. Tó skal tað viðmerkjast, at Isle of Man hevur sett spurnartekin við, um teir fara at verða við í bowlingkappingini. Gera mansbúgvar ikki tað, so verða tað bert tríggjar oyggjar, sum verða við í øllum [...] øllum greinum. Hvussu úrslitini fara at verða, ber sjálvandi illa til at siga nakað um frammanundan, men tað er eingin loyna, at tað verður torførari og torførari at gera seg galdandi í hesi kapping um ein [...] venjing. Tað eru føroysku ítróttarfólkini greið yvir, og tey eru farin undir málrættaðar venjingar fyri langt síðan. So er spurningurin, hvørt tað fer at eydnast føroyingum at fáa eins góð úrslit og frammanundan
um, at tað fór ikki at vera so gott, tí ætlanin er at taka bryggjuna burtur, ið gongur út frá kaikantinum. - Flótibrúgvar skulu so leggjast í staðin, og tá fer at runa so illa inni við, so tað fer ikki [...] - Tað stendur illa til við kalva. Tað eru teir báðir, Erling á Argjaboða og Palli á Dul, samdir um. - Hetta er besta kalvatíð, og vit hava roynt á bestu kalvaleið, og vit hava fingið ein kalva, sigur Palli [...] góðveðrinum, og Erling var komin oman á havnarlagið á Argjum til eitt prát. Og prátið snúði seg um, hvussu illa stóð til við kalvanum í ár. Teir tosaðu um onkran, sum hevði sett oman fyri 200 línur, og fingið
Fótbóltur Hóast tað higartil bara eru spæld trý umfør, so er tað ikki sørt, at tað undan fjórða umfari kennist sum lagnuløta, tá ið ÍF sunnudagin fer at fáa vitjan av KÍ. Fótbóltslagið í Fuglafirði er [...] kappingarbyrjan var at varðveita plássið í deildini, bara 9-10 stig. Og tað fer ikki at hava minni týdning, at fjarstøðan til KÍ kann økjast til níggju stig. Tá ið ÍF fyri viku síðani á heimavølli vann oyg [...] býðar framvegis eftir at fáa loyvini upp á pláss. Tískil verður tað aftur hesa ferð Roy Róin, sum fer at hava ábyrgdina á beinkinum. Men tað halda fuglfirðingar ikki vera nakran bága. Tað hevur higartil gingið
tann broyting, at vit sleppa at fylgja við, tá samráðingarnar verða hereftir, og tað er bæði gott og minni gott, tí almenna kjakið kann spilla samráðingar á vegnum, tað má ásannast. Tað positiva er tó [...] ina verða ikki gingin á møti. Børnini ganga og mala, tí tíðin gongur, og nú er ikki so stuttligt at sleppa frá at fara í skúla longur,. Tey størru eru farin at óttast fyri próvtøkunum í summar, og foreldur [...] framtíðar fullveldinum. At danski statsministarin enn einaferð bar seg klossut at, er ongin umbering fyri, at vit onnur skuldu gera tað sama. Men nú eru tey so heimafturkomin, og onki er at vera errin av, tv
tunnur smekkfullar av besu víngóðsku. Tað er lygn og háð móti Gudi at siga, at Gud ikki unnir okkum nakað gott. Hann vil okkum alt gott! Og bara tað góða! Eins og hann sjálvur er hin einasti góði! Spurdi [...] Opinberingin boðar! Eru vit trúgvandi, verða vit búgvandi; og eru vit lýðin, verða vit signað av Gudi! Og tað ríkiliga! Avleiðingarnar av at bróta Guds boð – eisini tað 6! – og at vannvirða hjúalagið, eru nógvar: [...] hjúnlag og inn í títt lív, hvussu tað er, og miskunna tær og náða teg og styrkja teg! Tað vil hann! Trúgv á hann, og ver tú honum lýðin! Tí hann er Harrin, hin góði! Amen. - Kirkjubønin: Lov og tøkk og allur
