hevur víst seg, at tá væl av øðrum arbeiðum var at fáa innan aðrar vinnugreinar, so fóru fólk frá flakaborðunum í tað arbeiðið. Men so skjótt sum tíðirnar versnaðu aftur, valdu tey aftur at fáa sær arbeiði [...] teimum. - Tá tey vóru blivin størri, hevði eg hug at fara út at fáa mær eitt arbeiði. Men tja, eg veit ikki, tað var kanska eitt sindur tilfeldugt at tað júst var fiskaarbeiði, sum bleiv mítt lívsstarv [...] skulu yvirliva sum virki. Ja, tað er helst so, at mest møguligt skal koyrast ígjøgnum við fægst møguligum fólkum. Bjørg hevur skilt á skerarunum, at tey hava úr at gera alla tíðina. Nú arbeiða tey ikki longur
hvat pønsa tey so upp á? Jú, enn einaferð ein nýggjan flokk at revsa teir áður gomlu, slitnu og svikafullu, tó vist er, at tað helst bert fer at økja um tann frammanundan babylonska forvirringin og enn meira [...] ráðaloysi og í síni ómegd velja bara at tiga. Tó tá eru veljarar lættir at flyta og keypa av einfaldum og tó greiðum politiskum opportunistum í enn eini vón um, at »nýggir kveistrar kveistra best«. Men [...] likkini, har annars demokratiskir flokkar, harav fleiri sosialistiskir, ikki megnaðu at semjast um støðufesti og at skipa týska ríkið aftan á fíggjarliga verðaldarkreppu og handan tapið og samfelagsliga
Skipanin er enntá soleiðis, at tann fasta manningin skiftir um at halda tær stóru høgtíðirnar sum páskir og jól heima. Og so royna teir eisini at skifta summarferiuna sundur, soleiðis at allir fáa ein part av [...] bryggjuni eru menn í ferð við at landa veiðuna frá seinasta túrinum. Á dekkinum verður arbeitt við at rigga til nýggjan túr. Og á verksmiðjuni er bæði menn og ein kvinna í ferð við at umvæla eitt av tólunum í [...] land aftur. Her hevur reiðaríið av sonnum lagt seg eftir, at gera alt so lagaligt sum tilber fyri manningina – ja, í roynd og veru so væl, at teir longu nú vita, nær teir skifta manning tvey ár fram. -
á tingi – taki undir við, at samkyndar kvinnur fáa somu rættindi sum onnur. Eg vóni eisini, at uppskotið um hetta verður endaliga samtykt við 3. viðgerð. Men onnur hava rætt at hava aðra hugsan. Og um eg [...] tosað um, at rættindi skuldu takast frá samkyndum – og eingin hevði tosað um, at tey skuldu fáa fleiri rættindi. Heldur ikki Annika Olsen. Hon hevði enntá áður atkvøtt ímóti rættinum hjá samkyndum at giftast [...] Lindenskov sjálvur. Hon gjørdi tað, hon mátti gera, fyri at flokkurin kundi fáa sín vilja, og vera álítandi at samstarva við. Hjá Maritu var hetta lætt at gera tá, tí eitt landsstýrisfólk kundi saktans sita
til hjá landsstýrismanninum beinanvegin at seta forboð tá atgerðir eru neyðugar til tess at forða týðandi dálking. Landsstýrismaðurin hevur víðar heimildir heilt at seta forboð fyri framhaldandi virksemi [...] Tað er rættuliga undarligt at eitt løgtingsfólk ikki kennir reglurnar í Umhvørvislógini fyri serliga dálkandi virkir. Næst líka so undarligt at Ingilín S. Strøm ikki veit at sonevndi AArhus-sáttmálin, [...] ikki fylgdar fyri serliga dálkandi virkir kann landsstýrismaðurin geva boð um, at bøtandi atgerðir verða framdar. Ber ikki til at tálma dálkingini, kann landsstýrismaðurin banna framhaldandi rakstri og møguliga
