var 3%. (Tað merkir, at livistøðið hjá føroyingum er hækkað, og tað er vorðið bíligari at vera føroyingur) 7. Fólkatalið minkaði meðan Hans Pauli ráddi fyri borgum , men er nú farið at vaksa, øktist við 174 [...] skýtur javnaðarflokkurin upp at umfordeila frá øllum til tey ríku, við at veita teim vælbjargaðu fólkapensjón seinni. 21.Landstýrið játtar 323 mió kr til íløgur í 2014 fyri at byggja Føroyar enn meiri út [...] og ótryggleika heldur enn at fegnast um ta góðu gongdina í Føroyum. Men tað er slíkum so líkt, sum einki úrslit hava sæð av sínum egna politikki. Nú tvíheldur Hans Pauli um, at skattalættin onga vøkstur
Fjølmiðlar, undirhaldsbransjan, infotainment, plaga at spyrja fólk um alt møguligt, sum eingin blívur klókari, glaðari ella ein betri samfelagsborgari av at fáa at vita. Týdningarleysir spurningar og týdningarleys [...] og keðiligur óvani. Og eingin takkar tær fyri at vera skyldurøkin. Fyri at gera tínar skyldur. Men hesin veturin, sum nú er komin í helvt, hevur fingið meg at broyta hugsan. Skyldurøkni, tann, sum eg líði [...] um nívandi óvanan. Men fekk eg hann tá, hevði eg svarað, uttan at hugsa meg um: skyldurøkni. Skyldurøkni. Pligtuppfyllilsi. Onnur halda, at skyldurøkni er ein góður vani og siður, ja, enntá ein dygd, ein
men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Tað er ikki undarligt, at ein maður, sum leggur so nógv fyri at spæla dagin eftir sítt egna brúdleyp, er liðskipari á liðnum. At hansara einasta viðmerking [...] stútar bóltin í málið. – Á veg fram avtalaðu eg og Dion, at eg skuldi gera júst hasa renningina, sigur Rói Danielsen og vísir samstundis á, at AB í Dion Splidt hevur ein framúr deyðbóltssnilling. Eina [...] NSÍ, sum megnaði at halda fast í bóltinum og hótta. Ikki fyrr enn Karstin Højgaard kom inn fyri Ahmed Keita, sum annars spældi væl í fyrra hálvleiki, kom lív í aftur AB. NSÍ helt fram at hava bóltin meir
fortreyt fyri, at vit øll til fulnar skulu kunna gagnnýta teir upplivingarmøguleikar, sum okkara land hevur at bjóða okkum, sum búgva her eins og ferðandi uttanífrá. Dugi illa at hugsa mær, at politisk undirtøka [...] saman, so at øll gjalda í mun til tað, sum tey koyra gjøgnum tunlar, verður fíggjargrundalagið haldgott og samfelagsgagnligt og málið komið í eygsjón. Havi áður sum leikmaður loyvt mær at vísa á, at við einum [...] sannføring um, at bert ein samhaldsføst tunnilsgjaldsskipan, har øll koyrandi bera kostnaðin í felag, kann føra okkum á mál til fullgóða samferðsluskipan. Hugstoytandi hevur tað verið í útvarpinum at hoyra t
sum tora at traðka á onnur enn tey veikastu. Tora at kanna, um øll tey, sum fáa frá ALS og Almannaverkinum, veruliga hava rætt til at fáa. Ella skulu vit bara siga sum er: Føroyar orka ikki at bera fleiri [...] klóku, at vit noyðast at fáa føroyingar í Danmark aftur til Føroya, tí annars drukna vit í dýpinum av dýrari mjólk. Komið heim, komið heim, tí her er so dýrt og fólk hava einki arbeiði og einki at eta, og [...] fyri føroyingar í Føroyum, at føroyingar í Danmark og í øðrum londum, um tey eru til, ikki koma aftur. Jørðin er, sum vit øll vita, fløt sum ein gudilig joke og endar í Danmark. At føroyingar í Danmark ikki
