Í gjárkvøldið byrjaðu teir at landa Christian í Grótinum, sum hevði 2.000 tons. Fyrrapartin í morgin kemur Finnur Fríði inn við umleið 2.400 tonsum, og síðani kemur Tróndur í Gøtu, sum hevur eini 2.500 [...] 500 tons. Jupiter fór at sigla síðstu nátt, og teir verða á Fuglafirði mikukvøldið við umleið 2.500 tonsum. Svartkjaftaskipini hava roynt í altjóða sjógvi vestan fyri Írland.
donsk listakvinna og undirvísari, verður í Fuglafirði alla komandi viku, har hon frá týsdegi 22. til og við leygardagin 26. apríl skal hava skeið í myndaseyming í Ribarhúsi. Skeiðið er fullteknað, men m [...] mánakvøldið 21. apríl kl. 20 eru øll áhugað hjartaliga vælkomin í Ribarhús, har listakvinnan vísir diasmyndir og greiðir frá um, hvussu og hvar hon fær íblástur. Kaffi og prát aftaná.
Bygdrinar í Eysturoynni eru ikki tær, sum liggja fyrst fyri tá grind skal rekast og tær eru heldur ikki allar so vælegnaðar sum grindavágir. Men sunnudagin legði ein springaraflokkur beinini á sandinum í Fuglafirði [...] Fuglafirði. Av støðini í Runavík siga teir at talan var um einar 12 til 15 springarar. Býtt var millum grindamenninar og íalt vóru 120 drápspartar, verður sagt av støðini í Runavík.
Lagt er upp til velduga veitslu í Fuglafirði í kvøld. Seinasta vikuskifti tryggjaði ÍF sær gullið í bestu mansdeildini, og í dag gjørdu kvinnurnar teimum kynstrið eftir. Hetta hendi, tá tær vunnu tryggan [...] SÍ var undan hesum einasta liðið, sum kundi hótta ÍF, men seinasta ferið megnaðu tær tó ikki at taka í dystinum, sum endaði við settúrslitunum 25-20, 25-22, 25-18.
tann 16.mars, letur Eli Smith úr Havn upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Tá framsýningin letur upp, fer Dreingjakórið Undir Brúnni í Havn at syngja. Við á framsýningini hevur Eli vatnlitsmyndir [...] dir og oljumálningar. Framsýningin verður opin til fyrst í apríl mánaði. Opið verður vanligar dagar, tá handilin í Ribarhúsi er opin. Leygardag og sunnudag verður opið kl. 15.30 til 17.30.
kommunurnar í oynni. Í ár koyra jólamennirnir við brandbili, og hava teir sjálvandi okkurt gott við til øll børn í Eysturoynni. Brandbilurin byrjar á Strondum kl. 10.00 um morgunin og síðsta steðgistað er í Fuglafirði [...] Fuglafirði kl. 20.00. Brandbilurin steðgar við jólatrøini í bygdunum/ býunum. Fyrivarni verður tó tikið fyri koyrilíkindunum, siga tey av Kunningarstovuni í Eysturoy.
Fólk sum koyrdu fram við gamla fjósinum hjá Fritleif bónda á Kambsdali í Fuglafirði seinnapartin varnaðust nógvan royk og eld. Men talan var um eina ófráboðaða venjing at vita, hvussu skjót sløkkiliðsfólkini
Petur Háberg Jacobsen hevði sína fyrstu sjálvstøðugu málningaframsýning í síðsta mánaði. Tað var í Williamsstovu í Niels Finsensgøtu í Havn. Hann segði tá við in.fo, at hann var sera væl nøgdur við fyrstu [...] málningunum, sum vórðu sýndir fram. Undirtøkan honum blóð upp á tonna at sýna meira fram. Framsýningin í Fuglafirði heldur fram allan januar mánað.
Í dýrdarveðrinum í Fuglafirði er lagið gott á heimaáskoðarunum, meðan trúføstu floksmenninir býta eitt sindur negl. ÍF er á odda 1-0, nú stívliga fimm minuttir eru eftir av 1. hálvleiki. Málskjútti eftir
Týsdagin 24. aug, hava Rutt og Hanus M. Hansen, Fuglafirði, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Tey ið ynskja at verða saman við silvurbrúðarparinum hendan dagin