at gera. Her snýr tað seg um at leggja eftir monnunum, sum millum annað skulu hava forðað kvinnum at gera seg galdandi, tá ið tað ræður um søguskriving um kvinnur. Hetta sjónarmið hevur einki við [...] úttala meg um. Eg havi í míni tíð skrivað nógv av fiskimanna- og kvinnusøgu. Umframt eitt stórt tal av greinum í FF-blaðnum og Sosialinum um kvinnur havi eg skrivað og staðið fyri trimum bókum við [...] foreldrunum. So er tað bókin ”Tær bygdu land”, sum er um lívið hjá 20 ”vanligum” kvinnum, sum í síni tíð umboðaðu grundarlagið fyri okkara samfelag. Ein slík bók er í hvussu er ikki gerandiskostur
Landsbanki Føroya. – Boðskapurin er tó enn hin sami. Fíggjarlógin fyri 2025 vísir eitt hall á 83 milliónir krónur, sum vegna støðlaðar íløgur sannlíkt verður væl hægri. Hetta er framvegis ikki nøktandi, tí [...] metingina og talgrundarlagið, sum lá til grund fyri metingini. Munurin er, at Búskaparráðið ikki hevur tikið ætlaðu broytingina um at hækka mørkini í Búskapargrunnin við 200 mió. kr. við í metingini. Harafturat [...] frá í vár, tað vil siga, at tað er ikki fíggjarlógin fyri 2025, sum lá til grund fyri metingini. Úrslitið í fíggjarkørmunum var eitt yvirskot á 9,2 mió. kr. – Tíverri er ein feilur íkomin orsakað av vantandi
farin, minkaði AB um munin. Málskjútti var Bartal Skaalum Petersen. Hetta var sætta málið hjá honum í ár. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Jákup Martin Jarnskor um munin til 3-1. Hetta var níggjunda málið [...] Víkingur um munin til 4-1. Aftur var tað Bjørn Bakk Bjarkhamar, sum var málskjútti. Hann hevur nú skorað átta mál í ár. Fýra minuttir undan leikloki minkaði Rasmus Dan Sørensen um munin til 4-2. Hetta var fyrsta [...] við sær, at víkingarnir styrktu um sína støðu sum topplið. Víkingur hevur 48 stig, og tað eru átta stig aftur til FC Suðuroy og B36, sum hava spælt tveir dystir færri enn toppliðið. Nú AB hevur tveir dystir
hugnaløta í Barnatannrøktini í Havn, tí Helga Rúnadóttir Øster hevur 25 ára starvsdag. Hetta skrivar torshavn.fo. Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt í hesum [...] hjá børnum blivnar nógv betri, ikki minst takkað verið tykkum. Í dag er púra vanligt, at børn og ung einki hol hava í tonnunum. Hetta var púra óvanligt fyrr. Tað vísir, at tit og starvsfelagar tykkara hava [...] eitt megnar arbeiði. Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu eri eg errin um, at vit hava eina so góða barnatannrøkt í kommununi. Tað er kanska ikki altíð so stuttligt at fara til tannlækna, men eg veit frá
skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, á lararafelag.fo. Um uppskotið verður samtykt sum tað fyriliggur, er hetta er annað árið á rað, at játtanin til fólkaskúlanum verður skorin. Í fíggjarlógini [...] ið fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál, er vaksið. Hesar útbyggingar av fólkaskúlanum eru góðar og neyðugar, men neyðin í fólkaskúlanum er, at hetta er komið aftrat, uttan at neyðug játtan hevur fylgt [...] dátt við, tí játtanin er longu frammanundan ikki dagførd. Virksemið í skúlanum er økt, men pengar hava ikki fylgt við. Fólkaskúlanum tørvar eisini íløgur á fleiri økjum. Fólkaskúlin er útbygdur við serflokkum
