Persson fast. Borgar greiðir frá, at hann var ikki vísur í, at hann fór at skora til 31-25. Hann vónaði bara, at bólturin fór í málið. Fyri strandingar hevði tað týdning at fáa hevnt hálvfinalutapið ímóti [...] skoraði til 31-25 til StÍF var klokkan sligin. Tá skuldi Neistan hava tvey mál uppá tólv sekund fyri at tryggja sær pláss í finaluni. Tað bleiv við 31-25, og harvið ein samlaður 55-53 sigur til StÍF, sum [...] Neistanum fyri júst einum ári síðani. Borgar Persson hevur stóra virðing fyri H71, men hann trýr uppá, at strandingar kunnu gera ein vørr í steypafinaluni. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar
samráðast um eina avtalu at galda fyri skipið, men hann hevur ikki svarað aftur. Nú er skipið á veg til Føroya, og neyðugt var at lýsa mynstringarbannið í stundini at forða fyri at skipið fer til fiskiskap [...] sínum at mynstra við Hoyvík, so leingi ongin avtala er gjørd við reiðaríið. Manningarfeløgini hava fyrr í vikuni vent sær til Hans Andrias Kelduberg, reiðara á Hoyvík, fyri at biðja hann koma at samráðast
kvøld, tá In.fo royndi at fregnast, hvussu fiskiskapurin higartil hevur vignast, fingu vit bara í stuttum at vita, at á Flemish Kap er rættiligur rokfiskiskapur. - Vit klára ikki at frysta undan so góð, [...] sigur Hjaltur Poulsen, skipari á frystilínuskipinum Ågot, sum er byrjaður at fiska á Flemish Kap. Tað var mikudagin í hesi vikuni, at fyrsta føroyska línuskipið kom á línuleiðirnar á Flemish Kap. Ågot, sum [...] Stapin, Kambur, Klakkur og Eivind. - Men, í løtun eru vit einsamallir her yviri, sigur skipari á Ågot at enda.
dripin, og 13 eru særd og flutt á sjúkrahús, eftir at ein brotsmaður fór at skjóta eftir fólki í lufthavnini. Eitt eygnavitni, Judah Fernandez, sigur við CNN, at hann var í floghavnini, tætt við, har viðførið [...] á mær, sá brotsmannin. Hon sá, at hann trekti maskinbyrsuna, og tá lupu øll, sum vóru har, avstað saman við okkum. Judah Fernandez sigur, at hann bara er glaður fyri, at kona, barn og hann sjálvur eru [...] eru á lívi. - Fólk vóru ræðslusligin og byrjaðu bara at renna. Vit eru úti á landingarbreytini nú, beint uttan fyri bygningin, sigur hann við CNN.
myndini fyri at síggja málið Gøtumaðurin skifti í vetur til ÍBV frá FH, har hann hevði torført við at vinna seg á liðið. Tað tykist hinvegin greitt, at venjarin, Kristján Guðmundsson, ætlar at brúka Kaj Leo [...] kennist deiligt at fáa eina góða byrjan. Eg føli meg væl til rættis longu eftir stutta tíð. Eftir tí, sum venjarin hevur sagt við meg, so hevur hann øgiliga gott álit á mær. Tað hevur nógv at siga fyri meg [...] . Longu aftaná sjey minuttir sendi vinstra beinti vongurin bóltin í málið til 1-0. Tað endaði við, at ÍBV vann 3-2 og Kaj Leo í Bartalsstovu spældi allan dystin.
árið og tað er størsti fólkavøkstur hesi seinastu 15 árini. Hagstovan sigur, at størsta orsøkin til fólkavøksturin, er, at tað flutti 444 fólk fleiri til Føroya hetta seinasta árið enn tað flutti úr Føroyum [...] sum eru deyð. Hagstovan sigur, at serliga er tað fráflytingin, sum er nógv minkað, men tilflytingin er eisini vaksin eitt sindur. – Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna eitt ár við so lítlari fráflyting [...] aftur til 1970 fyri at finna so lítla fráflyting, leggur Hagstovan afturat. Verður tilflytingin sett eftir fólkatalinum, hevur hon ongantíð verið so stór síðani 2003. Hagstovan sigur, at heldur hendan gongdin
verður aftrat, at tvey skip fiska svartkalva við gørnum og annað skipið - og møguliga bæði - koma inn at landa síðst í næstu viku. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur. Vit kunnu nevna, at garnaskipini [...] tvey partrolarapør til fiskiskap. Annað parið kemur inn at landa fyrst í næstu viku, og hitt parið kemur væntandi seinni í vikuni. - Vit vænta, at fleiri pør fara til fiskiskap, nú veðrið batnar. Upsaf [...] in hjá partrolarunum er ikki góður. Onkur pør eru farin at fiska makrel. Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, men teir koma neyvan inn at landa fyrr enn síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku
sera ærligur við hendan døgurðan, sigur Morgan, ið leggur afturat, at Michael fekk øll at flenna, og at hann segði seg hava gjørt av at vera sera ærligur, so ongar avdúkingar skuldu koma undan kavi um hann [...] líkið skal kannast enn einaferð, fyri at staðfesta deyðsorsøkina. Kenny Goss er boðin við til jarðarferðina av familjuni hjá Michael,og sigst hetta vera ein góðtakan av, at Michael var samkyndur. [...] Piers Morgan, sjóbvarpsvertur, sigur við bretskar miðlar, at við ein døgurða fyri nøkrum árum síðani, segði samkynda popstjørnan George Michael, ið doyði fyri stuttum, seg hava havt ikki minni enn 500
verður víst á, at vindharði veturin 2014-2015 er helst ein orsøk til betraðu lívskorini hjá sjófugli. Nýggj tøkni ger tað møguligt at fylgja ferðingini hjá sjófugli. Við hesum sæst, at fleiri sløg av sjófugli [...] leiðum avgera, hvussu tað hilnast hjá t.d. føroysku rituni at fáa pisur summarið eftir. Tað kann broytast nógv frá ári til annað, og møguligt er at spáa um eyðmerktar havfrøðiligar broytingar eitt til tvey [...] tvey ár frammanundan. Í grein skrivað í fjør spáddi Havstovan, at kaldi og vindharði veturin 2014-2015 fór at føra til betri taðing av sjónum, meira gróður, størri nøgd av reyðæti og tískil helst meira føði
Hóast viðgerð á sjúkrahúsi í Nuuk eftir at verða stungin við knívi, so doyði tann 17 ára gamli drongurin av løstinum. Ein 17 ára gamal drongur er deyður eftir at vera stungin við knívi í Ilulissat í Grønlandi [...] dómara, sum avgjørdi at tann 21 ára gamli skuldi varðhaldsfongslast fyribils í 25 dagar. Løgreglan í Grønlandi kannar málið sum eitt drápsmál, og rættarmedisinari er boðsendur úr Danmark at obdusera deyða drongin [...] drongin. Løgreglan upplýsir, at drongurin doyði seinnapartin týsdagin. Grønlendska blaðið sermitsiaq.ag hevur skrivað, at drongur varð stungin í høvdið. Illgerðin fór fram í eini íbúð í Ilulissat, sum