fær hetta í lag. Nýggja áminningarskipanin fer at virka soleiðis, at foreldur/verjar hjá øllum børnum millum 0 og 12 ár fáa eina áminning gjøgnum Vangan tvær vikur áðrenn, barnið eigur at fáa eina av tilmældu [...] verður rópt hópimmunitetur. Hóast sjúkurnar eru sjáldsamar í Føroyum, so eru tær til aðrastaðni, eisini í Evropa. Tí kunnu sjúkurnar taka seg upp aftur í Føroyum, um vit ikki halda fram at koppseta. Tilmældar [...] ting Tá vit koppseta børnini, verja vit tey móti sjúku, samstundis sum vit verja onnur. Í Føroyum hava vit eina barnakoppsetingarætlan, har øll børn fáa tilboð um koppsetingar, sum verja tey móti álvarsligum
vakurleiki, sum her ræður. Alt í javnvági. Eitt øki sum fær teg hugsa góðar tankar. Ikki løgið, at meginskaldið, Hans A. Djurhuus yrkti "Meg minnist eina mynd" eftir at hava spákað í Trøðum á Sandi. Vatnsoyran [...] skapanarverkið sum júst nú stendur í fullum blóma. Vit hoyrdu vakrar sálmar av Mikkjali á Ryggi, Brorson og øðrum skaldum - øll við íblástri úr náttúruni, ”Upp alt sum Harrin hevur gjørt”, sanniliga ein góð byrjan [...] hava ans fyri náttúruni. Í sínum lestrum kom prestur eisni inn á, at vit eins og blóman einaferð fara at følna. So er, og soleiðis skal tað verða. Men, hvussu leingi var Adam í Paradísi? Tað er veruliga
smærri íløgur í bygdunum og tey flestu hava ivaleyst hoyrt um nýggju svimjihøllina, sum er ein partur av Bylgjuni. Hon er goldin, og hevur verið í nýtslu í meiri enn eitt hálvt ár. Sjáldan hevur tað verið [...] omanfyri eina hálva milliard krónur. Og í løtuni er skuldin 86,6% av loyvdari skuld í mun til tað av hinum almenna ásetta skuldarlofti, - og rákið liggur burtur frá loftinum heldur enn hinvegin í løtuni [...] eru settir í verðina til tað sama. Ein røð av kostnaðarmiklum íløgum eru gjørdar í Runavíkar kommunu hesi seinastu árini. Útstykkingar, Fjøruvegur, keyp av gróti úr Sandoyartunlinum, havnarlag í Søldarfirði
Í summar søktu vit eftir nýggjum verkætlanarleiðara, og áhugin hevur verið ovurhonds stórur. Vit hava fingið 195 umsóknir úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi . Tað er fantastiskt [...] nógv vilja gerast partur av Norðurlandahúsinum. Verkætlanarleiðararnir eru við til at menna og útinna eina fjølbroytta skrá alt árið. Okkara nýggi starvsfelagi fær millum annað ábyrgd av okkara tilboðum til [...] ung. Nú gleða vit okkum bara til at vita, hvør nýggi starvsfelagin verður, skrivar Norðurlandahúsið í Føroyum á sínum vanga á facebook.
við Djúpumýru í Klaksvík. Talan er um oddaliðini í Føroyum og í Sveis. NSÍ er fremst í Meistaradeildini við 37 stigum, og FC Lugano hevur níggju stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í sveisisku kappingini [...] Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum NSÍ og sveisiska liðið, FC Lugano. FC Lugano vann fyrra dystin 2-0. Dysturin verður leiktur á vøllinum [...] kappingini. FC Lugano er einasta liðið í sveisisku Superliguni, ið hevur fult stigatal. FC Lugano fekk eina góða upptakt undan ferðini til Føroya. Sunnudagin vunnu teir á heimavølli ein knúsandi 5-0 (2-0)
minnir framaftur. Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur um skúlagongdina hjá vestmenningum síðan 1951. Í meira enn sjey áratíggju hava børn lært at lesa og skriva har [...] svimjihylur og fimleikahøll eru 75 ár, hevur virksemi verið í hyli og høll at kalla hvønn dag í øll hesi árini. Mong børn hava eisini havt sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum og lært at spæla ymisk [...] Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir
tann eina málmøguleikan hann fekk. GOG hevur fýra stig, og Skanderborg-Aarhus hevur tvey stig aftaná tvey tey fyrstu leikumførini. Í morgin klokkan 17.30 spæla Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH [...] Uppgerð var seinnapartin í bestu donsku hondbóltsdeildini í FREJA Arena í Skanderborg millum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus og liðið hjá Óla Mittún, GOG frammanfyri 1.543 áskoðarum [...] áskoðarum. GOG vann dystin 34-31. Í steðginum var GOG eisini frammanfyri við trimum málum. Tá var støðan 20-17. Hjá Óla gekk framúr í dag. Hann var toppskjútti hjá GOG við sjey málum upp á átta málroyndir. Óli
ansingarloysnir við kommunalu ansingarstovnarnar. Talan er um eina broyting í lógini um dagstovnar og dagrøkt. Eftir fyrstu viðgerð verður málið beint í Mentanarnevndina til nærri viðgerð. Fyrsta málið á dagsskránni [...] Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram. Tað snýr seg um at hækka upphæddina og leingja gildistíðina í lógini um menning av skipanini. Málið er komið til seinastu viðgerð í Løgtinginum. Norðurl [...] barnaansing og barsilsskipanin eru á dagsskránni fyri tingfundin í dag klokkan 11. Uppskotið um at hækka orkuískoytið og inntøku- og ognarmørkini í lógini um familjuískoyti fær aðru viðgerð. Tingfólk úr Tjóðveldi
handilsstuld í Havn, verður í dag útvíst. Talan er um kvinnuna, sum í gjár varð tikin fyri at hava stolið eina blusu og aðrar vørur úr tveimum ymiskum handlum í høvuðsstaðnum. Løgreglan upplýsti í gjár, at [...] útvísing. Nú hava myndugleikarnir í Danmark tikið avgerð um at útvísa kvinnuna. Hon hevur samstundis fingið innferðarbann í tvey ár og sleppur sostatt ikki inn aftur í landið hetta tíðarskeiðið. Umframt
støði, sigur Donald Trump í samrøðu við amerikanska miðilin Axios. Útsøgnin kemur eftir, at iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, í dag avsannaði, at USA og Iran eru í veruligum samráðingum. Sambært [...] Iran í økinum Iranska kollveltingarhirðin sigur, at ætlanin er at halda Hormuzsundi+ stongt, til mótparturin hevur góðtikið allar treytirnar. Hormuzsundið er ein av týdningarmestu handilsleiðunum í heiminum [...] binda londini til samráðingar um eina endaliga friðaravtalu og til at lata upp fyri ferðsluni í Hormuzsundinum. Henda semjan er síðani fallin saman, og álopini á skip í sundinum halda fram. Sameindu Emirríkini