Seðlarnir í grindini, sum doyði í Vági í dag, koma út í morgin árini klokkan sjey við Havnarskrivstovuna. Tað upplýsur Jaspur Vang, sýslumaður í kvøld. Merktir vórðu 196 hvalir upp á tilsamans 1216 skinn [...] oynna. Grindin varð funnin í morgun eystan fyri Flesjarnar í Sumba. Tað gekk væl at reka, og vestfall var, so undanstreymur var. Grindin var hildin til um 14.30 tíðina í Vági, og meginparturin gjørdi landgongd [...] umst5øðunum bæði skjótt og væl, og um 15-tíðina hevði alt lagt beinini. Einir 40-50 bátar tóku lut í rakstrinum og drápinum, og ein stór mannfjøld var á sandinum tó vóru nógv bert áskoðarar.
Í gjárkvøldið ella í nátt hava ótangar gjørt seg inn á blómukassar, sum annars prýða býarmyndina í Vági Tað tey, ið hava handil framvið høvuðsvegnum í Vági, í góðveðrinum í morgun komu til arbeiðis, gjørdust [...] gjørdust tey illa við og høvdu kanska eisini hug at ilskast. Orsøkin er, at í gjárkvøldið ella í nátt, hava ótangar gjørt seg inn á blómukassar, sum settir eru upp framvið høvuðsvegnum, fyri at prýða og [...] nógv fyri, at tá kommunan roynir at prýða um, so skal hetta ikki fáa frið, sigur ein handlandi, sum í morgun var millum teirra, ið sá keðiligu sjónina. Nakrir blómukassar eru endavendir, og aðrastaðni eru
hevur eisini bygdaráðið í Fámjin viðgjørt ætlanina hjá landsstýrinum um at byggja ætlaða heilsuskúlan og miðnámsskúlan í Suðuroy í ein skúladepil í Hovi og at byggja røktarheim í Vági ístaðin. Og eins og hinar [...] verið, kann bygdaráðið ikki taka støðu. Annars hildu bygdaráðslimir í Fámjin, at avgerðin um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági fer neyvan at standa ella fella við, hvørja støðu fámjiningar hava til [...] hinar kommunurnar í Suðuroy, halda eisini fámjiningar, at teir vita alt ov lítið um ætlanina til at bygdaráðið kann hava eina støðu til málið. Men bygdaráðið vísir kortini ikki málið frá sær. Á bygdaráðsfundi
Kommunuval Vágur: Jògvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, ætlar at stilla upp aftur á kommunvalinum. Hann hevur játtað at vera á listanum hjá tjóðveldisflokkinum í Vági, men uppstillingin er ikki liðug enn. Jógvan [...] borgarstjórunum í landinum. Hann hevur stýrt Vágs kommunu ígjøgnum ringastu kreppu í søhguni og sum formaður í kommunusamskipan Føroya, hevur hann eisini gjørt vart við seg. Og nú Vágur aftur hevur er í fríum falli [...] tað 12 ár síðani, at hann kom uppí kommunupolitikk. Hann varð fyrstu ferð valdu á valinum í 1992 og hann kom beint í eldin, tí hann gjørdust borgarstjóri beinanvegin og tað hevur hann verið síðani. Sigast
verður nýttur rætt, sigur komandi presturin í Vági sannførdur. Sunnudagin varð hann so formliga settur í Havnar Kirkju sum prestur í Vági, og fer arbeiði hansara í gongd 21. september. Sostatt tykist talan [...] Vágbingar fáa í framtíðini eitt nýtt andlit at síggja, tí 36 ára gamli presturin, Patrick De Neergaard, er nú vígdur og til reiðar at fara í holt við starvið sum prestur í Vági frá 21. september. Undir [...] og í dag er hann danskur statsborgari. Móðir nýggja prestin í Vági er úr Irak, meðan faðirin er dani. Gleðiboðskapurin einfalda uppgávan Patrick De Neergaard er sum vera man fegin um starv sítt í Føroyum
Sigfridsson stovnaði í 1967 svenska dansibands- og country bólkin Lasse Stefanz, sum helst er millum kendastu dansibandsbólkar í Norðurlondum. Og nú spælir Lasse Sigfridsson fyri fyrstu ferð í Føroyum, tá hann [...] hann fríggjakvøldið 8. mai fer á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági. Lasse Sigfridsson og Lasse Stefanz fóru hvør til sítt í 2012 eftir innanhýsis stríð, og Lasse Sigfridsson byrjaði tí eina solo-karrieru [...] hoyrt nógv gott um oyggjarnar, so eg gleði meg veruliga til ferðina hagar. Dansibandsfestivalur er í Vági 8. og 9. mai.
