ikki eru útoyggjar sambært lógaruppskotinum, t.e. útoyggjar, sum liggja avsíðis við avmarkaðum ferðasambandi og tænastum til borgaran. Ein avleiðing av lógini, ið kom í gildi 1. januar 2006, er sostatt [...] infrakervið. Hóast ávísar kommunur ikki longur kunnu søkja henda stuðul, er hetta ikki upplýst sum ein avleiðing av lógaruppskotinum. Tórshavnar kommuna hevur m.a. heft seg við, at eftir lógini frá [...] onnur oyggin liggur meira avsíðis, hevur meira avmarkað ferðasamband ella færri tænastur til borgaran, tí á fjarstøðu til meginøkið og títtleika á ferðasambandi er at kalla eingin munur. Einasti munurin
tingskipanin ongar reglur hevur um hetta. Skipanin sigur eisini, at fer ein tingmaður í farloyvi, er kravið minimum 10 dagar, og er hetta ikki ein serliga góð loysn, tá tingmenn aloftast eru fráverandi minni enn [...] tingmanni at vera til staðar, uttan at hann ynskir at fara í 10 daga farloyvi. Men er hetta ein nøktandi skipan, sum ger, at tinglimir kunnu rættvísgera stóra fráveru við øðrum virksemi, uttan at teir taka [...] hægsti myndugleiki løgtingsins. Edmund Joensen heldur, at knúturin við fráveru ofta liggur júst í skipanini um farloyvi, sum tingmenn ikki gera sær dælt av, og tí eru broytingar neyðugar hesum viðvíkjandi
í Havnini, eins og festivalurin varð fluttur tíðarliga frá august mánað til juli fyri ikki at fella saman við nýggju listastevnuni. Høvuðsfyrireikarin er væl nøgdur við tað nýggja skapið, sum festivalurin [...] ikki nóg væl at koma út millum fólk við tiltøkunum, og tí setti festivalurin ikki tann dám á býin, sum ein væl eydnaður festivalur skal gera. Nú breiða tiltøkini seg um allan býin og tað merkist á Havnini [...] Brandur. Soleiðis kemur millum annað ein New Zealendskur bólkur nevndur The Jew Brothers Band á Jazzfestivalin, tí hann er í Danmark um tað mundið í sambandi við ein annan jazzfestival. Minni føroyskt 19
- nøktast. Síðani kom sum kunnugt skjót broyting í, og nú eru umstøðurnar á vestursíðuni ótolandi. Harafturat er bygt á tað seinasta økið, sum Klaksvíkar Havn hevði eftir, og sum var ætlað til fiskivinnu- [...] ørð, sum uttan iva fer at hava broytingar við sær. Semja var um at halda fast við verkætlanina, tí brúk verður fyri einari havn í fiskivinnubýnum Klaksvík, sum gevur møguleikar til øll skip, sum sigla [...] havnaøki til flutningsvinnuna, sum skal verða tøkt og loyvi verður ikki givið til at byggja á hetta ávísa økið. Í stuttum fevnir endurskoðaða verkætlanin í Ánunum um eitt havnaøki, sum verður yvir 20.000 fermetrar
talan vera um ein meiri at kalla útlendska matskrá: Eina góða og vælgødda dunnu ella eina góða fleskasteik, sum bæði hava tað til felags, at nógv feitt er í. Velur ein hinvegin at eta ein meiri føroyskan [...] verið ein av mongum næmingum á væl umtókta Kokkaskúlanum í Klaksvík. Og her hevur ein stórur partur av undirvísingini snúð seg um góðan og rættan kost. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so er tað ein sannroynd [...] eingin ivi um, at alt tað sum tey høvdu lært henda fyrsta mánaðin, saman við egnum royndum, var gingið upp í eina hægri eind. Her var veruliga hjartað lagt í. Tað var vist so, sum ein av hinum næmingunum tók
