harðskap. Nakrir tilburðir av rúsdrekkakoyring hava somuleiðis verið í høvuðsstaðarøkinum um vikuskiftið. Ein bilførari varð steðgaður í Kaldbaksbotni seinnapartin fríggjadagin. Hann varð steðgaður, tí hann [...] men sum heild má hetta sigast at hava verið eitt av teimum friðarligu vikuskiftunum. Løgreglan í Klaksvík og Runavík fingu ongar fráboðanir hetta vikuskiftið. [...] Sunnunáttina fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um, at tveir mans vóru farnir til hendurs. Annar maðurin var fluttur á skaðastovuna, tí hann bløddi úr munninum og annað eygað var hovið. Talan var tó ikki
Ein dystur var leiktur í Burn Mansdeildini í kvøld. Í høllini á Hálsi í Havn tók Neistin móti KÍF. Tað eydnaðist neistamonnum at vinna dystin 29-26. Í steðginum var Neistin á odda 16-12. Tá 42 minuttir [...] KYNDIL 14 393 362 31 17 NEISTIN 14 371 379 -8 16 KÍF 14 363 379 -16 13 STÍF 14 394 433 -39 6 TEAM KLAKSVÍK 14 348 449 -101 5
gjøgnum ymisk minnisbrot, bæði egin og fortald, í einari roynd at likamliggera og endurtulka tey ígjøgnum rørslur. Tíðindaskriv: Mentanarhúsið VARPIÐ í Klaksvík [...] hending. At minnast aftur á góðar løtur; at royna at fáa skil á burturgloymdar hendingar í einum rúsi; at vilja halda fast í minninum ella royna at renna frá tí.” Føroyska dansivirkið RIVA hevur framleitt eina [...] ” Minnir, goymd ella gloymd, seta seg í kroppin og leggja spor eftir seg. Eins og vit sjálvi broytast likamliga, broytast okkara minnir við okkum. Minnir kunnu ímynda eina farna tíð, eitt stað, ein persón
Hans Jacob Johansen, fyrrverandi gravari í Klaksvík, andaðist mánadagin á Norðoya røktarheimi, 89 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum heim í kirkjuni hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr kirkjuni [...] verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Hans Jacob, kunnu lata Norðoya røktarheimi eina gávu. Konta í Norðoya Sparikassa. Arne Klein av Skála andaðist 25. oktober, 88 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúk [...] vilja minnast Arna kunnu lata eina gávu til Reyða Kross Føroya. Anna Nora Winther, fødd Gray, búsitandi í Helsingør, andaðist týskvøldið 25. oktober, 61 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Stenhs kirke Vatnagaard
Tríggir trolbátar landaðu í Klaksvík mánadagin og týsdagin. Varðin og Gorm høvdu umleið 22.500 pund í part mánadagin, og týsdagin høvdu Fiskaklettur stívliga 13.000 pund. Ågot, sum í løtuni er á garnaveiði [...] garnaveiði, hevur boðað frá landing í vikuni. Teir hava verið ein túr við gørnum og høvdu góð 20.000 pund av svartkalva. Umframt línuloyvi hevur Ågot eisini garnaloyvi, og tað tekur ikki langa tíð hjá teimum at [...] at leggja um. Hetta er tó fyrstu ferð í eini fýra ár, at lagt verður um frá línu til svartkalvagørn. Fiskiskapurin hjá línuskipunum hevur verið misjavnur seinastu tíðina, men sum heild hevur vignast illa
Sjálvt um Sundabáturin ikki beinleiðis er á heimasjógvi í Klaksvík, so er Norðoyastevnuróðurin tann róðurin, har Sundabáturin er tættast við at vera á heimasjógvi. Leygardagin eydnaðist eisini Sundabátinum [...] tryggan sigur. Gleðin var sum vera man stór á manningini. - Vit hava ongantíð verið sterkir í startinum og í miðróðrinum, og tí høvdu vit ikki væntað at lagt okkum á odda frá byrjan av. Tað hevur tó stóran [...] hjá 6-mannaførum við monnum. Stóran part av róðrinum var kappingin hørð við serliga Stráluna, men í endaspurtinum var eingin ivi. Sundabáturin hevur havt ein sera góðan endaspurt síðstu árini,, og hesin
Mánadagin 1. august fylti Kristoffur Klakkstein í Klaksvík 70 ár. Tíðin rennur sum streymur í á, og ein persónur, sum eg seti ógvuliga høgt, er vorðin 70 ár. Mær er sagt, at hann er næstyngstur av 5 systkjum [...] raskastu monnum bæði á sjógvi og landi; men í hugaheimi mínum er hann bara abbi á Brekku, hóast hann ikki er veruligi abbi mín. Frá tí eg kann minnast, eri eg komin í heimið hjá Petru og Kristoffur, og altíð [...] altíð hava tey verið líka góð við meg. Hvar hann fór, um tað so var í egningarskúrin ella á fótbóltsvøllin, hevði hann meg við sær, og altíð hevur hann víst sera stóran áhuga fyri tí, sum eg havi tikist við
Olsen sigur í Dimmalætting, at Johan Dahl er ein trupulleiki fyri Sambandsflokkin, men fríggjakvøldið hevur hann kortini álit á honum 21. februar: Býráðslimir fyri Sambandsflokkin í Havn og Klaksvík vilja hava [...] ímóti sær. 4. februar: Grein í Fregnum um, at Johan Dahl skyldar Vágs Skipasmiðju 100.000 krónur 11. februar: Dimmalætting hevur grein um, at Johan Dahl hevur lagt fyrisitingina í Fiskimálaráðnum undir at [...] at gera mun á fólki 12.februar: Grein í Sosialinum um, at Johan Dahl ikki vildi rinda fólki á Kollafjord Pelagic frítíðarløn og løn 17. februar: Johan Dahl sigur við Sosialin, at hann letur seg ikki trýsta
Klaksvík: Hesin sjálvsami kundi var ein froskur. Menninir tóku froskin og koyrdu hann í eitt glasílat við eitt sindur av vatni í. Og beinanvegin fór onkur av teimum skemtiligu monnunum, sum starvast á [...] Føroyingafeløg í Danmark. Og so verður alt tað tóma sent upp aftur til Føroyar. Helst er froskurin komin tann vegin. Ein annar møguleiki er eisini, at hann er sloppin leysur úr onkrum akvarium í býnum, men [...] er lítið sannlíkt. Men um tað er onkur, sum saknar ein frosk, so kann tað vera tann froskurin, sum í løtuni hevur góðar dagar á Føroya Bjór.
Mitt í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein sjómaður var farin á sjógv í Klaksvík. Hann hevði verið í býnum saman við nøkrum øðrum av manningini, men var farin einsamallur umborð aftur. Løgreglan [...] hinir av manningini komu umborð, saknaðu teir mannin og fóru at leita. Teir funnu hann, har hann lá í sjónum, tí hann slapp ikki upp aftur við egnari megi. Menninir fingu bjarga honum upp aftur og tey fingu [...] sigur, at tá var maðurin so kaldur og illa fyri, at hann hevði ikki yvirlivað nógvar minuttir afturat í sjónum. Sostatt skal hann meta seg sjálvan at vera serstakliga heppin, at skipsfelagarnir komu umborð