ður í heilsumálum, boðað frá, at hann fór at koma við eini nýggjari og kollveltandi “heilsunýskipan”, sum skuldi reformera alt heilsuverkið – og vera so einastandandi, at samstundis sum alt bleiv betri [...] ófrættakent, tá vit samstundis vita, at nógvar sergreinar og týdningarmikil virkisøki á sjúkrahúsunum antin eru nógv undirmannað ella heilt ómannað. Tí er at vóna, at eitt politiskt, fakligt og alment orðaskifti [...] ítøkiliga er at gera, hvussu tað skal setast í verk, hvar pengarnir skulu koma frá – og ikki minst: hvussu er ætlanin at fáa Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús at fungera við
har eitt hugskot varð borið fram um at keypa eitt tjald at samla alt Guds fólk í. Tað gekk ikki meira enn fimm minuttir, so varð avgjørt, at tjaldið skuldi keypast, og at Thomas Juul við sínum undirsáttum [...] lívgevandi orði, ið lyftir ein uppaftur og ger at vegurin verður lættari at ganga. Trúfasti vinur mín, Thomas, ikki kann eg lata vera við at hugsa um støðini í Øksnagerði og Varðabú, tá ið vit tríggir sótu [...] Eg vóni, at vit kunnu siga sum Guds maðurin í skriftini sigur í Josva 14.11, so at Jesus kann senda okkum út við gleðiboðskapinum og vinna sálir fyri himmalin. Ja, eg trúgvi, góði Thomas Juul, at báðir eru
ikki neiligt at gera tað. Er tað ikki tað, vit øll gera hvønn dag, so ella so? Í hvussu er haldi eg, at ein og hvør tónleikari eigur at gera tað – At gera sítt besta hvørja ferð og tora at blíva sáplaður [...] eitt ummæli av einari fløgu at gera, spyrt tú. Jú, tað hevur tað. Sært tú, tá tú fært eina fløgu í hondina og setir hana í fløguspælaran í bilinum, so hevur tað nógv at siga, at hon passar væl við veðrið [...] Benjamin var heppin. Sólin skein, tá eg fekk hana. Sólin skínur enn. Faktisk haldi eg, at eg eri farin at trúgva, at sløkki eg fløguna, so slóknar sólin. Hetta er ein tónleikaútgáva frá einum tónleikara
desperatari roynd at venda tungu gongdini. Og við sigrinum móti verjandi meistarunum má sigast, at tað loysti seg at gambla. Fram um alt, so høvdu avgerðirnar hjá venjaranum ta ávirkan, at HB-liðið at kalla vaknaði [...] HB-húsinum av. Ivaleyst høvdu mon undan dystinum hug at finnast at avgerðunum, sum Rúni Nolsøe hevði tikið undan dystinum, men í fótbólti er tað væl soleiðis, at vinnarar hava altíð rætt. Hinvegin er talan nærum [...] meira enn eyðsýnd í HB. Í leikskránni undan dystinum varð tikið til, at kvotan við málleysum javnleikum nú var somikið ovurfiskað, at talan mest sum var um ránsveiðu, og hetta hevði eisini fingið sínar
sítt egna, ljóta huldubarn í staðin. Einasti mátin, at býta eitt sovorðið býtisbarn um aftur, var at buka huldubarnið til blóðið sprændi so illa, at huldumamman sjálv kom aftur við menniskjabarninum og [...] upp til, at áskoðarin sendir eitt moralskt eygnabrá langt inn í seg sjálvan. Ber tað til at elska eitt barn, sum er ljótt sum arvasyndin og hartil ikki er títt egna? Hava vit ikki øll rætt til at fáa fullkomin [...] galdandi søgum, gloymir tú, at umstøðurnar í Skiftingen hoyra einum øðrum heimi til. Ómakaleyst og sannførandi kemur leikurin at snúgva seg um teg og meg, hvussu vit bera okkum at móti okkara næsta, og hvussu