langt út um Argentinsku landamørkini við evangeliinum. Hann varð skjótt ein víðakendur evangelistur, ikki minst í tí spanskt talandi heiminum, har hann mangan varð nevndur tann Suðuramerikanski Billy Graham [...] hann andaðist var hann saman við familjuni í heimi teirra í Portland í Origon. Eftir Luis Palau sita konan Pat, fýra synir við konum og 12 barnabørn. Í FØROYUM Nú hevur Luis Palau talað evangleiið fyri seinastu [...] eini stevnu í Amsterdam, har spurningurin um Føroyar aftur varð reistur; tá svaraði Luis, at hann og konan hava biðið fyri Føroyum síðani tey fingu fyrsta fyrispurning í 1981. Tá kom rættulig gongd í at fyrireika
kann vera onkur, sum fýsur eitt sindur, men nei, ikki longur. Er gott skil á parkeringini í Havn? Vanligar dagar er gott skil á, men tá á stendur er ikki altíð líka gott. Tá blaka fólk bara bilarnar frá [...] Verður tú framhaldandi parkeringsvørður um 10 ár? Tað tori eg ikki at siga nakað um. Eg havi havt hetta starvið í átta ár nú, so eg veit ikki. Tað fáa vit at síggja. [...] frá sær. Dugir tú at gera mat? Okkurt dugi eg at gera, annars stendur konan fyri tí. Hvat er tín lívrættur? Ræst kjøt og súpan. Lesur tú nógv? Nei, ógvuliga lítið. Hvat er besti ítróttuin at hyggja eftir
liðini á konuni Kennedy hoknaði niður í bilin, tá skotini raktu hann, meðan konan rópti og royndi at halda honum uppi, og tá hon ikki maktaði hetta, datt hann niður í bilin; hann royndi tó at halda sær uppi [...] Sosialurin 90 ár: 1963: Konan sat undir lið forsetans, tá trý skot smullu og vóru forsetanum at bana Mong mundu ógvast, tá tey fingu Sosialin í hondina leygarmorgunin 23. november í 1963. Tí valla vóru [...] hospitalið og fór inn á skurðstovuna, har Kennedy lá. Stutt aftaná kom hon útaftur og segði, at tað ikki var, sum tíðindini vildu vera við, nakað í tí, at varaforsetin Lyndon Johnson eisini varð raktur.
Sosialurin, Aberdeen: Hóast Føroyar enn ikki av álvara eru komnar á altjóða oljukortið ? eftir fýra brunnar er enn einki lønandi oljufund gjørt ? so er áhugin fyri føroyska framsýningarbásinum á oljumessuni [...] javnleikur, sum nýggi borgarstjórin í Aberdeen, Lord Provost, John Reynolds tippaði, tá ið hann og konan vitjaðu á føroyska básinum týsdagin. ? Eg eri diplomatiskur og rokni avgjørt við einum jøvnum dysti [...] nýtti høvið til at tippa. ? Føroyar vinna við einum máli. Fyri at fáa javnvág í tippingina legði konan hjá Lord Provost sítt kort í skotsku vinnaraskálina. Og soleiðis verða hundraðtals visitkort løgd
Mentamálaráðharrin og samgongan so ikki, at hendan tænastan, sum tað alemma hevur veitt øllum skúlanæmingum í fleiri ár, skal verða teirra uppgáva meir. Minnir ikki sørt um ommuna, sum byrjaði og keypti [...] málið. Tað áliggur tó eisini tí almenna at halda fram við tilboðnum til onnur loysn er funnin. Samgongan hevur ikki dugað at handfarið hetta málið nøktandi. Tí eru flestu næmingar uttan netorðabókahald [...] bíligt, og tí verður hildið, at næmingarnir sjálvir kunnu rinda tað, tað kostar. Og jú, tey flestu, um ikki øll, megna hasar 25 krónurnar um mánaðin. Men hetta átti tó heldur at verið ein spurningur um, hvat