nógv fyri ein kvalitets-leikara sum Vieira. Leiðslan var í eini kroystari støðu, tí Vieira vildi ikki leingja sáttmála, ið bert hevði eitt ár eftir, og tí mátti felagið selja fyri at fáa sum best burturúr [...] liðformannin hjá Arsenal. Ein annar trupulleiki er Sol Campbell, ið orsakað av persónligum trupulleikum bert hevur verið ein skuggi av sær sjálvum í hesum kappingarárinum. Ein avloysari skal skjótt finnast [...] hevur verið eitt sera stríggið kappingarár hjá Arsenal, og liðið liggur í løtuni á fimta pláss - enntá aftanfyri Tottenham, og tað má vera ein serstakliga herskin biti hjá viðhaldsfólkinum í norðara parti
uppliva mangt, sum gevur teimum varhugan av framtíðini, ið liggur fyri føtur teirra. Millum annað, er starvsvenjingin, ið er sera týdningarmikil, av tí stóru ávirkan ein hevur á alt, sum tannáringur. Tíverri [...] stovnar høvdu gjørt eina skipan, har ein hevði haft eina áskoðan yvir hvat ein skal gera hvønn dag. Vit kunnu bert vóna at hetta fer at verða tikið við álvara. Ein stór hjálp, ið longu er skipað fyri, [...] síðst. Tær eru á Tórshavnar Sjómansheimið, og ein av teimum hevur enntá ein framtíðardreym, at gerast flogterna, so hetta við at arbeiða á matstovu, er ein sonn roynd fyri hana. Hin, hevur harafturímóti
tað at bera til. Og so seint sum fríggjamorgunin var einki sum bendi á tey negativu stórtíðindini sum bórust minni enn 24 tímar seinni. Kanska onkur teirra hevur hugsað sum so, at mundi leiðslan í felagnum [...] soleiðis, sum stjórin prædikaði. Samstundis sum tey 70 ferðafólkini ur Kosovo sótu og bíðaðu eftir at sleppa til heimlandið, var avgerðin um felagið longu tikin. Var flogfarið farið á flog sum ætlað hevði [...] tað í roynd og veru var farið av knóranum. Ein kundi tí komið í ta sjáldsomu støðuna, at flogfarið fór úr Danmark sum eitt FaroeJet-flogfar, men kom aftur sum ... ja, tað er ikki gott at vita. Starvsfólkini
fevnir um ein lut, ið kann hangast á veggin, samstundis sum tað lýsir ein aktivitet og eitt hugtak. Úr hesum sama orði kemur lýsingarorðið, sum á donskum nevnist “malerisk” og sum fevnir yvir ein ávísan [...] fyrihalda seg reflektivt til seg sjálva. Hetta er ein trupulleiki, sum ein og hvør, ið roynir at málbera seg á føroyskum um myndlist, eigur at kenna til og sum byrjar við málinum sjálvum. Málarí er eitt nýtiligt [...] griska fornøld, eins og stóri denturin, ið verður lagdur á sentralperspektivið fær ein at hugsa um renesansuna. Málaríið sum høvi Innan nýggja figurativa málaríið eru nógvar av myndunum eins og tær hjá Katrine
hyggur eftir tí, sum liggur í náttúruni, sigur hann og leggur aftrat, at tað mestan mun er talan um sigarettstubbar, plastikkposar, súgvirør, eingangsplastikk, snúsdósir og annað, sum man lættliga kann [...] Endamálið við bólkinum var at varpa ljós á dáking í føroysku náttúruni við at luta mynd av burturkasti, sum ein hevur heintað. Bólkurin hevur í dag 9265 limir. Svein Rógvi Ljósstein Nielsen greiðir frá, at hugskotið [...] var stórur fyrstu tríggjar mánaðirnar, og tað vóru mong, sum fóru at rudda plastikk. Tað er langt síðani, eg havi sæð Klaksvíkina so reina, sum júst tá, greiðir hann frá. Føroyingar dálka – Men síðani