna stig og harvið styrkja um sína støðu í kappingini við
starvast í áratíggju. Tí er tað bæði bíligast og skjótast at leggja hana í Vágum, sigur hann. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at ætlanin er at stovna eina føroyska veðurstovu í ár og ætlanin [...] ætlanin er eisini at seta minst ein veðurfrøðing í starv í ár. Og í fyrstu syftu er avtalað, at Vørn leggur høli til ta føroyska veðurstovuna, men annars er støða ikki tikin til, hvar hon skal vera. Hann sigur [...] áðrenn støða verður tikin. Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur, at veðurstovan skal vera í Klaksvík og leggjast afturat sjóvinnudeplinum har, men so heldur hann, at ein veðurfrøðingur kann vera á
umframt kandidatprógv í kompositión og sangskriving, hevur Hans Edward Andreasen bestu fortreytir fyri at vegleiða og hjálpa ungum tónleikarum í gongd. Hansara uppgáva verður frálæra í ymiskum ljóðførum, [...] tónleikarin, Hans Edward Andreasen, hava sett sær fyri at gera nakað ítøkiligt fyri at menna tónleikin í Klaksvík. Royndarverkætlanin, sum hevur fingið navnið ”ListaRok”, hevur til endamáls at geva ungum møguleika [...] fimm bólkar tilmeldaðir, og eru teir mannaðir av bæði gentum og dreingjum. Tilboðið er ætlað ungum í aldrinum 13-18 ár. Møguligt er at tilmelda seg sum einstaklingur ella sum bólkur, og neyðugt er ikki
verður friðingarnevnd sett í hvørjari sýslu við sýslumanninum sum formanni og 2 øðrum limum, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn. Sitandi friðingarnevndir vórðu settar í februar 2012, og tí er teirra [...] Østergaard, Hoyvík og Michael Jacobæus, Tórshavn. Í náttúrufriðingarnevndir fyri Norðoyar sýslu eru vald Gunrið Kallsberg, Viðareiði og Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík Í náttúrufriðingarnevndir fyri Eysturoyar sýslu [...] vald: Niels Nielsen, Sørvágur og Aud í Soylu, Sandavágur. Í náttúrufriðingarnevndir fyri Sandoyar sýslu eru vald: Dávur Sørensen, Húsavík og Elisabeth Myllhamar, Skálavík. Í náttúrufriðingarnevndir fyri Suðuroyar
Hóast tap í Klaksvík síðsta leygardag, so er møguleikin hjá 07 Vestur at flyta upp ikki burtur, og eftir 3-2 sigur á útivølli á Skála í kvøld, er vónin bjartari. Skála var tvær ferðir á odda í fyrra hálvleiki [...] og nýtt innlegg skoraði. Leivur Zachariassen sendi við frísparki bóltin í innarusíðu í stólpanum aftanfyri Silas Eyðsteinsson í 07 Vestur málinum, tá ið støðan var 2-2. Níggju minuttir undan leikloki eydnaðist [...] 44 stig og er trý stig aftanfyri KÍ, sum í kvøld eigur heimavøll ímóti NSÍ. Skála hevur 27 stig. Í 26. umfari, sum verður annan leygardag, skal 07 Vestur spæla í Gundadali ímóti B36, og Skála eigur heimavøll
leygarkvøldið klokkan 18 í Djúpumýru í Klaksvík. Leingi hevur verið arbeitt upp á nýggja KÍ-skýlið, sum er fastbygt í KÍ-høllina. KÍ boðar nú frá, at tað nýggja KÍ-skýlið verður tikið í brúk til hendan dystin [...] KÍ boðar frá, at nýggja skýlið verður tikið í brúk til KÍ-HB dystin í morgin. Eftir ein landsliðssteðg er aftur landskappingarfótbóltur í Betri deildini. Byrjað verður við einum braki, har klassikarin [...] dystin. Tað eru framvegis koronareglugerðirnar, sum áskoðararnir skulu fyrihalda seg til. KÍ hevur í tí sambandi sent hesa vegleiðingarnar út: Vit hava deilt vøllin upp í 5 høvðussonur sum eru: - Bøgøta
klaksvíkingar framvegis luttaka í europeisku meistarakappingini. Tá vóru spælararnir farnir til hús. Klokkan átta vóru teir aftur í felagshølunum og klokkan 8.30 fóru teir úr Klaksvík og vestur á flogvøllin. Flogfarið [...] At talan er um lítið flogfar kemst av, at flogvøllurin í Bern er stuttur. Ofta hava tað verið nógvir áskoðarar í fylginum, tá ið KÍ hevur luttikið í Europa. Soleiðis er tað ikki hesa ferð. Tað eru 20 spælarar [...] r og tveir ferðaleiðarar. Í kvøld fer KÍ at venja á vøllinum, har dysturin verður mikukvøldið klokkan 19.15 føroyska tíð. Í gjár vóru 116 ár síðani, at KÍ varð stovnað, og í dag eru tað 103 ár síðani,