saman í Umhvørvisstovuna. Umhvørvisstovan sigur, at samanleggingin ger tað munandi lættari at savnað skipanir, skráir og dátur hjá fyrrnevndu stovnum við at nýta samkoyringar og felagslyklar v.m. Henda tilgongd [...] 60 ár eru liðin, síðani farið varð undir at savna grundleggjandi persónsupplýsingar um allar borgarar í Føroyum. Endamálið við Landsfólkayvirlitinum er at allir persónar fáa eitt persónstal og verða skrásettir [...] hesum sambandi er neyðugt at menna eina nýggja landsfólkayvirlitsskipan sum liva upp til ásetingarnar í nýggju lógini. Nýggja skipanin hevur verið í útboð og sæð verður fram ímóti at henda skipan verður sett
ðið sigur, at hetta ger samanberleikin í almenna føroyska búskapinum munandi størri, og fer almenna kjakið um føroyska búskapin tí at grundast á einum betri vitanarstøði. -Tað er greitt, at Tórshavnar [...] hevur fíggjarmálaráðið í rúma tíð arbeitt við at gera kommunalu roknskaparskipanirnar meira eins og samanberiligar. Eitt ítøkiligt úrslit av hesum er, at Tórshavnar kommuna, landsins stórsta kommuna, nú [...] ítøkilig og skillig fíggjarætlan, ið gevur eitt gott grundarlag hjá politikarum at taka avgerðir útfrá, og hjá borgarum til at fáa innlit í gongdina í kommununi. Eg fegnist um úrslitið av stóra arbeiðnum
Sjálvur hevur hann sýtt fyri, at hann varð ávirkaður og segði, at hann var troyttur eftir flúgvitúrin, og at hann hevði tikið heilivág móti krími. Shoichi Nakagawa ásannaði tó, at hann hevði drukkið nakað av [...] vorðin kunnaði um, at Shoichi Nakagawa er funin deyður, men vit vita einki um smálutirnar, sigur talsmaður fyri løgregluna í Tokyo. Nakagawa noyddist frá sum fíggjarmálaráðharri, eftir at hann tóktist ávirkaður [...] tíðindafundin. Hendingin førdi til eina politiska gølu í Japan, og fíggjarmálaráðharrin varð sagdur at hava sett landið í ringt ljós. Í morgun er Shoichi Nakagawa so funnin deyður í íbúð síni í Tokyo.
gamla Renee Zellweger hevur tó noktað at fara á enn ein fitikur, sum hon annars gjørdi undan hinum báðum filmunum um Bridget Jones. Sjónleikarinnan hevur ístaðin kravt, at hon skal hava eina sonevnda ?fatsuit [...] Altso eina drakt innan undir klæðunum, sum ger, at hon sær feit út. Bæði í 2001 og í 2004 fór Zellweger nógv fram til innspælingarnar, men tað var trupult at fáa yvirvektina av aftur. Tað skrivar enska blaðið [...] fylgjur, tað hevur fyri kroppin at svinga so ógvusliga í vekt innan so stutta tíð. Til tann seinasta filmin um Jones, tók Zellweger 13 kg uppá. Leysatíðindi vilja annars vera við, at tað verður tørvur á eini
fólk havt høvi at vitjað umborð á havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni, har nógv áhugavert hevur verið at sæð og hoyrt. Tað er vorðið meira vanligt, at almennir stovnar hava hug at vísa seg frá eini [...] Magnus Heinason liggjandi í Klaksvík, har fólk í allan dag hava havt høvi at vitjað umborð. Umborð á skipinum hava fólk fingið at vitað, hvussu ymisk kanningarúrslit verða fingin til vega, og eisini eru [...] brúkar í sínum kanningum. Greitt hevur somuleiðis verið frá ætlaða nýggja havrannsóknarskipinum, og at enda hava fólk fingið kaffi frá manningini umborð á Magnusi Heinason. Nú klokkan 18 endar dagurin umborð
og aðrir vóru í, var um at søkka, og hav og himmal stóðu í einum. Tað er hendan kenslan av at vera staddur í einum óendaligum rúmi, ið Tróndur Patursson hevur lagt seg eftir at endurskapa í sínum glas- [...] í vikuni at lesa við inngongdina til sermerkta listaverkið á Norðurbryggjuni, ið vanliga lokkar nógv vitjandi á gátt. Tá starvsfólk á Bryggjuni komu til arbeiðis mánamorgunin varnaðust tey, at hurðin inn [...] av spegilsplátunum uppi undir loftinum. Enn vistu starvsfólkini ikki at siga, hvussu skaðin kann bøtast aftur, ella hvat tað fer at kosta. Íblásturin til ?Kosmiska rúmið? fekk Tróndur Patursson eina myrka
morgun klokkan 11 kemur ein kendur punk-rockari á gátt og fer at avdúka, at innast inni býr ein bleytur country elskari, sum enntá ynskir at hoyra sín »yndlings-flødabolla« Kenny Rogers syngja. Skrúva frá [...] fer m. a. at spyrja Niclas ? ið hevur spælt á øllum føroysku festivalunum í summar, seinast við Chase á Summarfestivalinum ? um, hvat hann heldur um føroyska tónleikasummarið, sum nú er farið at halla. Ove [...] innspældur í Nashville, og sum verður at hoyra til stóru Nashville.fo gallakonsertina á Hálsi leygarkvøldið 29. august. Sendingin Søgur úr Nashvík er framleidd av AEL og verður at hoyra í morgun klokkan 11.
staðin fyri at taka burtur av pensiónunum eiga landsstýri og løgting heldur beinanvegin at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta, sum politisku flokkarnir áður hava lovað. Eldradagurin heitir at enda á tann [...] 400 pensjonistar vóru. Sagt verður, at sum er er nettopensiónin undir fátækramarkinum hjá OECD. Pensionistar, ið bert hava lága inntøku afturat pensiónini, tola ikki at missa burtur av inntøkuni, og er [...] Eldradagurin 2009 heitir á landsstýri og Løgting at taka aftur verandi pensiónsspariuppskot í Ólavsøkupakkanum 2009, tí tað máar støðið undan fólkapensiónsskipanini og vendir sosialt skeivt. Tað stendur
sera illa við, at álopsessið og landsliðsspælarin Andreas Lava Olsen longu eftir eitt lítið korter noyddist av vøllinum á Svangaskarði. Tað er ógvuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag. [...] Millum evnini at loysa av áttu at verið Símun Louis Jacobsen og Martin Olsen, men teir eru báðir skaddir. Í B36 sakna teir í dag miðverjan Herbert í Lon Jacobsen, sum er uttanlands. Framrættaðu Jákup [...] Jákup á Borg og Dennis Holmberg hava verið skaðaplágaðir í vikuni, men tað verður vónað, at teir eru førir fyri at spæla.
sagt, at hann ikki ætlar sær at selja Alonso. Real Madrid hevur áður fingið krakk frá Liverpool, tá spanska felagið beyð 210 milliónir krónur fyri spælaran. Nú hevur Alonso tó sjálvur boðað frá, at hann [...] hann ynskir at verða seldur, og í dag handaði hann leiðsluni í felagnum skrivliga transfer-umbøn. Í sponskum og enskum miðlum verður roknað við, at Real Madrid og Liverpool semjast um eina transfer-upphædd [...] milliónirnar. Í fjør royndi Benitez at selja Alonso, so hann kundi fíggja eitt keyp av Gareth Barry úr Aston Villa. Tann ætlanin miseydnaðist, men tað kostaði í huginum hjá Alonso at spæla fyri Liverpool. Eisini