uppgerð við tað, at tað er so nógv av gera á sjúkrahúsunum, skrivar www.jv.dk. Í 2018 føddu 205 mammur í Suðurjútlandi heima í staðin fyri at fara á eitt av sjúkrahúsunum í regiónini at føða. Hetta er nógv [...] fimm árum síðan, tá bert 71 mammur valdu at føða heima. Talan er tískil næstan um eina trífalding, og faktist skulu vit fleiri ára tíggju aftur í tíðina fyri at síggja líka so stór tøl fyri heimaføðingar [...] Sygehus í Esbjerg, og hon heldur, at mongu heimaføðingarnar vísa eina frustratión móti heilsuverkinum, sum arbeiðsliga verður trýst meira og meira. - Fólk hava ógvuliga nógv at gera á okkara sjúkrahúsum, og
óbeskriviligt, at tað ber til at døma so illa. Tað var bara vánaligt. So bersøgin er Guðrun Joensen um dømingina í dystinum vesturi í Sørvági í dag. Guðrun heldur tað verða út av lagi vánaligt, at dómarin ignoreraði [...] dómaraskeiðnum, har tað kom fram, at tað er nakað ein als ikki skal gera. Guðrun Joensen tekur eisini í egnan barm, og staðfestir, at tað var vánaligt av KÍF ikki at halda fast við gongdina frá teimum [...] Tavsen stórfegnast um, at hon og liðfelagarnir stríddu seg uppaftur aftaná at hava verið aftanfyri 0-2. Hon hevur eina ótrúliga kenslu um avrikið hjá sær og liðfeløgunum. HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði
Spælararnir fóru á vøllin um 19 tíðina. Fyrstu løtuna sloppu fjølmiðlarnir at taka myndir og hyggja at venjingini. Teir byrjaðu við at hita upp og spældu síðani tað, sum millum annað verður nevnt brummus. ##med2## [...] sponsku tíðindamonnunum, sum er komin til Føroya. Okkurt kundi bent á, at spanska landsliðið kundi hugsað sær at brúkt minst møguligt at orku í morgin, meðan dysturin móti Svøríki mánakvøldið er tann torførari [...] ivasamt um tað verður David De Gea ella Kepa, sum standa í mál. Eg vænti at Álvaro Morata og Rodrigo verða í álopinum. Eg giti eisini at Sergio Ramos vil spæla, tí hann eltir dystarmetið á spanska landsliðnum
kvinna læt lív. Filmsbrot vísa, at løgreglan verður álopin við ymiskum lutum, og nøkur álopsfólk eru í maskum. Løgregluleiðarin í økinum, Mark Hamilton, skrivar á Tvitter, at ein 29 ára gomul kvinna er deyð [...] ndi ikki alment boðað frá, hvør stendur aftan fyri ófriðin. Sagt hevur eisini verið, at ófriðurin byrjaði eftir, at løgreglan framdi húsarannsóknir móti fleiri privatum heimum í Mulroy Park og Galliagh-økinum [...] ótespiligar valdsgerðir. Hann sigur, at yvirgangsfólkini, sum standa aftan fyri, mugu beinast burtur úr gøtunum. Norðurírska løgreglan sigur nú á tíðindafundi, at tey meta Nýggja IRA, sum tey rópa yvi
sigur almenna skeltingin, at bygdin eitur »Skálabotnur«, men meiriluti av bygdafólkinum hevur á fólkatkvøðu sagt, at bygdin skal eita »Skálafjørður«. Fyrr í dag skrivaði In.fo, at nú hevur onkur málað út [...] frægur í Staðarnavnanevndini, Mentamálaráðnum, Samferðslumálaráðnum og hjá Landsverki, at viðkomandi er førur fyri at siga okkum, um tað verður fólksins vilji ella Staðarnavnanevndarinnar vilji, sum verður [...] verður endaliga úrslitið í hesum málinum? Borgarstjórin í Runavíkar kommunu heldur, at tað nyttar ikki hjá myndugleikum at renna undan einari nýggjari avgerð um bygdanavnið. – Nú er trýst komið á málið, og