tilreiðar at spæla dyst í Vági sunnudagin, gjørdist greitt, at eingir dómarar vóru møttir. Stórur spenningur var annars í Vági, tí kvinnurnar úr VÍF elta Kyndil í stríðnum um at vinna seg í FM-finaluna, og ú [...] u dómararnir góvu avboð fyri 10 døgum síðani. Hartvig Joensen, formaður í dómaranevndini hjá Hondbóltssambandinum, var gestur í tíðundunum á Rás 2 á miðdegi, og har greiddi hann frá, at ein møgulig loysn [...] útidysturin móti VB var ein lykladystur í hesum stríðnum. Tá ið komið varð nærri dystarbyrjan, gjørdist greitt, at dysturin ikki kundi spælast. Ein misskiljing hevði við sær, at eingir dómarar vóru settir
Kommunuval Alt bendir á, at Jógvan Krosslá er liðugur sum borgarstjóri í Vági eftir 12 ár í starvinum.Tjóðveldisflokkurin misti ein lim í býráðnum til sambandsflokkin og tað kann koma at kosta flokkinum dýrt [...] in hava sostatt seks býráðslimir av teimum níggju í Vági og sostatt er tað munandi lættari at skipa meiriluta uttanum tjóðveldisflokkin, enn tað var í hesum valskeiðnum, nú tjóðveldisflokkurin hevur fýra [...] skipa samgongu. Men tey býttu ikki nevndarsessir ella settu navn á formansskapin í tí fundinum. Men fyrst valdir av limunum í nýggju samgonguni, er Kirstin Strøm Bech úr javnaðarflokkinum, sum fekk 74 atkvøður
smekkar hon bóltin upp í málhornið, og sostatt vann HB ein sera týdningarmiklan sigur í Vági, sum í síðsta enda kann hava sera stóran týdning fyri kappingina. B36 vann tepurt í Runavík Eftir at B36 tapti [...] sigurin higartil í kvinnudeildini í ár var í Klaksvík, har KÍ kvinnurnar snøgt sagt hølvaðu Skála av. KÍ var sjálvsagt stórfavorittur undan dystinum, men at tað skuldi gerast ein so stórur sigur í Klaksvík sunnudagin [...] støðan 17-0, sum eisini er størsti sigurin í ár í kvinnudeildini. Malena Josephsen, sum hevur verið millum bestu leikararnar hjá KÍ og í allari kappingini í ár, skeyt ikki færri enn átta mál, og sostatt
Í kvøld fer listamálarin, rógvarin og sundamaðurin Livar Nysted at halda fyrilestur um evni Motivasjón. Fyrilesturin verður í Stóra Pakkhúsi í Vági Í 2010 setti Livar heimsmet við at rógva um Atlantshavið [...] dreymi og máli, hevði avgerandi týdning. Í fyrilestrinum vísir Livar myndir og fortelur um hendan spennandi túr, um tað at seta sær mál og knúsa tær forðingar sum eru í vegin, og hvussu umráðandi tað er at [...] lívsjáttandi, spennandi og stuttligt tiltak, sum samstundis er gevandi og læruríkt, veðrur sagt úr Vági. Fyrilestur hansara byrjar klokkan 19.