sovikamarið hjá okkum, greiðir Essa frá og hyggur yvir á konuna Hervør. Klokkan er umleið átta, henda sunnumorgun. - Ja, hon kom yvir á mínari síðu á songini og leyp upp í songina. Hon var hjartkipt og rópti [...] tó ikki til sjóndar fyrr enn á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. - Inni á sjúkrahúsinum merki eg knappliga eina øgiliga pínu. Seinni søgdu læknarnir við meg, at knívurin hevði sett hol á, inni í búkinum. Eg hevði bløtt [...] húsini hjá teimum, leitar upp gentuna, leypir á hana og skal kvala og drepa hana. 16 ára gamli abbasonurin hoyrir, hvat er áfatt. Hann reagerar, leypir á hann og roynir at halda honum, meðan gentan sleppur
málverjar á skaðalistanum. Tummas Richardt var fyrstur á, tá langskot hevði tikið stólpan, og so var 4-2. Jón í Soylu lobbaði snilt til 4-3, og sandoyingar høvdu møguleikan at javna, men teir á heimaliðnum [...] at hann hevur gott máltev. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá hann setti hol á, men tað var heilt týðuligt fyri allar á vøllinum (uttan dómaran og linjuverjan!), at hann var rangstaddur, tá hann kom [...] ein. Tí er tað ikki sørt merkisvert, at toftamenn ikki megnaðu at vera á odda, tá tað var hálvleikt. B68 lá aftarlaga, og HB kom á odda, tá átjan minuttir vóru farnir. B68 verjan hugdi at, meðan unglin
hesum málinum verður gloymd, tí bretar jú slakaðu á heysti 1998, júst tí teir høvdu størri skund, enn vit. Hann minnir á, at tá landsstýrið legði frá sær á vári 1998 stóð í botni og framstigini í samráðingunum [...] við til at seta ráðið á stovn í 1999, eyðsæð tí tað tá var mett at vera ein skilagóð avgerð. Fyri framman bíðaði ein tíð, har føroyska tjóðin skuldi gera sær sínar fyrstu royndir á oljuøkinum í altjóða [...] framtíðar leiklut í altjóða oljuvinnuhøpi, sigur Eyðun, sum kortini ikki er ein beiskur maður í dag. Hann leggur dent á, at hann hevur alla virðing fyri, at eitt og hvørt landsstýri skipar seg, sum tað heldur
forlag øll hesi árini og á forlagnum eri komnir út 83 titlar, sum hann ikki helt vera so lítið. Síðani var felagssangur á skránni; Tit, sum í fjøru fóru. Eftir hetta helt Signar á Brúnni, Landstýrismaður [...] inni á, men meira um tað seinni. Jóhan Hendrik fjaldi í røðu síni heldur ikki, at hetta var stór og kenslurík løta, og ikki var sørt, at ein helt seg hoyra á røddini, at hetta var sinnisrørdur maður, ið [...] tímarnar, ið hátíðarhaldið skuldi vara, kom hann eitt sindur inn á munin millum Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið. Hann helt, at í oyrunum á mongum ljóðaðu hesi eins, og at nógv kanska ikki kendu mun millum
Pápi kom til Kollafjarðar á sumri 1937. Á vári hetta sama ár vóru skúlabørn úr Kollafirði útferð á Selatrað. Æl kom á tey, og bjóðaði Lassen Weihe, abbi pápa, ferðalagnum á gátt at kroka. Har frættist [...] fór hann á læraraskúla og tók læraraprógv í 1935, og var hann lærari á Toftum og Gøtu 1935 og 36. Frá 1937 til 81 var pápi lærari í Kollafirði, frá 1949 fyrstilærari. Í 1957-58 var hann í Danmark á DLH. Pápi [...] in var á tremur av skiftandi uppgávum, so vóru altíð stundir til tað góða prátið, hugnaløturnar við heimabakstri og annars við tí gerandisvirkseminum, sum vanliga eyðkendi eitt heim á bygd tá á døgum.
