falskt navn og falska vangamynd og lokkar m.a. við peningi og gávum ella trýstir barnið at senda kynsligar myndir. Kann løgreglan fáa upplýst, hvør IP-adressa varð nýtt, og nær sambandið fór fram eru sannlíkindi [...] almennum savni, har ein og hvør myndugleiki kann leita eftir egnum ynski. Tær skulu liggja vardar hjá fjarskiftisveitarunum. Atgongd skal vera knýtt at einari ítøkiligari løgreglukanning og teimum treytum, sum [...] verja bæði privatlívið hjá borgaranum og børnini móti pedofilum á netinum. Tað gera vit við avmarkaðum upplýsingum, tryggari varðveitslu, greiðum reglum, eftirliti og fastari striking eftir ávísa tíð. Sum
Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var nøkunlunda. Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram við landi og inn í nakrar holur við hondbóltsliðnum. - Føroyingurin [...] Vestmanna, hevði turra grind og spik við til sínar liðfelagar. Úr Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - [...] sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Soleiðis
ir bæði í Hetlandi og aðrastaðni hava heitt á bretsku stjórnina um ikki at góðkenna feltið. Fakfeløg og oljuvinnan vísa hinvegin á arbeiðsplássini og búskaparliga virksemið, sum verkætlanin kann skapa [...] eftirlitsstovninum fyri frálandavinnu og umhvørvi verður málið lagt fyri ráðharra til endaliga avgerð. Rosebank liggur umleið 130 kilometrar í ein útnyrðing úr Hetlandi og er størsta oljufeltið í økinum, sum [...] við Rosebank er hildið fram, hóast ein rættaravgerð hevði við sær, at bretska stjórnin mátti endurmeta góðkenningina. Veðurlagsfelagsskapir høvdu lagt málið fyri rættin. Umhvørvis- og veðurlagsfelagsskapir
tekur tónleikin í álvara og vil taka næsta stigið. Tað er onki aldursmark, og tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram. Nógv nøvn, sum í dag eru [...] Jasmin Mote, Hamferð, Konni Kass og Lyon. Á Sement fært tú ein góðan og tryggan pall, sjónvarpsupptøkur, feedback og sparring frá royndum fólki í tónleikavinnuni og møguleika at spæla teg víðari til størri [...] størri pallar. Vinningarnir eru 30.000, 20.000 og 10.000 kr., og tú kann eisini vinna eitt pláss á G!, SPOT Festival og øðrum pallum. Um tú situr við einum lagi, einum bólki ella einari ætlan, sum tú hevur
fari altíð at minnast títt ljósa smíl, tín vilja, framdriftina, kreativitetin og musikalitetin. Tú ert fyrimynd og inspiratión í mínum lívi og virki. Ikki øll vita, at tú byrjaði at spæla klaver [...] gingið, og tað visti øll; uttan tú. At renna dugdi tú tó heilt til endan, og hettar vísti tú, tá tú í heyst var og vitjaði meg í summarhúsinum, har tú knappiliga reistist frá borðinum og fór rennandi [...] skuldi fara upp og spæla uppá. Tað var hæddarpunktið fyri mong tey 40 árini og meira, tú trúfastur spældi undir í Bethel. Síðan fanst tú saman við Orðið á borðið í Frelsunarherinum, og tað var ikki
frá fólkakirkjuni og bygnaðinum í kirkjuni. Yvirskipað var eisini komið inn á nøkur aktuell mál og viðurskifti hjá fólkakirkjuni. Biskupurin fegnaðist um, at nógv er fingið av skafti, og at samstarvið millum [...] millum fólkakirkjuna og Mentamálaráðið er so gott. Millum annað fegnaðist biskupurin um nýggju kunngerðina um samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk, sum er sett í gildi, og sum fær fullan virknað [...] ð: Á fundinum vóru eisini prósturin, Ovi Brim, og umboð fyri Stiftsumsitingina. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupurin er ráðgevi hansara í kirkjumálum. Á
ra í Istanbul og einum av fremstu politisku kappingarneytunum hjá Erdogan. Imamoglu varð varðhaldsfongslaður í sambandi við eitt mál um mutur og svik. Rættarmálið heldur eftir ætlan fram í Istanbul mánadagin [...] sum ES-limalandsevni í 1999, og samráðingarnar um limaskap byrjaðu í 2005. Tær hava tó ligið stillar í nógv ár. Ein orsøk er, at turkisku myndugleikarnir fóru harðliga fram ímóti andstøðuni eftir miseydnaðu [...] Turkaland flutti seg longri burtur frá samveldinum, og at samráðingarnar tí vóru steðgaðar. Serligur dentur varð lagdur á støðuna hjá rættarsamfelagnum og grundleggjandi rættindum í landinum. Turkaland hevur
vórðu væl móttiknir, og kommunan fekk bæði rís og rós. Endamálið við borgarafundunum er, at allir borgarar skulu hava møguleikan at sleppa til orðanna og føra síni sjónarmið fram. - Ætlanin er, at hetta [...] kommunu í dag. Nú eru dagfestingar og tíðir settar á borgarafundirnar fyri 2026: 19. august: Bygdarhúsið, Hósvík 20. august: Dúvugarðar, Saksun 26. august: Við Margáir, Hvalvík og Streymnes 27. august: Bygdarhúsið [...] Eydnan, Oyri, Oyrarbakki og Norðskála 11. november: Avhaldshúsið, Haldórsvík 12. november: Skúlin, Langasandur 18. november: Bygdarhúsið, Gjógv Allir borgarafundirnir byrja klokkan 20, og allir borgarar í Sunda
30. AB hevur 23 stig og er á sætta plássi, og KÍ hevur 34 stig og er næstfremst. Hjá AB eru tað níggju stig fram til fimta plássið, sum Víkingur er á, og hjá KÍ eru tað seks stig fram til toppliðið NSÍ. [...] Christensen keyptur úr Danmark at vera eykamálverji. Í kvøld verður hann fyrstu ferð í KÍ málinum, og Mark F. Jensen er millum teir, sum sita á beinkinum. René Shaki Joensen hevur seinastu ferðirnar verið
telefon dag. Her skal turkiski forsetin hava heitt á Trump um at halda fram við samrøðunum fyri at minka um spenningin millum USA og Iran. Sambært Reuters, sum endurgevur turkisku forsetaskrivstovuna, skal [...] ynskir ikki at leingja vápnahvíldaravtaluna við Iran. Hetta var ein fyribilsavtala, og ætlanin var, at londini skuldu halda fram at samráðast í royndini at gera eina permanenta avtalu landanna millum. Sum skilst