annars ikki er so vanligt at hoyra kórsang - í hvussu er ikki í Føroyum. Fyrsta dagin sungu teir inni í múrinum í Kirkjubø og seinni sama dag sungu teir í SMS. Tað seinna er nú ikki so óvanligt, tí har [...] fríggjadag hevur eitt av kendastu íslendsku manskórum verið á vitjan í Føroyum. Teir hava havt konsert í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri og í Nólsoy. Men ikki nóg mikið við at hava vanligar konsertir, so hevur [...] har hava fleiri kór framført áður. Men at kór framføra í Keypsamtøkuni í Hoyvík, tað má sigast vera rættiliga óvanligt. Umstøðurnar eru ikki serliga væl egnaðar til tað og slett ikki tá hugsað verður um
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4400 gr. 27. juni fingu Una Matras og Johan Simonsen, Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3500 gr. 28. juni fingu Anna og Poul Eli Jacobsen, Klaksvík [...] Olsen, Syðrugøta, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000 gr. 1. juli fingu Anni Egholm og Hanus í Niðristovu, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3000 gr. 1. juli fingu Hansina Mikkelsen
ára hald fyri kristnanini av Føroyum, fara teir í fyrsta umfari í varðveitslu á Føroya Fornminnissavni í Hoyvík. Tá ið Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, og Elisabeth Gerner Nielsen, danskur [...] varðveiddir í virðiligum hølum á staðnum. - Eg meini av hjarta, at lutirnir eiga at koma aftur á staðið, higani teir hava sín uppruna. Sjálvur kundi eg hugsað mær, at eini virðilig høli, ið hóska inni í umhvørvið [...] umhvørvið, vórðu bygd til endamálið í Kirkjubø, har Kirkjubøarstólarnir og aðrir forngripir fáa innivist. Nógvir útlendingar vitja í Kirkjubø, og tí er tað eisini hóskandi, at hesir lutirnir eru savnaðir á
framvegis fyri at sleppa í læru sum víkingur á víkingaskeiði, sum verður í komandi viku Heima á Garði í Hoyvík. Tiltakið verður á náttúruvakra økinum sunnan fyri gomlu royndarstøðina í Hoyvík, har eini átta v [...] tjøldum og tjaldleivdum, ið eru funnar, m.a. í gitna Osebergskipinum. Ymsa staðni eru fólk í gongd við at gera mat. Flest øll av teimum, ið hjálpa til, eru í eftirgjørdum víkingabúnum. Her verður møguleiki [...] breyð yvir bálinum. Fólk sleppa eisini sjálv at gera prýðislutir, rista sær rúnir í einum rúnarkelvi, sigla við segli í stórum føroyskum bátum, spinna á handsnældu og mangt annað. Dentur verður lagdur á
Grindabátafelagið í Vági skipaði í vikuskiftinum fyri stevnu og fekk vitjan av Greipi úr Havn, Dvørgamoy úr Eysturoynni og Nadoddi av Tvøroyri. Fríggjakvøldið savnaðust bátar og manning á Garðabrúnni í Vági, ið [...] vóru ikki nóg góð. Í staðin settu teir kós heimaftur somu leið, sum teir komu og tóku sær stundir at njóta ferðina. Góður túrur Leygarkvøldið varð skipað fyri borðhaldi í Skótahúsinum í Vági, har menn hugnaðu [...] 10 á morgni hildu teir avstað og klokkan 18 vóru bátarnir í Hoyvík, eftir strævna ferð. Eisini Nadoddur helt leiðina heim og kom á Tvøroyri í øllum góðum. Ætlanir eru um at endurtaka líknandi tiltak, men
veðrið ikki hevur verið av tí besta, so hava eini 50 næmingar verið í læru sum víkingar Heima á Garði í Hoyvík. Har er víkingaskeið í hesum døgum, har eini 10 lærarar taka sær av lærlingunum. Skeið Ikki [...] var nýttur langt upp í farnu øld og Fornminnissavnið fekk leivdir av klíggjavevi seinast í farnu øld. Eisini í 1920-30'unum fekk savnið onkran slíkan vev. - Men langomma mín á Válinum í Vestmanna, nýtti [...] Hoyvíkar í vikuskiftinum, so vil Roar Olsen fegin koma í samband við tey, tí hetta er handverk, sum er farið í søguna, men enn kann ein lofta teimum seinastu restunum. Føroyska kúgvin ansvekjandi Í løtuni
dugir at leggja stál í eggjarn. Men skal hendan mentan varðveitast, má nakað gerast beinanvegin. Tað er í tøkum tíma, at Heimavirkisfelagið og Fornminnissavnið nú gera smiðju klára í Hoyvík, soleiðis at skipast [...] skipast kann fyri skeiðum í knívssmíði. Einki er at ivast í, at mangir ungir menn hava hug at læra hetta tignarliga handverk. Gævi tað fer at eydnast at síggja rættiligar grindaknívar aftur. [...] Vit hava trinnanda týðandi handverksmentanir í Føroyum, ið gera okkum til nakað serligt ímillum onnur fólk: Tøting, bátasmíð og knívssmíð. Tøtingin hevur sum nevnt enn trygt undir føti. Glastrevjan trokar
plássi, var í seinasta umfari tikin av Poul Guttesen. 13 luttakarar vóru í klingruvarpi hjá monnum, 3 luttakarar í klingruvarpi hjá kvinnum, 20 luttakarar í spjótkasti hjá monnum og 4 luttakarar í spjótkast [...] sum hóast alt vóru nógvir, vóru á kroppi. Kappingin fór fram á kastivøllinum við Eysturskúlan í Havn. Í spjótkasti hjá kvinnum kastaði Jensia Lamhauge longri enn føroyska metið, men av tí at spjótið ikki [...] Hóast Heri Ziska fyri fyrstu ferð í átta ár ikki varpaði klingruna út um 40 metrar, kláraði hann tó at vinna føroyameistaraheitið. Hann var knappar átta metrar frammanfyri næstbesta luttakara sum var Poul
eitt sendiloyvi inniber. Men í §29 stk. 2 stendur, at sendiloyvi ?kann takast aftur um so er, at treytirnar í loyvinum ikki vera hildnar.? Millum tær treytir, sum vera nevndar í lógini, er, at loyvishavarin [...] Einkarrættur og Mannarættur Í øðrum londum, sum Føroyar vanliga verða sammettar við, er longu langt síðani, at hesin einkarrætturin var tikin av. At einkarrætturin varð avtikin er eisini í fullum samsvari við [...] staðfestur. Støðan fram til 20.02.98, tá ÚF og SVF høvdu einkarrætt á loftmiðlaøkinum í Føroyum, hevur sostatt verið í stríði við altjóða mannarættin. Tí átti tað at verið gleðiligt, at nýggj lóggáva er
kl. 20. Bahá?í-samfelagið í Tórshavn Giktafelag Føroya Kontórið í M.B.F. húsinum, Íslandsvegur 10c, hevur stongt frá 28.6.99 vegna summarfrí. Lýst verður tá opið verður aftur. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Opið [...] við 29. august. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundur í Havn: Vaskaríið kl. 20.00 [...] Felagið fyri føroyskar fiskimenn í Canada, Svøríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Bahá?í Miðstøðin í Gundadali Fyrsta leygardag hvønn mánað: