og Simma umframt høvið at sleppa til London. Tað, sum krevst fyri at taka lut, er, at tit eru ein bólkur (minst tveir persónar), at tit spæla tónleikin sjálv (ikki play back) og at tit ikki spæla tøkuløg [...] tøkuløg (eingi cover løg). GBOB Challenge hevur sum endamál at finna verulig talent og hjálpa til at fáa tey fram í ljósið. Umframt møguleikan at taka lut í heimsfinaluni kunnu vit sum nakað nýtt í samstarvi [...] ein bólkur úr hvørjum landi sleppur víðari til Heimsfinaluna í London í desember, har møguleiki er at vinna 100.000 dollarar kontant. Stríðið um, hvør skal umboða Føroyar, verður í Mentanarhúsinum tann
upplýsast, at um kreditorarnir ikki vístu vælvild í samband við útbyggingina av Ósáskúlanum, er líkt til, at arbeiðið hevði verið steðgað fyri mánaðum síðani. Sagt verður í frágreiðingini, at kommunan hevur [...] við vørur og tænastur og harumframt er umráðandi at fáa í minsta lagi 5 mió. kr. sum arbeiðskapital. - Um kommunan ikki fær peningin, er vandi fyri, at virksemið hjá kommununi steðgar upp heilt skjótt [...] umsóknir um fígging til peningastovnarnar, og Føroya Banki og Eik Banki hava svarað, at teir í løtuni ikki eru sinnaðir at veita kommununi meira lán og vísa til verandi avtalu um afturgjalding av skuld, meðan
greitt, at bensinið í dag er bíligari í Danmark, meðan diesel kostar tað sama. Samstundis er eisini greitt, at prísirnir hjá Statoil og Shell í Føroyum eru fullkomiliga eins. Tí er trupult at skilja hvørjum [...] Men í somu tíðindasending vísti Shell á, at hetta var ikki í so. Hesum eru vit í Brúkarasamtakinum ikki samd við, og kenna vit tí okkum noydd til at koma við hesum ískoyti. Við ársbyrjan í 2007, áðrenn [...] umleið kr. 1,60 og kr. 2,30 undir tí danska. Síðani hendir tað, at prísirnir kring allan heimin fara so fullkomiliga á flog, og halda bara áfram at hækka inntil altjóða fíggjarkreppan kagar undan. Nú fella teir
Hetta kunnu hvalbingar ikki lata sær lynda í 2008. Tí eigur løgtingið at ganga ynski hvalbinganna á møti, at farið verður undir at gera nýggjan tunnil millum Trongisvágs og Hvalba. Sambært nútíðarinnar [...] komið í inni í tunlinum, so er eingin útgerð til at sløkkja eldin, og eingir møguleikar at boða frá eldinum og eingin útgerð, sum forðar øðrum akførum at koyra inn í tunnilin; tí har er einki fartelefonsamband [...] útjaðarin verða partur av einum vælferðarsamfelagi, har ein og hvør eigur at kenna seg tryggan í ferðsluni, so er eisini neyðugt, at trygdin í føroyskum tunlum lýkur nútíðarinnar krøvum. Mítt ynski til mína
men tað, at hon onga krónu rindar í skatti av pensjónini, hvørki í Fraklandi ella Noregi. Yvirfyri norskum fjølmiðlum viðgongur Brundtland, at skattaavtalan millum londini frítekur hana fyri at rinda skatt [...] er 68 ára gomul. Norsk bløð hava eisini avdúkað, at Gro Harlem Brundtland tjenar hópin av peningi fyri fyrilestrar, sum hon heldur, og hon viðgongur, at hon ikki hevur givið hesar inntøkur upp fyri norskum [...] um. Sum skilst, er skattaavtalan millum Noreg og Frakland serstøk. Avtalan sigur, at Frakland hevur ikki loyvi til at skatta almennar pensjónir úr Noregi, sjálvt um pensjónisturin býr í Fraklandi. Sambært
