okkum vælkomnum innar og sigur síðani, at kaffið er klárt í køkinum. Har er dekkað upp, tvey ljós eru á borðinum og eitt fat við leskiligum sniglum, hon bakaði í gjárkvøldið til fínu gestirnar frá blaðnum [...] snýr seg um gerandisdag hennara. Á borðinum liggja kortini nakrir sniglar í eini skál, - sniglar sum eru bakaðir til fínu vitjanina. Tað smakkast ikki munur á hesum sniglunum og "dem som mor ku? lave". ? [...] Vektin svarar beinanvegin aftur: "Seksogtyve gram". Hon leggur ein snigil á aftrat, og vektin svarar nú "Fireoghalvtreds gram". ? Ja, henda vektin er ótrúlig og er ein stórur lætti hjá mær í tí dagliga.
systrunum, sum eru sera góð við hann. Tað er eitt kvett, at vit framvegis hava fólk, sum minnast slíkar hendingar sum við Nólsoy, so hetta kann verða niðurskrivað, meðan tíð er. Tí takka vit øllum teimum [...] ungdóminum í bygdini eisini burtur. Edvard var nakað javngamal við Poul, og nú var hann eisini burtur. Meinhard var javngamal við Alif, og nú vóru báðir burtur. Hetta setti sjálvsagt sítt merki á lívið í bygdini [...] 6. partur Í hesi grein fer at verða gjørd ein roynd at lýsa søguna hjá teimum. Vit hava prátað við synir Óla Jákups, Símun og Óla Jákup, sum varð føddur aftaná at pápin doyði. Sámal Jákup fekk eisini ein
real. At skúlin gjørdist títt lívsverk, har ið arbeiðstíð og frítíð flutu saman í eitt, eru óteljandi dømir um. Vit minnast, at næmingarnir øvaðu sjónleik uppi í kjallaranum hjá okkum, næmingarveitslur vóru [...] unglingin mangan vestjyda, við sínum serliga verumáta og lyndi. Her knýtti hann mong vinarbond, sum eru eins sterk tann dag í dag. Nevnast kann, at á 65 ára føðingardegi hansara vóru hálvthundrað næmingar [...] Men tá sølutølini komu, var tað metsøla, so lagið var gott, og ferðin gekk gott heim til Føroyar. Komin til Vágs høvdu aðrir Nørre Nissum studentar hug at klípa Jákup og Marnu í kjálkarnar, tí tað var jú
mesanmasturin brotnaðu. Pumpurnar riggaðu ikki ov væl. Tá vóru teir komnir norð um Hetland, og skipið rak nú fyri vág og vind. Tey seinastu fýra samdøgrini hevði manningin mist alla vón, og hevði heldur ikki [...] neyðstadda skipið uppá sleip miseydnaðust. Tá ið motorbátarnir komu, fekk manningini aftur nýggja vón, tí nú vistu teir, at bjargingin var nær. Beskytteren tók skipið uppá sleip og tók skipið inn á Skálafjørðin [...] hetta sokallaða roysnisbragdið hjá Beskytteren. Frágreiðingin var, at Beskytteren var henda dagin komin inn á Havnina eftir koli og provianti eftir í eina viku ikki at hava havt samband við land. Teir høvdu
altíð syrgt fyri at halda eitt ávíst støði. Eg havi havt ráð til at liva, sum eg havi gjørt. Nú var eg komin so langt út, at eg var givin við at arbeiða og kundi, snøgt sagt, ikki sjálv syrgja fyri mínum [...] Hon ynskir at siga frá sínari søga fyri at hjálpa øðrum. Fyri at verja hana og familju hennara hava vit valt at nýta dulnevni. Stovan kennist fjálg at koma inn í frá kuldanum. Kertuljósini skapa eitt reyðligt [...] Hassjmisnýtslan gjørdi, at ein dýna legðist yvir meg og skilti meg frá umheiminum. Soleiðis upplivi eg tað nú, tá eg hugsi aftur, sigur hon. Hetta var tó ikki nakað, hon legði merki til, meðan hon enn roykti hassj
