aftur eftir nøkur svong ár. Eftir at fiskurin var komin aftur á grunnarnar, fiskaprísirnir sett met oman á met, arbeiðsloysið komið niður aftur á nøkur fá procent, nøkur av teimum mest átroðkandi búskapar [...] vísa, hvussu langa tíð hvør einstakur persónur skal nýta til ferðing millum tey nevndu støðini. Við at leggja tølini saman niðureftir í yvirlitinum og síðan falda við tvey sæst millum annað, hvussu stórur [...] landnorðri? Jú, at taka ferjuna burtur millum Skálafjørýin og Havnina og noyða fólk í bussarnar! (Rætt skal vera rætt. Sum plástur á sárið hava teir sett ein sonevndan snarbuss at koyra eina ferð dagliga aftur
vóru fáir og smáir ella rættari eingir. Báðir partar høvdu nógv fólk á miðvøllinum. Tað bar við sær, at ein rúgva av spælarum stríddust á heilt lítlum øki. Uttan at tað gjørdist ófantaligt vóru nógvir nærdystir [...] bóltin upp á tvørs til Magna á Lakjuni, sum hegnisliga setti bóltin dygst inn við stólparótini. Gylta ÍF løtan ÍF hevur verið kroyst á stigatalvuni, og tí var tað ikki undarligt, at fagnaðurin á fuglfirðingum [...] teir umsettu til mál. ÍF hevur ofta havt gott tak á NSÍ. Í 1. hálvleiki bendi lítið ella einki á, at annar parturin skuldi vinna. Tað varð sparkað nógv og langt og oftast óneyvt, og málmøguleikarnir vóru
innanlendispolitikk niður á politiskt-religiøsan stórdanskan vekilsisfund á Christiansborg. Kann Høgni Hoydal ikki markera seg á annan og meira civiliseraðan hátt, er tað nógv betri, at hann heldur fram [...] komin niður aftur á danska Fólkatingið, hevur hann á vanliga narcissistiskan hátt saman við teimum báðum grønlendsku fólkatingskollegunum kallað saman eitt valalið av dønum, sum hann á knortlutan hátt og [...] inntøku, heldur hann kanska, at hann noyðist at markera seg, so fólk halda, at hann ger okkurt lítið fyri lønina! Tí so mikið kunnu vit, ið hvussu so er, øll semjast um, at hesa astronomisku lønina er hann
leggja størri dent á útirúmið, og byrjar tað, tá húsini enn eru á tekningaborðinum hjá arkitektinum. - Útirúmið er farið at fylla meira, tá hús verða teknað. Tað er eitt nógv størri fokus á hvat ringasta ætt [...] hann á. Ræðumyndin er hinvegin nøkur av teimum sethúsum, ið fólk lótu byggja í 70'unum, har hædd slett ikki bleiv tikið fyri umhvørvið runt húsunum. - Tá var tað typiskt, at húsið lá á suðursíðuni á stykkinum [...] eitt útsýni. Tað snýr seg um at finna tað optimala økið á tí matrikklinum, ið tú ert á. Tað staðið, ið man fær størsta njótilsi at uppihalda seg á. Fyri føroyingar snýr tað seg sum oftast um at gera eina
haldi eg. Vit ríða á einari bylgju av sjóðkvalitetinum og tí fermenteraða, men tað er ikki nógv annað enn tað. Vit kunnu fara nógv víðari innan fyri góðskuna. Tíverri er alt ov lítið hent á hesum økinum, meinar [...] bestemt stað í Føroyum. Tari smakkar væl Eitt annað áhugavert er tari, sum vit hava nógv av í Føroyum. – ES heitir á fólk um at eta meira tara, tí tað manglar so nógvur matur í heiminum. Tari er sunnur, og [...] Vit eru ikki komin til botns í øllum. Har er ymiskt potentiali, sum vit slett ikki hava verið inni á enn. Eg vænti, at tað hevði kunnað verið slóðbrótandi fyri Føroyar, um vit fóru at víðarimenna føroysku
