seglbátin Rocky úr Kolding, sum bleiv brúktur til at smugla 23 kg av hassji við. Spurningurin er, um hetta kanska bara er toppurin av ísfjallinum. Í nógvum londum síggja myndugleikarnir ekstremt álvarsliga uppá [...] uppá smugling av rúsevnum og taka tilsvarandi ekstrem stig fyri at steðga smuglingini. Spurningurin er, hvat vit í Føroyum gera hesum viðvíkjandi. Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnlegysdóttur sett Ruth Vang [...] einaferð í ár, og um so er, í hvørji havn og hvussu ofta? Hvussu nógvir tollarar eru staðsettir í ávikavist Havn, Klaksvík og Suðuroynni? Hvussu nógvir narkohundar eru í Føroyum, og er hetta tal nøktandi?
at røkja nevnda landbúnaðarvirksemið. Undantakið frá hesi regluni er, um eitt øki er stongt fyri øllum av trygdarávum, ella tí tað er friðað. Slíkar forðingar kunnu bert gerast av ávikavist politinum og [...] ganga, har gøta er gjørd, ella ein farleið er merkt upp. Tí eru gøtur og merktar leiðir eisini eitt tað fremsta amboðið til at stýra ferðafólkaferðsluni. Órógv og slit av ferðavinnuni er samstundis minni [...] Har sum størstur vøkstur er í ferðavinnuni, kann ávirkanin tó eisini kennast stór. Á mest vitjaðu støðunum kunnu heimafólk kenna, at ferðavinnan ger seg inn á trivnaðin. Tað er ikki ætlanin. Ferðavinnu
sínum eintingum, og hvat tað kravdi av einum at hevja seg í einum náðileysum umhvørvi, sum bara virðismetir sigrar. Nógvu skaðarnir, steðgurin á landsliðnum og so framvegis. Tað mesta er vent, snarað og sagt [...] Bæði tiltøkini byrja kl. 19:30. Bókin er eitt úrslit av samstarvi og samrøðum millum høvundan og Toda, har Todi rør afturá eina yrkisleið í fótbólti, sum byrjaði í 1989 í KÍ og endaði aftur í KÍ í 2009 [...] itum og steypasigrum í skjáttuni. Nógvu sigrarnir eru sjálvandi viðgjørdir í bókini, men endamálið er fyrst og fremst at fara afturum sigrarnar og niðurløgini og greiða frá tí, sum fer fram, har almenningurin
Úrslitið sigur, at tað er stórur munur á donsku heimsstjørnunum og føryska liðnum, og føroyski venjarin Peder Bredstorff-Larsen er ikki í iva um, hvat hann var nøgdur við í dag, og hvat tað er, sum føroyska liðið [...] Teigum og Róa Berg Hansen. Danir høvdu lisið væl uppá og fyrireikað seg til, hvussu føroyska álopsspælið er lagt til rættis. Óli Mittún og Elias Ellefsen á SKipagøtu fingu ongantíð stóra leiklutin, sum teir
milliarda-upphædd líkamikið hvat! Tí tá tað kemur til Suðuroyarleiðina, so er veruleikin nokk so einfaldur. a) Vit kunnu velja at brúka pengar uppá ein Suðuroyartunnil, har ætlanin er at brúka 100 mió. kr. um [...] Suðuroynna. Spurningurin er so, um tað verður ráð til ein nýggjan Sildbera, sum er mettur at kosta umleið 80 mió. kr., og ráð til Skúvoynna? Hava staðið saman um at menna Føroyar Tá tað er sagt, so hevur tað [...] Sildberanum “í alla framtíð”. Er valið einfalt? Loysn a), við koyrandi farleið gevur fullan flexibilitet og krevur (um metingarnar halda) minni pengar enn loysn b), sum er ein framhaldandi siglandi farleið
í kanningina. Enn er ikki greitt, hvat motivið hjá illgerðarfólkunum hevur verið. Greitt er heldur ikki, um ofrini vóru tilvildarlig ella varliga vald av gerningsmonnunum. Og enn er heldur ikki greitt
- Nú er heystið og tað, sum har til hoyrir, yvirstaðið. Fjøllini eru gingin, seyður og neyt eru flett, og livandi seyður er farin av oynni. Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum, Koltur, og her verður [...] soleiðis: - Áseyðatalið er minkað niður í 50. Tá hegnið kemur, mugu vit finna eitt áseyðatal, sum passar til tað økið, sum seyðurin sleppur at ganga á. Lesarin á tráðnum spyr, hvat áseyðatalið í Koltri var [...] Tað gamla áseyðatalið er 160, onkuntíð hevur tað verið eitt sindur hægri. Sera góður hagi og sera góður seyður. Nú spyr lesarin soleiðis: - Hvør fær hjallin? Havi hoyrt, at kjøtið er sera gott. Og her kemur
Hergerisson soleiðis: 1. Er arbeiðið uppá ferjuleguna á Syðradali liðugt? 2. Um ja, hvat hevur arbeiðið kostað? 3. Um nei, hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at tillaga ferjuleguna [...] ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali? 4. Hvat væntar landsstýrismaðurin, at tann endaligi kostnaðurin er at tillaga ferjuleguna og atløguumstøðurnar á Syðradali og í Klaksvík? Í viðmerking til fyrispurningin [...] komið er út á várið, verður tikið saman um royndarsiglingina hjá Teistanum, sigur Karlot Hergeirsson. – Í omanfyri nevnda spurningi varð eisini spurt um kostnaðin, og verður svarað, at brúktar er 6,7 mió
skerast til flak og síðan í bitar, og her skuldu sildabitarnir fyllast í tunnur og marinerast. Hetta er eitt virksemi, sum Tavan hevur havt í eftirhondini fleiri ár í byrjanini av sildavertíðini. - Vit høvdu [...] ikki kundi taka ímóti, fór avstað aftur seint seinnapartin í gjár, at óhappið hendi. - Eg veit ikki, hvat hendi, og eg veit heldur ikki, hvussu nógv sild endaði á vegnum í Leirvík - og hví bilurin misti sildina
útgávuna, sigur Elinborg. Plátan “Í Ævir” er ein spegilsmynd av hennara uppvøkstri, upplivingum og kenslum. – Alt er ballað inn í náttúrunnar elementir. Stílurin er myrkur electroniskur poppur við einum hinti [...] spent, sigur Elinborg Pálsdóttir, sum hevur brúkt nógva tíð seinastu árini til at finna útav, hvat “hennara ljóð” er. – Hvussu skal Elinborg ljóða? Tað kom eg spakuliga fram til, meðan eg las á konservatoriinum [...] ra við tí elektroniska. Tað følist rætt fyri hana nú at verða lend har, sum hon er lend stílmessiga. – Eg haldi, tað er sera umráðandi at flyta seg sum listafólk, fara nýggjar vegir og tora at taka avgerðir