trýstið innanífrá á Kennedy at brúka hermegi var ovurstórt. Kreppan snúði seg um, at russarar vildu seta upp langtrøkkandi rakettir á Kuba, og ætlanin var komin so langt, at skipini vóru á veg á Kuba við rakettunum [...] ferð á, at USA hevði tørv á broytingum. »Yes we can,« var hansara mest brúkta slagorð, og nógv upplivdu mannin sum ein frelsandi eingil fyri stórveldið, ið republikanararnir við George Bush á odda høvdu [...] høvdu havt ræðið á síðan 2001. Fólk vóru troytt av krígsretorikki og sviki í fíggjarkervinum og høvdu tørv á, at heilt nýggj stjórn slapp framat. Nýggja lotið æt Barack Obama. Skjótt fekk hann støðu sum
heiður at sleppa her á sjálvari jóansøku at halda røðu fyri tykkum, á pisufundi, á hesum fagnaðardegi tykkara. Eg minnist eisini sum óviti fyrstu ferð eg sá nakrar pisur, tað var her á jóansøku, einar 8-10 [...] Oyggin Grøna er, á ein hátt, eg illa dugi at greiða frá, ólík meginlandinum. Vit á meginlandinum hava lyndið til at vera eitt sinfdur tung á okkum, seig, sein hvønn vegin. Øðrvísi er á Oynni Grønu! Har [...] ungu kvinnu sum fer á virkið at hagreiða veiðina, líka stóra virðing sum vit sýna tykkum, sum standa við húgvuni her ídag. Í hesum sambandi kann man ikki lata verða við at undrast á eitt: tað verður nevnliga
pláss á liðnum. Tað gjørdi Arnbjørn rættiliga skjótt, og á aftasti manni hevur hann verið so tryggur, at tað hevði við sær, at hann vann sær tveir landsdystir í ár. Óli Johannesen er gamal TB maður. Nú gongur [...] an í ár varð B36 roknað millum meistarakandidatarnar, og teir hava hildið seg á toppinum alla tíðina. Fyrsta umfarið var á útivølli ímóti fýra faldu meistarunum úr Gøtu, og 2-0 sigurin ta ferðina boðaði [...] teir í B36 at vera við í toppinum. B68 vann í fyrsta umfarinum 5-1 á heimavølli ímóti FS Vágar, og tí vóru tað teir, sum vóru ovastir á støðutalvuni, men eftir øll hini fimtan umførini hevur B36 verið ovast
ábyrgdarfulla Reyða, deildarleiðari á stórari fyritøku við hjartað á røttum stað. Hon hevur veruliga fingið nakað burturúr øllum avbjóðingunum og átti allarhelst at verið leiðari á skeiðnum, so hevði verulig [...] leiða huga okkara inn á nútímans leiðslumenning, menningarskeið og yvirlivilsistúrar a la Robinsson Ekspeditionen ella Fangerne på Fortet og slíkar. Sum við júst hesum sendingum á TV3 fekk eg hug til at [...] síðsta enda. Blái (René Bischoff) einasti manligi luttakarin á skeiðnum, forkelaði ríkmanssonurin, klovnurin, sum allarhelst mest hevur tørv á eini dyggari faðiruppgerð. Og appelsingula (Kristina Christiansen)
mangan sat úti á trappusteininum og las til sólin fór niður. Mamma tók realprógv í Vági í 1957 við útmerkilsi. Eftir lokna skúlatíð fór hon vestur á Garðarnar at arbeiða á kontórinum. Gamli á Gørðunum var [...] útbúgving. Um tú vitjar Nørre Nissum í dag eru minnir og varðar eftir teimum á skúlanum. Eitt nú stendur ein lítil borðbátur á skúlanum, sum foreldini hjá pabba góvu skúlanum, tá pabba sum fyrsti føroyingur [...] nar í Vágs kirkju fyri mammu og pabba. Brúdleypið stóð í ”Framtíðini” har m.a. øll manningin á ”Magnus á Gørðunum” var við. Tað ber illa til at nevna mammu uttan at nevna pabba og øvugt, tí tey hava