250 umsóknir. Pláss er í dag fyri 48 næmingum á hvørjum skeiði. Hóast hetta kann tykjast sum langtíðarætlan, so er tað so, at áhugin fyri at sleppa á skúlan, ið er staðsettur í Vági, er sera stórur, og ætlar [...] ætlar ein sær á Ítróttaháskúlan, so er neyðugt at vera í góðari tíð. -Tá eftirspurningurin er so stórur, eigur politiska skipanin eisini at tora at hugsa størri, sigur Miriam Jannit Norðberg, leiðari á [...] ein ítróttaháskúli fær meira enn 250 tilmeldingar eftir bert fimm minuttum, er tað trupult at siga annað enn, at tørvurin er stórur, metir leiðarin á Ítróttaháskúlanum. -Vit hava í dag pláss til ein avmarkaðan
(90+1') Kelda: FaroeSoccer HER ber til frá YouTube-rásini, Farerets at síggja málini frá HM-undankappingardystinum, ið var leiktur fyri júst 30 árum síðani. Frásøgumaður er Leivur Hansen hjá SVF: ##med2##
uleikum á Eiði hevur verið sjónligur í eina tíð. Áhugi er bæði frá fólki, sum ynskja at seta búgv í kommununi, og frá teimum, sum longu búgva her, men ynskja ein annan og kanska minni bústað. Nýggju v [...] nýggjar bústaðir á Eiði, er góð menning í bygdini. Fleiri bústaðarmøguleikar eru ein týðandi fortreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. Tí er tað gleðiligt, at hesar [...] hesar verkætlanirnar nú eru komnar so langt. Vónin er, at nýggju bústaðirnir fara at nøkta ein part av eftirspurninginum og samstundis geva enn fleiri møguleika at finna ein bústað, sum hóskar til teirra
trinum, er saman við Tráin Petursson Nónklett, granskara, farin undir at kanna, hvønn týdning tað hevur fyri samleikan hjá føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av [...] Les meira um granskingarverkætlanina um týdningin av fuglaveiðu í grein hjá NordForsk her: Fuglefangst på Færøerne er truet af stigende havtemperaturer | NordForsk [...] av granskingarverkætlanini LostToClimate , som er ein av fleiri verkætlanum í stóra granskingarátakinum hjá NordForsk um Arktis . - Fyri oyggjar sum Mykines, Skúvoy og Fugloy hevur fuglaveiða altíð havt
Palestine '36 er ein søguligur spælifilmur, sum ein long røð av londum standa saman um á enskum og arabiskum máli. Upptøkurnar eru gjørdar í Salt í Jordan. Palestinski leikstjórin Annemarie Jacir er fødd í Bethlehem [...] skrivaði ummælarin hjá New York Times um filmin. Danski ummælarin hjá Ekko, Jordan Mintzer, sigur, at her eru tað bretarnir, ið fáa toyggið: "Ikke mindst viser filmen overbevisende, hvordan de britiske ko [...] affærdigede palæstinensiske liv og palæstinensisk kulturarv. Af filmens mindst et dusin centrale personer er det briterne, der får den hårdeste medfart." Umframt Bretland eru Danmark, Svøríki og Noreg eisini
Í dag er regattasigling í Sundalagnum og stevna í Hósvík, í Vági verður Ljósfest í morgin, og hetta vikuskiftið er eisini ovastevna í Nólsoy, umframt at kampingtreff er í Skálavík. Ovastevna hevur í fleiri [...] , og tað er vanligt, at fleiri av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í dag, halda leiðina fram út til Nólsoyar í morgin. Seinnapartin í dag og í kvøld eru fleiri tiltøk í Hósvík, og her verður dansað [...] í Hósvík endar líka sum við morgunmati fyrrapartin í morgin. Tá bátarnir fara heimaftur úr Hósvík, er vanligt, at fleiri leggja leiðina út til Nólsoyar. Men, hvussu verður so veðrið á ovastevnu í Nólsoy
veruliga at hava ein møguleika at verja seg. Sprotin kallar tað Sýnisrættargangur Nú er hetta ikki eitt rættarmál, og her er eingin sekur ella ósekur, men nýtt føroyskt orð kundi kanska verið sýnishoyring – [...] hóast orðini eru góð og føgur, so er niðurstøðan tíanverri enn tann sama. Ein fjallasúkklubreyt, ið Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon (SST), skal gera til Oyggjaleikir, er meira umráðandi, enn trygdin [...] Súkkling og Triatlon er eitt landsfelag við 78 limum. Hetta eru seinastu atkomuligu limatølini frá 2024, sambært hesum hevur felagið í Havn 25 limir. Tað, sum eg kundi hugsa mær at viðmerkt, er tað at borgarstjórin
Fyrireikararnir siga, at tá Trølla Pætur og Omman eru liðug á pallinum, letur stóra barnalandið upp. - Her verða hoppiborgir og annað stuttligt á skránni, og Silvi kemur eisini á vitjan hjá børnunum. Norð [...] upplivilsi fyri alla familjuna. Tí verður eisini hildið fast í einari serligari siðvenju. - Henda siðvenja er, at Heimistovugarður aftur í ár flettir eina kúgv, so børn og vaksin kunnu síggja, hvussu fletting
kanningum er vanliga millum eitt og trý prosentstig. Sambært íslendska kringvarpinum RÚV er munurin í nýggjastu Gallup-kanningini ikki hagfrøðiliga týðandi. Tí ber ikki til at siga við vissu, hvør síða er á odda [...] aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at fólkið er býtt í tveir næstan eins stórar partar. Í einari Gallup-kanning, sum fevndi um umleið 4.500 íslendingar [...] kjakið. Ísland hevur eina strategiska staðseting beint sunnan fyri Arktis, men landið hevur ongan her, flota ella egið flogvápn. Verjan byggir í stóran mun á Nato og eina avtalu við USA frá 1951. Ein
eina ringa støðu - og fyri at hava sett í verk eina blokadu móti russiskum borgarum í Barentsburg, sum er russisk búseting á Svalbard. Skuldsetingarnar koma eftir, at sýslumaðurin á Svalbard eftir áheitan [...] siga tey, at Noreg fer at tryggja russisku borgararnar, sum eru komnir í eina trupla støðu. - Svalbard er ein partur av norska kongaríkinum, og norskir myndugleikar arbeiða í tráð við altjóða skyldur, eisini [...] felagsskapir og borgarar í eina ringa støðu, har russar verða blokeraðir í Barentsburg. Barentsburg er russisk búseting á Svalbard, har russiska felagið, Trust Arktikugol, rekur námsvinnu. - Russisk feløg