rættast. - Í nógv ár hevur verið tosað um at leggja eitt nú eldraøkið út til kommunurnar at umsita, men enn er einki hent. Tað vísir seg, at har tveir partar skulu deilast um økini, dettur nógv niður ímillum [...] soleiðis. Heðin Mortensen vísir á, at í øðrum londum, har kommunur eru lagdar saman, veit hann dømir um, at gomlu bý-og bygdaráðini hava sitið tíðina út, samstundis sum nýggj fólk eru vald, ið taka við, tá [...] dælt av hesum peningi upp á kostnaðin hjá borgarum í eitt nú Tórshavnar kommunu, og tá kann eisini spekulatión koma inn í myndina, leggur hann aftrat. Heðin Mortensen vísir á, at ein slík útjavning, sum
eftirhondini eru somikið góðar, at fólk hava hug at koma aftur, sigur Maria á Dul. Spurd, hvat hon sipar til, tá hon sigur góðar, vísir hon á, at eitt nú hava kommunurnar gjørt nógv burtur úr at gera fysisku karmarnar [...] størv, sum eru klár at seta, umframt at tørvur er á enn einum lækna, sigur Andor Ellefsen. Støðast longur Hann vísir á, at tað ein ovurhonds stórur tørvur á læknum í øllum norðurlondum, so vit eru onki undantak [...] verið 32. Sostatt eru omanfyri 2100 íbúgvar uppá læknan her á landi, sigur Andor Ellefsen. Hann greiðir frá, at avloysararnir hava ikki støðast her á landi, men at umstøðurnar seinastu árini eru batnaðar nakað
við. Tað sást beinanvegin, tá ið hann kom út úr mjórkanum á Vágsfirði á miðdegi fríggjadagin, tí tað vóru meiri enn ein sum bóru upp á mál, hvussu avbera vakur báturin er. Og komin umborð, krevst ikki meiri [...] høvdu teir fólk við honum til fiskiskap í nakrar dagar og hann vísti seg at rigga avbera væl. Eisini heimferðin gekk væl. Tann eina dagin høvdu teir sjaskveður. Men hann fleyt sum ein drotning á sjónum, sum [...] Men annars kunnu bátarnir ikki samanberast, tí hesin tekur næstan tvær ferðir so nógv sum tann gamli og er annars nógv betri útgjørdur í allar mátar. Eisini hesin nýggi báturin hevur fingið navnið South
ofta eru dugnaligari á øðrum økjum enn onnur. Sum flest onnur, ið hava eitthvørt brek, menna tey aðrar førleikar serliga væl. Til dømis hava tey ofta nógv betri sjónminni enn vanlig fólk, umframt at tey ofta [...] er at lesa so nógv og so ymiskt fyri og við børnunum, sum møguligt. Lat tað liggja í luftini, at sjálvandi læra tey at lesa, sjálvt um tað til tíðir ikki gongur so skjótt. Tak tey við á bókasavnið og lat [...] skeiðir undir Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Eisini kunnu tey senda ein lesilærara út til fólk, vísa á viðgerðir og hjálpitól og kanna og meta um lesiførleikarnar hjá bæði børn-um og vaksnum. Eitt
kapitalhækk-an á 14 milliónir framd á heysti 2002. Á Kalli starvast 12 fólk. Helvtin arbeiðir við tøkni og hin helvtin við kundarøkt, sølu og umsiting. Ársúrslitið hjá Kall í 2002 var eitt hall upp á 7, 5 milliónir [...] telefonina á borðinum. - Smart, heldur tú ikki? Jú, ikki eiti á. Men dýrt. - Tað er trupulleikin við so nógvum. Einasta orsøkin til at vit yvirhøvur hava fastnettelefonir enn í dag er júst tann, at fólk halda [...] áðrenn fyritøkan fór inn á marknaðin á vári 2001 skifti hon navn til Kall. Orsøkin var at leiðslan og eigararnir ikki hildu navnið Alnót hóska til breiða tænastuøkið hjá fyritøkuni. Á sumri í 2001 gjørdu Kall