savnast børn og vaksin til bíbliusøgu, gudstænastu og eina góða máltíð. Í Hoyvíkar kirkju gleða tey seg til eitt nýtt hálvár við lívi og samveru og til at taka ímóti bæði teimum, sum plaga at koma, og teimum [...] tey ætla at verða konfirmerað seinni ella ikki. Smákonfirmantarnir læra um kirkjuna og kristnu trúnna við spæli, samveru og hugna. Tilboðið hevur verið roynt áður og royndist tá væl. Morgunkaffi og vøggusangur [...] hugnalig samvera, kaffi og morgunmatur, og øll eru vælkomin. Vøggusangurin er longu byrjaður aftur og verður í kirkjuni hvønn hósdag klokkan 11. Tiltakið er ætlað foreldrum við pinkubørnum, og Eyðbjørg Hansen
Hvørji krøv verða sett til feløgini, sum umsita kravdu pensjónsuppsparingina hjá føroyingum? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá [...] ætlar at gera broytingar, sum kunnu tryggja betri avkast og størri gjøgnumskygni. Vísir á tap hjá LÍV Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á fjølmiðlaumrøðu í juni um, at LÍV-samtakið [...] Føroyum. Spyr um íløgur og gjøgnumskygni Helgi Abrahamsen spyr, um reglur eru fyri, hvørjar íløgur pensjónsfeløgini kunnu seta pengarnar í. Hann vil eisini vita, um krøv verða sett um gjøgnumskygni, so
parkeringsøkið. – Tað, at tað er nógv ymiskt, sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðslutrygdarætlanini. Flestu verða koyrd í skúla Sambært ætlanini verða flestu næmingarnir [...] eftir, at skúlin letur upp. Harumframt koma næmingar úr Húsavík og Dali við bussi, sum koyrir inn á økið framman fyri skúlan at seta børnini av. Samanblandingin av parkering, bussferðslu, inn- og útkoyring [...] útkoyring, súkklandi og gangandi børnum ger økið óskipað. Ferðslutrygdarætlanin staðfestir eisini, at ljósviðurskiftini ikki eru nøktandi. „Kiss and Go“ og hevjaður vegur Fleiri broytingar verða skotnar upp. Ein
um. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava ávirkan á veðurlagið langt frá Kyrrahavinum. Heimsveðurstovnurin WMO væntar sambært Copernicus, at El Niño, sum nú er undir menning, fer at styrkjast [...] Copernicus-tænastuni vísa, at sjóvarhitin í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum liggur væl oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska Kyrrahavinum og eystureftir móti vesturstrond [...] eisini í sokallaða Niño 3.4-økinum, sum verður brúkt til at fylgja við El Niño. Sambært Copernicus hevur hetta hitamynstrið verið sjónligt síðani apríl, og summastaðni hevur talan verið um álvarsligar ella
barnabók um vinalag, ótta og dirvi Til bókaframløguna fer Beinir Bergsson at práta við Urd og Silju um bókina, marrur og ævintýraheimar, at skriva og myndprýða til børn og at útgeva sína fyrstu bók. Kári [...] Sverrison spælir nakrar sangir, og høvi verður at keypa bókina fyri serprís. Barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka. Um bókina: Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu [...] víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana. Bókin er 100 bls, og málbólkurin er børn 7-12 ár. Urd Johannesen er rithøvundur og mentanarsamskipari. Hon
kum og evropeiskum vitanarneti. Vit eiga heldur ikki at gloyma íðkaran sjálvan. Eitt av tilmælunum hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst [...] nning hjá venjarum og øðrum starvsfólkum, altjóða samstarvsverkætlanir, gransking, útbúgving og tilgongdir, sum gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Fyri eitt [...] um í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt at satsa á sín ítrótt uttan samstundis at seta útbúgving og framtíðar arbeiðslív á pausu. Eisini á øðrum økjum kann altjóða
ferðavinnupolitikk og gera tað einfaldari at reka smærri handils- og tænastufyritøkur. Men tað eru júst smáar fyritøkur og íverksetarar, sum hava sæð ein møguleika í vaksandi ferðavinnuni og ment eitt alternativ [...] Endamálið er at fáa fleiri bústaðir út á fasta leigumarknaðin. Tað er eitt gott endamál. Men eitt gott endamál ger ikki av sær sjálvum eitt lógaruppskot gott. Áðrenn vit velja amboðið, eiga vit at vita, hvør [...] Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara verður
Vitjanin gav gott høvi til áhugavert kjak um felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði vertir og gestir vóru samdir um, at tað hevur stóran týdning at styrkja sambondini og læra av royndunum [...] samfelagsmenning og fólkavøkstur í Klaksvík. Á skránni hjá norsku gestunum var eisini vitjan hjá vinnufyritøkum, har teir fingu høvi at hoyra um arbeiðið við at tryggja og menna førleikar til fiski- og sjóvinnuna [...] øðrum. Klaksvíkar kommuna fegnast um áhugan, sum norsku stórtingslimirnir sýndu býnum og økinum, og takkar fyri góða og gevandi vitjan.
eingin trygd fyri, at vunnin rættindi verða verandi. Tað eigur at gera allar løntakarar stúrnar. Tí tá politikarar fyrst byrja at skerja grundfest rættindi hjá løntakarum, hvat verður so tað næsta? Frælsar [...] í dag. Uttan møguleikan hjá løntakarum at leggja trýst á arbeiðsgevararnar er eingin samráðingarrættur. Tað veit arbeiðsgevarin. Tað vita politikararnir. Og tað vita fakfeløgini eisini. Vit hava longu [...] løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt, eiga øll fakfeløg at kenna ábyrgdina at siga frá. Hetta snýr
Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í juli. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør. Tilsamans vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi í juli, og tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør. Umroknað til [...] til fulltíðararbeiðsleys var talið 288. Tað eru 38 færri enn í juli í fjør. Fulltíðararbeiðsloysi merkir, at tíðarskeiðini hjá teimum arbeiðsleysu verða roknað saman til fulla tíð. Hava tvey fólk til dømis [...] arbeiðsleysar, og tað svarar til 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri. Hjá monnum vóru 192 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru 171 menn arbeiðsleysir. Tað svarar til eitt