hann, at »Dimmalætting eigur at fáa frið at geva út blaðið«, uttan at teir skulu gjalda fyri hetta, so er okkurt rívandi galið við logikkinum. Ella er hugsjónin hjá Kjartan Hoydal, at tú slett [...] bløð. Tað vildi verið skilaleyst at framt útbyggingar hvør í sínum lagi, og tí varð avgerð tikin um at gera felags Prentmiðstøð. Ein loysn, sum hevur víst seg at rigga væl, og sum eisini stóð sína [...] burðardyggar, og vit kunnu í øllum førum sláa fast, at tað tíma vit ikki longur. – Og Kjartan, sjálvt um tú heldur, at summi bara skulu sleppa at renna undan rokningini, so gongur tað bara ikki. Ivaleyst
til at lata okkum í, sigur Jógvan Hansen. - Hetta er neyðugt, og tað er gott at fáa so góða hjálp sum gjørligt til framførsluna, so at hon riggar í sjónvarpi. Í innleiðandi kappingini sóu vit, at onkur [...] dið. Tað er fyrsta treytin fyri at hava ein kjans at vinna Grand Prix, sum hevur verið sær luttøku í europeisku kappingini í Svøríki í mai. - Tað er í grundini ørt, at eg havi brúkt tveir mánaðir til eina [...] leygarkvøldið. Nógv at hugsa um Framførslan í Grand Prixnum er tríggjar minuttir til longdar, og allir smálutir eru lagdir til rættis í minstu detaljur. - Vit hava koreograf og stylist at hjálpa okkum við
gerst smidligari. Møguleiki verður nú at taka farloyvið yvir longri tí við eitt at arbeiða hálva tíð og hava barnsburðarfarloyvi hálva tíð, ella at leggja soleiðis, at hædd verður tikin fyri ymisku tørvinum [...] Orsøkin til at meir hevur verið tikið inn seinastu árini er allarhelst ein samanrenning av, at mark er sett á útgjaldið á 25.000 kr. og, at barnatalið tíverri støðugt minkar. Tí er tíðin búgvin at fáa gjørt [...] eru stak raskar at eiga børn. Tær liggja heilt í ovasta enda í mun til hvussu nógv børn hvør kona fær, sammett við onnur lond. Trupulleikin er tí ikki at konurnar fáa ov fá børn hvør, men at vit hava ov fáar
Ein læra av tí er helst, at vit eru her á fold upp á lænta tíð og mugu royna at liva, meðan vit eru her. Tú vart mín elsta gumma - Jøya gumma - og eg haldi meg kunna siga, at vit høvdu eitt gott samband [...] man so í audiens hjá tær fyri at finna klæðir fram. Tað var altíð hugnaligt at koma á gátt hjá tykkum, og til ta seinastu Ólavsøkuna hjá tær stuttleikaðu vit okkum við, at nú mátti eg eisini sjálvur finna [...] hyggjuráð fyri at fáa klæðini at passa mær so nøkurlunda. Tíni fittu ommubørn vóru øll sera góð við teg, og tú við tey. Tað neit ikki sørt, tá ið presturin fortaldi um tykkara ætlanir um, at nøkur teirra
fyritøka. Vit hava verið við til at ment føroysku ferðavinnuna til at verða ein týðandi inntøkukelda til føroyska samfelagið. Um somu leið troyta vit møguleikarnar fyri at skapa dygdargóða tænastu, størv [...] høvuðspartaeigari. – Fyri at skapa tryggleika um menningarætlanir okkara hava vit sóknast eftir einum samstarvsfelaga til at styrkja felagið enn meira fíggjarliga. Eg fegnist tí um, at fyritøkan P/F Christian [...] 2020 verður árið, har ferðavinnan røkkur málunum frá 2012 um, at umsetningurin skal upp um milliardina, gistitalið upp um 200.000 nætur og at vinnan fevnir um 1.000 ársverk. Framgongdin í ferðavinnuni sæst