hjá FC Helsingør er ein lýsing uppá 25 sekund, sum tað ber til at leypa um. Helsingør vann dystin 2-0. Heini Vatnsdal spældi allan dystin á tamb, meðan Bárður J. Hansen bleiv skiftur út, tá 10 minuttir [...] sum dómarin hevði lagt aftrat í seinna hálvleiki. Fremad Amager kastaði alt fram ta seinastu løtuna fyri at javna, og tað eydnaðist Helsingør at revsa Fremad Amager í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat [...] málið hjá Helsingør var framúr vakurt, sum upptøkurnar eisini vísa. Fremad Amager hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. Komandi sunnudag klokkan 12.45 verður føroyingauppgerð millum Fremad Amager og Vendsyssel
samband við at fleiri vegir eru asfalteraðir í Skopun. Entreprenørfelagið Kreton hevur staðið fyri arbeiðinum fyri Skopunar kommunu, og eftir bert eina viku er arbeiðið liðugt. Fraktskipið Tinganes varð leigað [...] arbeitt dag og nátt, og arbeiðið hevur gingið stak væl. Nýasfalteraðu vegirnir eru ikki asfalteraðir í 20 ár, so tørvurin á nýgerð var stórur. - Arbeiðið hevur gingið bæði skjótt og væl, sigur Gerhard Lognberg
goal line technology fyri fyrstuferð tikið í nýtslu undir HM og útfrá goal line technology dømdi dómarin bóltin innanfyri. Frakland - Honduras 3-0 (1-0) 1-0 Karim Benzema, 45. 2-0 Noel Valladares (sjálvmál) [...] Frakland leikti í kvøld móti Honduras í bólki E. Honduras leikti fyri einari viku síðani málleysan javnleik móti Ongland og tí hevði Honduras eisini góðar vónir undan dystinum móti Fraklandi. Frakland
Árliga FK-Cup kappingin fyri yngri flogbóltsdeildirnar verður hildin í Tórshavn 12. oktober. FK-Cup er skipað í samstarvi millum flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypsamtøku, sum í nógv Harrans ár hevur [...] settur ígongd, eru íalt umleið 200 flogbóltsdystir leiktir. Børnini eru úr 5-6 ár og upp í unglingar (20 ár). So her er møguligt at síggja bæði verandi og komandi flogbóltsstjørnur. Kappingin í einstøku [...] ( www.fbf.fo ). Tað er ókeypis atgongd til dystirnar. Vikuskiftið 9. og 10. november verður FK-Cup fyri eldru liðini leikt. Finalurnar verða leiktar sunnudagin 10. november kl. 14:00 og 16:00 í Gundadalshøllini
dysti ígjár tóku ímóti AB. TB hevði hart brúk fyri sigrinum, og tá støðan varð 1-0 til TB, dømdi Petur Reinert brotsspark til AB, sum Dion Splidt skuldi skjóta fyri AB. Ivan Stojkovic í TB-málinum bjargaði [...] bjargaði meistarliga, og løtu seinni tryggjaði TB sær ein 2-0 sigur. Martin Tausen hjá TB er ivaleysur í, at júst hendan bjargingin var ein tann mest avgerandi løtan í dystinum. Hóast TB skal til Havnar at spæla
Tað hevur nógv at siga fyri Føroyar, at ein leikari fær slíka viðurkenning. Tað sigur Kristian Johansen, formaðurin í føroyska hondbóltssambandinum, nú danir hava vilja hava føroyska hondbóltsleikaran [...] , Jóhan á Plógv Hansen, á danska U-20 landsliðið. Tað er danski hondbóltsvenjarin og hondbóltsfyrimyndin hjá so mongum, Ulrik Wilbek, sum tók stig til at fáa Jóhan á Plógv Hansen á danska landsliðið Wilbek [...] Danmar på årgang 94-95« Formaðurin í Hondbóltssambandi Føroya, Kristian Johansen, fegnast um áhugan fyri unga hondbóltstalentinum. Hóast hann heldur tað vera harmiligt, at Jóhan á Plógv Hansen ikki kann
dagtøktin ætlað 20 børnum í aldrinum 0 til sjey ár. Hesi vóru í dagrøkt í fimm ymiskum dagrøktarheimum. Longu á vári í 1989 - ella árið eftir, at dagrøktin varð stovnað - varð brúk fyri fleiri ansingarplássum [...] hava opið í mentanarvikuni frá mánadegnum til hósdagin frá 17 til 19. Tað siga tey, sum standa aftan fyri skipanina, og lagt verður aftrat, at tey eisini bjóða vitjandi ein drekkamunn við høvið.
Villa eina løtu í 1. hálvleiki var frammanfyri 2-0! Kring tann hálva tíman skoraði Aston Villa tvær ferðir. Andreas Weimann og Christian Benteke skoraðu fyri Birmingham felagið, áðrenn Daniel Sturridge minkaði [...] liðformaðurin Steven Gerrard. Men Liverpool megnaði ikki heilt at venda hóttandi tapinum. 2-2 var vónbrot fyri favorittarnar, sum harvið mistu týdningarmikil stig í royndini at vinna sær rættin at taka lut í
slovensku dómararnir heilar ellivu ferðir høvdu víst spælarum av vølli. Frakland legði sera bragdliga fyri. Í handavend vóru fraklendingar frammanfyri 6-2 og 11-6, men so fekk Spania um endan, og tá ið liðini [...] Frakland vann 30-27. Undan hálvfinaluni søgdu serfrøðingar, at Frakland var favorittur, tí teir eru betri fyri millum stólparnar, og soleiðis vísti tað seg eisini at vera. Serliga var tað Cyril Dumoulin, sum loysti [...] skal í finaluni spæla ímóti vinnaranum av hálvfinaluni millum Kroatia og Danmark, sum spæla klokkan 20 í kvøld.
Vesturlendsk tíðindafólk, sum eru á Krim, siga, at meirilutin av teimum Russlands-sinnaðu fara at atkvøða fyri sameining við Russland, meðan tey, sum hella til Ukraina, fara at sita við hús í dag. Fleiri av teimum [...] teimum, sum eru ímóti at leggja Krim saman við Russlandi, eru longu farin haðani, tí tey bera ótta fyri, hvat fer at henda teimum, um hálvoyggin kemur undir russiskt ræði. Umleið 60 prosent av fólkinum [...] russiskum uppruna ella vinarliga sinnað mótvegis Russlandi. Ukrainskir talsmenn siga, at nú eru meiri enn 20.000 russiskir hermenn á Krim. Í gjárkvøldið ljóðaði, at russiskir hermenn høvdu hersett eitt gassverk