ári, og ymsu luttakandi londini skiftast um at vera vertir. Endamálið við samstarvinum er at menna skúlarnar í Norðurlondum, bæði saman og hvør sær, umframt at skapa sambond millum skúlaleiðarar í ymsu londunum [...] “Týdningurin av at leggja til rættis venjing í skúlunum – ávirkan á heilsu, trivnað og læring”. Seinnapartin varð vitjað á Ítróttarháskúlanum í Vági. Í Havn fer Jóhannes Miðskarð at umrøða úrslit frá [...] leiðslu í føroyskum fólkaskúlum og at seta granskingarúrslitini í samband við hugtakið “professionellur lærifelagsskapur”. Eisini vitja tey á Glasi og á Skúlatrøð, umframt at tey fáa kunning um spildurnýggja
spælinum ímóti Skála, sum var um reppið at vinna í Sarpugerði. Í síðstu løtu eydnaðist tað heimaliðnum at skora tvey mál, so úrslitið varð 2-2. Tað kemur illa við, at liðformaðurin Atli Gregersen er leikbannaður [...] uni hevur árstalsfelagið ongan dyst tapt í landskappingini síðani 17. juni. At B36 er flúgvandi bar mikukvøldið við sær, at steypavinnararnir nú eru næstfremst í landskappingini. Mikukvøldið vóru tað mest [...] Víkingur hevur verið meistari tvey tey undanfarnu árini. Nú er avbjóðingin at spæla fyri lítla møguleikanum, sum framvegis er, at liðið skal vinna pláss í Europa. Um tað skal eydnast, so skal Víkingur vinna
aftaná álopið, veit tíðindastovan AFP at siga. Sambært tíðindastovuni Ritzau er framvegis einki, sum bendir á, at talan var um yvirgangsálop. Keldur í løgregluni siga, at handtikni maðurin er afganskur rí [...] Ein trygdarvørður í einum biografi sigur, at hann sá ein mann, sum longu hevði lopið á ein bólk av fólkum, verða jagstraðan av tveimum monnum, sum royndu at steðga honum. - Hann hevði eitt jarnrør í hondini [...] Najah – sigur, at hann gekk fram við Canal de l’Ourcq, tá hann sá ein mann koma rennandi við einum 25 til 30 sentimetra longum knívi. - Eini 20 fólk vóru rundan um hann. Tey byrjaðu at tveita petanque-kúlur
komið verður til jóla. Avgerandi fyri at hesi mál skulu eydnast verður, at liðið fær koppað tøttu dystirnar til sín fyrimun, sigur Jeppe Borch, og grundgevir við at hann væntar eina sera tætta kapping, [...] øll lið kunnu vinna á øllum. Meira nágreiniligt krevur hetta at Neistin fær verjuspælið frá í fjør at rigga eins væl í ár, og harafturat at menna álopspartin enn meira. Til tess krevur nakað av hepni, [...] Borch, Neistavenjari, greiðir frá at liðið hevur sett sær fleiri innanhýsis mál viðvíkjandi menningina og avrikini á liðnum. Í mun til úrslit er málið í fyrsta umfarið at enda millum fýra tey fremstu, og
Føroyskir myndugleikar eru eftir øllum at døma ikki kunnaðir um venjingina. Gunnar Holm Jacobsen, fulltrúi í Uttanríkismálaráðnum, sigur seg ikki hava fingið at vita nakað um, at hendan venjingin eisini verður [...] havi. Venjingin byrjar í dag og endar 7. november. Endamálið við venjingini er at royna evnini hjá hernaðarsamgonguni at venja og virka í felag, eisini í norðaru økjunum. Venjingin skal eisini royna evnini [...] Hetta er ikki fyrstu ferð, at danir ikki kunnað Føroyar um eina slíka venjing og í summar sendi landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, eitt mótmæli til danskar myndugleikar um, at teir ikki høvdu kunnað Føroyar