Tilbúgvingarvenjingin „Hele Danmark Øver“ er íblást av einum líknandi norskum átaki. Hetta er triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin [...] grønlendskar fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin [...] bert hesir tímarnir, sum skulu gera fyritøkurnar betur førar fyri at standa ímóti netálopum. John Henriksen væntar, at luttakararnir fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina. – Aftaná
Nicole Kidman framvegis er umborð, men hon hevur seinastu dagarnar ferðast í Norðuratlantshavi saman við familju og gestum umborð á júst hesum skipinum. Á Facebook og Instagram hevur hon lagt fleiri myndir [...] klokkan 8 og fer avstað aftur klokkan 15. Næsta steðgistað er Lerwick í Hetlandi. Nicole Kidman er ein av kendastu sjónleikarakvinnunum í Hollywood. Hon hevur millum annað vunnið Oscar fyri leiklutin sum Virginia [...] ferðini í Íslandi, har hon ferðaðist við Ritz-Carlton Yacht Collection. – Beautiful country, trip of a lifetime, skrivaði Nicole Kidman og takkaði Ritz-Carlton Yacht Collection fyri at hava verið so góð við
Vit vilja heita á Fifa-forsetan um at leggja frá sær nú, segði hon. Gianni Infantino hevur fingið harða atfinning, eftir at hann fyri stuttum legði fram ætlanir um at stovna eitt handilsligt felag undir [...] fótbóltssamgongan, UEFA, hevur áður lýst vanálit á Fifa-forsetan og hótt við at sniðganga allar kappingar hjá Fifa. Gianni Infantino, sum er á vali aftur í mars næsta ár, hevur tó framvegis stuðul frá stórum pørtum
Aspunvik. Hon sigur, at sendingin "Debatten" verður ikki send, tí NRK vil hava møguleikan at senda leypandi tíðindi út yvir kvøldið. - Hetta er ein samlað meting út frá støðuni, soleiðis sum hon er beint nú [...] nú, sigur hon. Í dag kunngjørdi norska kongsslottið, at støðan hjá Haraldi, kongi, sum er innlagdur á norska ríkissjúkrahúsinum, er ógvuliga álvarslig. - Vit fara leypandi at bera tíðindi, sum eru knýtt [...] knýtt at heilsustøðuni hjá kongi, sigur Sofie Gran Aspunvik.
teir lesa á skíggja. Ein orsøk er, at talgild lesing krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt annað. – Tað kemur [...] heldur, at ein frágreiðing kann vera, at vit eru vorðin von við at seta skíggjan í samband við nógv annað enn djúpa lesing. Aðrar kanningar hava eisini víst, at langir tekstir kunnu vera truplari at skilja [...] natúrligar steðgir, har høvi er at seta spurningar og kjakast um faklig hugtøk. Viktoria Holsey Foss heldur, at arbeiðshátturin hevur fleiri fyrimunir: næmingarnir fáa tíð at lesa neyvt og í friði, steðga
royna at hjálpa næmingunum. Hon hevur tosað við tíggju ungfólk millum 12 og 22 ár, sum hava havt sera nógva skúlafráveru, og við 23 fakfólk frá barnagørðum til miðnám. Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran [...] fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr hon seg um, at næmingurin ikki megnar at møta. Hjá nógvum byrjaði fráveran spakuliga og vaks so við tíðini. Happing var ein týðandi [...] lagaðar til teirra egnu støðu. Hamadi heldur tí, at tað hevur stóran týdning at varnast trupulleikarnar tíðliga, áðrenn fráveran gerst so stór, at hon festir seg. Granskingin vísir eisini á tørvin á betri
um, at farmaskipið Silver Star, sum lá á Tvøroyri, ikki helt meira gang, enn loyvt er, er prógv um vandan við núverandi markvirðum. Tað er harmiligt, at markvirðini verða brúkt sum umbering fyri at lata [...] klagunum um larm. Tí er tað umráðandi at markvirðini verða lækkaði á tað støðið, sum okkara grannalond eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk til at uppfinna tann djúpa [...] heimasíðuni svarar Tvøroyrar kommuna, at kommunan ikki fer at viðgera einstøk uppáhald ella kjaktræðrir á sosialum miðlum, men at borgarar og feløg altíð eru vælkomin at senda ítøkiligar fráboðanir beinleiðis
uppskotið. Hann viðurkennir, at tað víkir frá galdandi umsitingarætlan og veiðireglu, men heldur, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn fyri 2026. Grundgevingin er, at óbrúktir fiskidagar, sum [...] svarar stutt og greitt, at uppskotið skeiklar skipanina, og mælir tí frá at fremja broytingina. Føroya Reiðarafelag mælir til, at uppskotið verður tikið aftur. Felagið heldur, at umsitingarætlanin og v [...] inum. Ráfiskakeyparafelagið sigur, at MSC-góðkenningin er ein av týdningarmestu kappingarfyrimununum hjá føroysku fiskivinnuni. Serliga upsaframleiðslan er bundin at marknaðum í Týsklandi og Fraklandi
Lindsay Clancy er ákærd fyri at hava dripið trý børn síni í heiminum hjá familjuni í Duxbury í amerikanska statinum Massachusetts í januar 2023. Sambært Reuters hevur hon viðgingið, at hon drap børnini, [...] eftir, at hon hevði roynt at tikið lív sítt. Síðani fann hann børnini deyð í kjallaranum. Clancy yvirlivdi, men fekk álvarsligar løstir og situr í dag í koyristóli. Verjin hevur ført fram, at hon í fleiri [...] hava greitt frá, at hon hevði sagt teimum, at hon hoyrdi eina mansrødd, sum bað hana drepa børnini. Lívlangt fongsul ella psykiatrisk viðgerð Verður Lindsay Clancy dømd sek, kann hon verða dømd lívlangt
standa inni fyri øllum, sum framt er. Tað lættasta er at standa á einum trappusteini, við ongari ábyrgd, og rópa út í oyðimørkina um ov stóra skuld. Áhugaverdari er at vita, hvat ið fekst burturúr skuldini [...] skíggjan, at Runavíkar kommuna við árslok 2025 hevði eina nettoskuld á 278,8 milliónir krónur, og at hon – skuldin – svarar til 93% av ásetta skuldarloftinum. Harafturat verður við orðunum ”Runavík er sostatt [...] sum er ein partur av Bylgjuni. Hon er goldin, og hevur verið í nýtslu í meiri enn eitt hálvt ár. Sjáldan hevur tað verið meiri roknað innanveggja hjá Runavíkar kommunu, enn framundir avgerðina um at realisera