Av tí at nógvar seinkingar vóru í flogferðsluni fyrr í vikuni hevur ólag verið á farmaflutninginum til Føroya við Atlantsflog. Og tí hevur Posta ikki borið haldarunum bløðini enn. Bløðini eru eisini seinkað
hurðum. Hetta víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16 ára gomlu, men at hon ikki hevði samband við eitt kriminelt umhvørvi. Ófriður
Danskir myndugleikar vilja hava størri hernaðarliga hjáveru í Føroyum. Ætlanir hava millum annað verið frammi um hernaðarvenjingar, eftirlitsflúgving við stríðsflogførum og fleiri vitjanir av herskipum
eigur Bandero og hevur skipið skrásett. Bandero er skip hjá Paul Watson-felagsskapinum, sum hevur verið í Íslandi í sambandi við mótmæli móti íslendsku stórhvalaveiðini. Íslendskir myndugleikar hava givið [...] fyri, at AIS-skipanin virkar. AIS-skipanin hjá Bandero hevur sambært Morgunblaðnum fleiri ferðir verið óvirkin við íslendsku strondina. Kelda: Morgunblaðið
dag verið leiktur á Sandi. Tað vóru trý kvinnulið, sum kappaðust í morgun, og nú seinnapartin kappast trý lið hjá monnum. Veðrið hevur verið gott. Hann hevur lotað høgur í ættini, og tað hevur verið turt [...] turt í allan dag. Sólin hevur kagað fram ein fittan part av degnum, og tað hevur verið hugnaligt at fylgt dystunum Niðri á Sand. Hetta er eisini fyrstu ferð, at leikarar úr B71 hava luttikið í kapping í
áðrenn Dánjal Godtfred setti punktum. 30 ára gamli Dánjal Godtfred hevur ikki verið so drúgvur á liðnum í ár, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Nú hevur hann skorað fimm mál. Næsta uppgávan hjá FC Suðuroy
Málskjútti var Nils Eiriksson, og uppleggið átti Stefan Djurnic. 19 ára gamli Nils Eiriksson hevur verið við í øllum 19 dystunum hjá B36 í 1. deild í ár, og í dag var hann fyri aðru ferð málskjútti. Og so [...] Málskjútti til 3-3 var Samudeen Musah eftir upplegg frá Ali Sheik Ali. 25 ára gamli Samudeen Musah hevur verið við í øllum 19 landskappingardystunum, og hann er TB toppskjútti við 10 málum. 4-3 TB sigursmálið
heiðran av borgarum í gjárkvøldið, spældu Sputnik og Solband í tjaldnum Seinnapartin í dag hevur tiltak verið fyri børn á stóra pallinum, har Trøllapætur, Omman og Ommididd og Oddi vóru á palli. Síðani sungu
summartiltøkini, men nú fleiri tiltøk hava verið hetta vikuskiftið, kann eingin klaga. Á ovastevnu í Nólsoy í dag hevur veðrið verið gott, og soleiðis hevur eisini verið í kvøld. Ternan hevur siglt um fjørðin [...] góðari tíð um dagin, leita sær heimaftur. Oftast er hetta eftir felagssangin ella so. Tað hevur eisini verið nokso vanligt á ovastevnu, at yngra ættarliðið í stóran mun leitar sær út um fjørðin, tá náttin nærkast [...] gestirnar heimaftur, tí gestirnir í Nólsoy á ovastevnu fylla vanliga uppí fleiri skip. Í dag hava eisini verið nógvir bátar í Nólsoy, og tað er góður siður at bíða við at loysa, fyrr enn morgunin nærkast, og
sjúkraflutningi í samstarvi við Landssjúkrahúsið. Eisini býarlívið í Havn hevur verið friðarligt. Sjúkrabilar hava verið úti nakrar ferðir, og løgreglan hevur hjálpt onkrum fullum fólkum heim, men eingi [...] bilførari steðgaður í Havn, sum løgreglan hevði illgruna um koyrdi ávirkaður. Annars hevur vikuskiftið verið sera friðarligt hjá løgregluni. Ovastevnan í Nólsoy er sambært løgregluni óvanliga væl úr hondum greitt [...] eingi mál eru skrivað í hesum sambandi. Heldur ikki í Vági, har Ljósfest hevur verið um vikuskiftið, hevur løgreglan fingið nakað mál at taka sær av.