a. í røðu síni at Vinnuhúsið er í dag ein aktivur luttakari í føroyska kjakinum, umframt at tað luttekur í at tillaga føroyskar vinnukarmar til framtíðina - tað fara vit framhaldandi at gera. Vinnufeløg [...] gott. Vinnuhúsið fer framhaldandi at leggja dent á at vera savnandi fyri alla føroyska vinnu. Tí ynskja vit, at enn fleiri arbeiðsgevarar koma við í Vinnuhúsið. Hetta fyri at fáa eina enn sterkari vinnurødd [...] stjóraskifti í Vinnuhúsinum var skipað fyri móttøku seinasta fríggjadag, har nógv fólk stukku inn á gólvið at heilsa upp á nýggja og fráfarandi stjóran. Marita Rasmussen hevur tikið við sum stjóri eftir Jan Mortensen
av hesum mongu túrunum í hesi avtoftaðu bygdini, at hann fekk skaða í síðuna, tá hann legði at landi við atløgubryggjuna á Slættanesi. Neyðugt verður at skifta ein hálvantriðja metrar langan planka út. [...] við. Sum skilst hava teir eina tummilfingrareglu sum sigur, at tað vanliga tekur tveimum monnum ein dag at taka ein planka út og ein dag at seta tann nýggja í aftur. - Eftir ætlanini byrja vit arbeiðið [...] dent á at gera umvælingar á skip og bátar, umframt alt vanligt smiðju- og sveisiarbeiði. Ein eykalutagoymsla er eisini í Vestmanna, og samband er við høvuðsgoymsluna í Havn nærum hvønn dag, soleiðis at go
hesum londum til hugs, at fara upp í ES, sigur Jørgen Niclasen. Hann vísir á, at tað nyttar einki at tosa um atlimaskap í ES, tí ein slíkur er stutt sagt ikki til. - Fara vit inn í ES sum ein partur av [...] Skotland, Ongland, Írland og Norðurírland, og tað er ein sorgarleikur at síggja. Støð, sum ein og hvør, sum hugsar um ES-limaskap, eigur at vitja. ES-fiskivinnupolitikkurin hevur sligið fullkomiliga feil, sigur [...] Tað kemur ikki upp á tal at flyta valdið úr Keypmannahavn til Brússel. Skal valdið flytast, skal tað flytast til Føroya, sigur Jørgen Niclasen Heldur ikki Fólkaflokkurin tekur undir við ætlanunum hjá
Djurhuus, sum er klokkari við Selatraðar kirkju, nýtti høvi at ynskja Axeli tillukku og visti eisini okkurt skemtiligt at siga frá. Axel takkaði fyri at Sjóvar kommuna á henda hátt sýndi honum heiður. Hann greiddi [...] Axel, sum í dag er 83 ára gamal, byrjaði at grava saman við pápanum sum 13 ára gamal. Tá pápin doyði í 1960 tók Axel sær av at grava saman við bróðurinum Esbern Jacobsen. Esbern doyði 3. jóladag í 1982 [...] mangan verða stríggi at grava, og vóru ofta stórir steinar í vegin. Axel minnist serliga væl, tá hann skuldi grava fyri mammuni. Tá var ein stórur steinur, har gravast skuldi - so stórur at tað mátti borast
41 skot av móti unga manninum, tá hann royndi at taka mappuna úr lummanum. Løgreglumenninir hava seinni fortalt í rættinum, at teir hildu at hann royndi at fáa fatur á revolvaranum hjá sær. Diallo var raktur [...] sínar limir, um at halda seg burtur frá teimum 10 konserturnum, sum Bruce Springsteen eftir ætlan fer at halda í New York, á hesi konsertferðini. Eisini varð heitt á løgreglumenninar, um ikki at arbeiða sum [...] Bruce Springsteen hevur fingið tað mesta av løgregluliðnum í New York uppá nakkan, eftir at hann hevur skrivað ein sang, um hendingina tá fýra løgreglumenn skutu og drupu ein innflytara. Sangurin sum eitur