kirkjan stóð millum húsini í bygdini, men so er ikki á Sandi, har kirkjan stendur rættuliga einsamøll. Hetta fekk fornfrøðingar at ivast í, hvørt ein býlingur ikki mundi hava ligið har á staðnum frá fornari [...] serfrøðingar ikki heilt útihýsa møguleikanum fyri, at talan er um eina eftirgerð, ið er umleið 100-120 ár yngri. Ein tann mest áhugaverdi gripurin er eitt spenni ella brosja úr bronsu, ið var funnin í eini av [...] sum knívar, ringar, blýlodd og ein arabisk silvurmynt. Myntin er tann fyrsta av sínum slag, ið er funnin í Føroyum. Hon er tíðarfest onkunstaðni millum ár 747 og 771 eftir kristi føðing, og stavar antin
nólsoyingar frá. Síðan verður farið at leita, men ikki fyrr enn fýra dagar seinni, tann 11. januar, verður Hella, ið er eitt frambygt áttamannafar frá 1975, funnin á botni. Ein íða tók Hellu Skipaeftirlitið hevur [...] sjógvi hevur uppdriftin í Hellu ikki klárað at hildi henni flótandi. Alt gekk sera skjótt fyri seg, og Gudmundur Isfeldt hevur lítla tíð at umráða seg. Bjargingarbáturin Ikki fyrr enn 16. januar varð gummibáturin [...] gummibáturin av Hellu funnin, stutt úr landi sunnan fyri Akraberg. Tá hekk maðurin íbundin útloysaralínuna. Í sínum kanningum staðfestir Skipaeftirlitið, at bjargingarbáturin tá hevði verið uppblástur í umleið
Tað var seinasta fríggjadag, at stovnarin og parteigarin í Polar Seafood, Anders Brøns, varð funnin lívleysur í havnini í Ålborg. Dagin fyri hevði hann verið til ein døgurða, og eftir døgurðan fóru gestirnir [...] komin út fyri eini vanlukku, sum gjørdist hansara bani. Í telduposti til KNR heldur danska løgreglan ikki, at brotsverk er framt móti manninum. - Okkara kanningar umframt líksýnið hjá rættarlæknunum vísa [...] vísa á, at maðurin helst er deyður orsakað av eini vanlukku, skrivar danska løgreglan, sum tó ikki neyvari greinar, hvør umrødda vanlukka kann hava verið. Longu dagin eftir tilburðin í Ålborg segði vaktleiðarin
70. – Verður nýggjur festari ikki funnin áðrenn freistin er farin, fellir festið aftur til Búnaðarstovuna, sigur Búnaðarstovna á heimasíðu síni. Men teir festarar, sum ikki góðtaka avgerðina hjá Búnaðarstovuni [...] lógini, at ein bóndi skal lata festið frá sær, í seinasta lagi tá ið hann fyllir 70, men tey hava ikki gjørt so nógv við at handhevja hendan partin av lógini. Men nú verður mannagongdin skerpað og í næstum
hevur gjørt fyri Miðlahúsið bendir á, at dómurin ikki hevur broytt fatanina hjá fólkum flest. 55 prosent av teimum 527, ið spurd eru, siga, at dómurin ikki hevur broytt teirra álit á tíðindaflutninginum [...] Fjórði hvør hevur minni álit á KVF, fimti hvør hevur størri álit, meðan restin ikki hevur broytt støðu eftir dómin í rættarmálinum millum Jørgen Niclasen og tíðindafólkini. Dia Midjord, kringvarpsstjóri [...] tíðindamaður í Kringvarpinum, vóru í Føroya Rætti í gjár, saman við Sveini Tróndarsyni, tíðindamanni, funnin sek í ákærunum fyri ærumeiðing av Jørgeni Niclasen. Í kjalarvørrinum av dóminum hevur nakað av prátið