nógv. Um tað gongur, sum myndugleikarnir ætla, so verður rektarastarvið á Læraraskúlanum burtur um fimm ár. Tað vil siga, at um tað fer at ganga væl, so verður starvið burtur, og at tað fer ikki at ganga [...] Men tað valdast eisini, um politiski viljin fer at verða útinntur í samsvari við tað, sum tað hevur verið boðað frá, og sum starvslýsingin eisini legði upp til, sigur Jóannes Hansen. Ætlanin Tað verður [...] kúlin, og Læraraskúlin verða lagdir saman í ein lærdan háskúla. Tað er í hesum sambandi, at Jóannes Hansen sipar til, at starvið, sum hann nú er settur í, verður burtur um fimm ár um tað fer at ganga væl
smátt farin at fyrireika Føroyabankakvøld á Barbaru í Havn, har borðreitt fer at verða við bestu rávøruni, sum føroyskur sjógvur eigur. Í døgunum, 22. og 23. mars, fer fiskamatstovan aftur at bjóða fólki [...] heitari sjógvi, sum gera, at toskurin ikki trívist? Hvør er tilgongdin av yngli og smáfiski, og hvussu eru vakstrarlíkindini? Spurningarnir kunnu vera nógvir, men tað er ikki vist, at svarini eru so einføld [...] til tosk, hýsu ella upsa. Á Føroyabanka hevur tað sæð hampiliga gott út seinnu árini - við toski, men serliga við hýsu. Kann tað veruliga vera munurin, at Bankin hevur verið friðaður fyri vinnuligari veiði
i, hoppiborgum og risalagkaku í Badmintonhøllini, og nú eru so fýra gallasýningar á skránni. Fimleikur í miðdeplinum Felagsevnið á framsýningunum er fimleikur, men tað verða rørslur og brøgd í alskyns [...] ella annað og sumt mest av øllum er skemt og undirhald. Allur fimleikur felagsins er umboðaður, og sæst tað aftur við eitt nú blandaðum liðum á gólvinum umframt stórum aldursmuni, 6-70 ár. Vóna at síggja nógv [...] í vikuskiftunum, seymað búnar, fingið útgerð til vega og manererað við ymiskt annað í vónini um, at alt skal blíva gott, tá avtornar. Vónin er so at síggja nógv fólk í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum
stjóri í Oljufelagnum, heldur, at tað kann ikki vera annað enn gott fyri, at teir eisini fara at selja bensin. Higartil hava Shell og Statoil havt alla søluna av bensini, og kapping er eingin. - Vit vilja [...] ætlanin at byggja bensinstøðir fyri at selja bæði bensin við kalium, blýfrítt bensin og dieselolju. Minni munurin er nú á prísinum á teimum báðum bensinsløgunum. Annars verða tað nú fleiri og fleiri bilar [...] olju. Kapping er góð, og hon kann bara tæna brúkarunum, tí kappingin hevur við sær, at prísirnir kunnu fara niður, sigur Sjúrður Gorm Petersen, sum heldur tað vera løgið, at tað ikki verður givin avsláttur
Oliver á redaksjónini, og tað er ikki altíð hann og Oliver fáa tíð at práta saman um tað, sum teir hvør særis skriva. Tað kann tíðum verða ringt at taka harðliga til orðanna í einum minni samfelagi, men John [...] svara, at tey tað sama kundi búð í Havn ella í Klaksvík, tá er illa vorðið. - Tað er ein keðiligur hugburður, og slíkur hugburður fer at minka um Føroya-kortið hjá okkum. Og eg síggi onga orsøk til at minka [...] letur ongan iva verða um, hvar hann stendur í slíkum málum. - Tað kann ikki verða ein størri visjón fyri ein føroyskan politikkara, enn at tað skal verða liviligt allastaðni í Føroyum, og at allir føroyingar