Beirut um umfangið av álopinum, sum er tað seinasta í eini røð av ísraelskum álopum á Hizbollah seinastu vikurnar. Millum annað hevur Ísrael dripið fleiri leiðarar í Hizbollah. Millum tey dripnu er Hassan [...] hendi hetta í býunum Bint Jbeil og Taybeh har suðuri í Libanon undir ísraelskum álopum. Hermenninir hjálptu Reyða Krossi og sivilfólki at sleppa burtur. Ísrael hevur í dag heitt á íbúgvar í fleiri enn 20 [...] 20 bygdum í Suðurlibanon um at ferðast norðureftir. Stríðið harðnaði eftir 17. september, tá túsundtals Hizbollah-bipparar brustu og drupu fleiri hundrað. Fleiri túsund fingu skaða. Síðani tá hevur Ísrael
trupulleikanum. Tað er sera sárt og persónligt at tosa um barnaverndarmál. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi fingið so neyvt innlit í eitt ítøkiligt mál. Innlitið, sum eg havi fingið í júst hetta málið, vísir [...] ð Eg havi nú í nøkur ár víst á, at tað er skeivt at senda føroysk børn og ung á stovn í Danmark, men tað er ikki fyrr enn nú, tá eitt veruligt andlit og navn er sett á trupulleikan, at almenningurin veruliga [...] Faktiskt er tað bara Almannaverkið, sum heldur tað vera eitt gott hugskot. Hetta vísti dómarin í Føroya Rætti eisini á, tá avgerðin var tikin um steðgandi virknað. Hann vísti á, at málið ikki er nøktandi
ræðisrættin á umtalaðu parkeringsplássum. Hesum er Tórshavnar kommuna ikki samd í. Víst skal verða á, at helvtin av parkeringsplássunum liggja enn í litra k, sum er øki hjá kommununi, lagt av til veg. Samanumtikið [...] Kommunala Eftirlitið metir, at kommunan letur ólógligan stuðul, um kommunan ikki kunnar um, at parkeringsbásarnir fram við Vegnum Langa, har samkoma heldur til, kunnu nýtast av øllum borgarum í kommununi [...] r fram við Vegnum langa í Hoyvík kunnu nýtast av øllum borgarum á jøvnum føti við samkomuna. Einki er sostatt ólógligt. Kommunala Eftirlitið vísir í niðurstøðu síni á, at eftirlitið metir, at kommunan
gjøgnum 2 tey komandi árini. Tað er at frøðast um, at okur kunnu gera hesa framúr verkætlan lidnað, sum gevir enn fleiri møguleikar og batar fyri Vágs skúla, sigur Levi Mørk formaður í mentamálanevndini hjá Vágs [...] 2024: Nevndin er samd at fylgja tilmælinum hjá teknisku deild. Fíggjarnevndin 27. september 2024: Semja um at halda áfram við hesum arbeiðinum, og taka upp í samband við FÆ2025. Hvussu hetta best kann fíggjast [...] svimjihyl í Vágs skúla um til eitt savningarstað/Auditorium, bæði fyri at betra umstøðurnar í skúla men eisini Musikkskúlan. Vágs Skúli hevur í nógv ár verið fyri broytingum, har tað er lagst aftrat av tilboðum
skattalætta næstu árini. Tað er skilagóður borgarligur politikkur at hava ein so skynsaman rakstur og íløgur, at rúm eisini er fyri einum lægri kommunuskatti. Hetta kann lætta um hjá okkara borgarum sum stríðast [...] Fólkaflokkurin – sum einasti flokkur í 2022 – uppskot um at lækka kommunuskattin. Tíverri varð ikki undirtøka fyri hesum. Vegna Fólkaflokkin vil eg enn einaferð koma við uppskoti at lækka kommunuskattin eitt [...] eitt vet til komandi fíggjarætlan 2025, sum skal samtykkjast um fáar vikur í Tórshavnar Býráð. Um tú ert samdur við hesum kanst tú stuðla Fólkaflokkknum og undirritaða til kommunuvalið 12.novembur 2024