duga. Annars kiksar tað. Mosh-pit við Ineptus Metal/rokk bólkurin Ineptus hevur verið til í eina tíð nú. Seinasta árið hevur bólkurin havt somu manning, ið hevur vant nógv og skrivað nýggj løg. Tað hoyrdist [...] fullkomiliga genialt! Tað gevur samleika til tey, ið kenna seg tóm innaní; opnar fyri kenslum, sum annars eru stongdar inni; gevur fólki ein lívsstíl, ið góðtekur, tá teimum tørvar tað mest. Eg kendi nógv av mær [...] eykalag frá yvirheitu áhoyrarunum. Rokk ættarliðið livir Tá Synarchy vóru farnir av pallinum, var tíðin komin til at ganga eitt sindur millum fólk, práta og spyrja seg fyri, hvussu tað hevði verið hjá teimum
nakað úti eystari. Men tá teir eru komnir nakað út, siglir trolarin frá teimum. Teir sigla ella kanska rættari reka nú vestur eftir. Menn drukna og stirðna í hel Fyri middag eru longu tveir manns stirðnaðir [...] At henda søgan kemur fram nú er tann bera tilvild. Seinasta heyst skrivaði ein dani, Kenneth Gaarslev, til Samvit um teir kundu útvega honum nakrar upplýsingar um hvørt pápi hansara, sum var við Sally [...] Samvit beindi fyrispurningin til mín. Eg hevði so ikki hoyrt um hesa vanlukku og fór at kanna málið. Vit báðir Kenneth komu so í samband við hvønn annan, og úrslitið er henda frásøgnin um eina syrgiliga og
Sum nevnt í fyrsta partinum eru tveir býlingar í Hattarvík. Tað er Uppi í Húsi, haðani Símun er ættaður, og so er tað Niðri í Húsi, eisini kallað Húsagarður. Eisini her eru trý fyrndarhús, Innistova, [...] elektriskir ovnar brúktir. Nú skuldi bert trýstast á ein knøtt! Tá varð avlagt at nýta torv. Kornvelting So var tað kornvelting. Fyrst eg minnist vóru bara tvey hús sum veltu korn. Men tá vit komu út til 40-árini [...] korni. Tá ið alt hetta var liðugt, bóru tey altíð morgunmat oman í sodnhúsið. Tá ið børnini vóru komin á føtur, so fóru tey við eplum at biðja sornkonuna um at steikja tey í øskuni. Tá smakkaðu tey ógvuliga
kann ætla, at tað er ikki smáting, sum liggur eftir hana á hesum økinum. Forlovað 16 ára gomul Nú var Anna komin í giftingaraldur. Hon hevði upplivað eitt sindur av hvørjum og var búgvin at binda seg. Hon [...] at vera á bedingini í Vestmanna. Tummas keypti seinni smiðjuna, sum vit vanliga kalla Askhams smiðju á Skálatrøð, har Glitnir er nú. Tá gamli legði frá sær, varð smiðjan rikin av beiggjunum Símun, Thorstein [...] at ferðast. Norður eftir fara tær við “Ruth” til Oyrar. Haðani verður gingið til Gjáar. Á ferðini eru tær í fylgi við eini skipsmanning, sum skuldi sama veg. Heim aftur skuldu tær fara eitt fríggjakvøld
Anglo-Iranian setti nú lýsingar í bløð kring heimin, har hótt varð við "neyðugum atgerðum" móti londum, sum keyptu iranska olju. Men ikki øll lond vóru fús at akta bretar. Eitt nú eydnaðist í fyrru helvt [...] Ahmad Qavam sat einans fýra dagar. Her eiga vit at minnast til, at stjórnin hjá Mossadegh hevði framt ein hóp av tiltøkum, sum høvdu framburð við sær, eitt nú lógir og samtyktir um arbeiðsloysisstuðul, [...] samrøðu við forsætisráðharran. Henderson fór nú til forsætisráðharrin og gramdi seg um tað valdandi óskilið, at amerikumenn vórðu illa viðfarnir í Iran, og eitt nú uppringdir og undirdíktir í ókvæmisorðum