Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í juli. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør. Tilsamans vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi í juli, og tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør. Umroknað [...] færri enn í juli í fjør. Fulltíðararbeiðsloysi merkir, at tíðarskeiðini hjá teimum arbeiðsleysu verða roknað saman til fulla tíð. Hava tvey fólk til dømis verið arbeiðsleys í ein hálvan mánað í part, telja [...] samanborið við juli í fjør. Størst arbeiðsloysi í Suðuroy Stórur munur var á arbeiðsloysinum kring landið. Arbeiðsloysið var minst í Vágum og Norðoyggjum, har tað var 0,6 prosent. Í Suðuroy var tað hægst
Leikluturin hjá KÍ í europeiskum fótbólti er av á hesum sinni. Tað er greitt, nú síðsta bríksl hevur verið í Riga, og máltalvan vísir 2-1. Tað er einki at undrast á, at klaksvíkingar eru ógvuliga vónbrotnir [...] spenti KÍ álopsbogan í botn, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan og at javna. Riga vann 2-1, og nú verður tað Riga FC, sum fyri fyrstu ferð fer at royna seg í europeiskum deildarspæli [...] deildarspæli. Tá ið hópurin verður aftur í Føroyum verður næsta takið at fyrireika seg til heimadystin mánakvøldið ímóti EB/Streymi og síðani finaluna um løgmanssteypið, sum verður annan leygardag ímóti Víkingi
stóran part í menningini av tí framkomna samfelagnum, sum vit eru í dag, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Sum 32 ára gamal tók Leif við sum stjóri á Gjaldstovuni í 1991. Talan [...] landsstýrismaður vil eg takka Leif fyri gott samstarv í míni tíð sum bæði landsstýrismaður og løgmaður. Tað eru fáir almennir stjórar, sum sita í sama sessi í fleiri áratíggju, og ber tað boð um tað álit, sum [...] hava arbeitt saman. Við hansara drúgvu royndum hevur hann altíð verið í hollur í ráðum, sigur Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Leif Abrahamsen hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið
framleiða brennivín í Føroyum. Føroyski upprunin skal eisini síggjast og smakkast í vørunum. Málið er, at tær skulu kunna kappast við altjóða framleiðarar – eisini teir skotsku. ##med4## ##med5## Í Sosialinum [...] teir eisini høvdu áhugan fyri whisky í felag. Longu í 2008 fóru teir undir at kanna møguleikan fyri einum føroyskum distillaríi. Lóggávan forðaði tó ætlanini, og í 2009 varð hon løgd til viks. Dreymurin [...] áhuga fyri whisky og einum skota, sum ótilvitað setti gongd á ein føroyskan dreym. Í dag stendur eitt framkomið distillarí í Vestmanna, har føroyskt whisky liggur og búnast á tunnum. Faer Isles Distillery
Business kontrollari til Varðan Vilt tú arbeiða við tølum, greining og rapportering í einum av størstu vinnusamtøkum í Føroyum? Um starvið Sum business kontrollari við ábyrgd av rapportering verður tú ein týðandi [...] hevur ein leiklut í at uppbyggja, greina og viðlíkahalda rapporteringar; umframt tryggja góðskuna í bókhaldinum og betra um arbeiðsgongdir. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í fíggjardeildini [...] treytir sambært avtalu. Arbeiðsstaðurin er í høvuðsheitum á skrivstovuni hjá Varðanum í Syðrugøtu. Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsi
hesaferð varð spælt í Bristonas í Litava. Føroyar taptu allar tríggjar dystirnar, og endaðu á fjórða plássi í kappingini. Ímóti Estlandi taptu Føroyar 5-0, meðan annar dysturin í kappingini endaði við einum [...] veruliga at royna seg í Baltic Cup, sum seinastu dagarnar hevur verið í Litava —————— Tað gekk ikki akkurát sum ætlað hjá føroysku U15-gentunum, sum farnu dagarnar hava tikið lut í Baltic Cup, ið hesaferð [...] Leo Vang og Ida Müller. Í triðja dystinum var lítið og einki, ið eydnaðist okkara gentum, og tá dómarin floytaði av stóð 11-1 til Litava á máltalvuni. Einsamalla málið hjá Føroyum gjørdi Rebekka Skoradal
Stephen Flynn, sigur, at hann er serliga áhugaður í føroyska fíggingarleistinum. – Eg eri sera áhugaður í fíggingarleistinum, sum tey brúka í Føroyum. Eg má kanna hann nærri og finna út av, hvussu tey [...] nývalda hetlendska tingkvinnan Hannah Mary Goodlad fara í næstu viku at halda eina røð av almennum fundum um ætlanina at gera undirsjóvartunlar í Hetlandi. Átakið, sum hevur fingið heitið Tunnel Vision [...] demokratarnar, meðan Hannah Mary Goodlad varð vald fyri skotska tjóðskaparflokkin SNP. Hon er eisini limur í skotsku stjórnini. – Við hvørjum fundarumfari hava oyggjabúgvarnir skapt størri undirtøku og semju um
ð reisir spurningin, um fleiri almenn før og tænastur í Føroyum kundu verið skipað eftir sama leisti: at ein felags loysn røkir fleiri uppgávur í staðin fyri, at hvør uppgáva fær sína egnu skipan. [...] skipini nóg væl. Í einum uppslagi á Facebook vísir hann á, at Føroyar eru eitt lítið land, men ofta skipa vit samfelagið, sum var talan um eitt nógv størri land. Hann heldur, at almenn skip í størri mun áttu [...] Føroyar eiga í størri mun at skipa almennar tænastur, so somu før og skipanir kunnu røkja fleiri uppgávur. Føroyska tyrlutænastan er eitt dømi um, at hetta ber til, sigur tyrluskiparin Andreas Mouritsen
tilfarið liggjandi í 7 mánaðar uttan at nerta tað við eini eldtong. Hví var so hendan “søgan” frammi í KVF mitt í summarfrítíðini? KVF bar nýliga tíðindi um ættarliðskifti hjá Varðanum. Er tað í hesum sambandi [...] Í tíðindunum hin 21. juli 2026 í almenna Kringvarpi Føroya frættist frá nevndarformanninum í Varðanum, at felagið einki fær gjørt uttan at bíða og vita, um byggiloyvið til protein- og lýsiverksmiðju verður [...] er tengt at úrskurðinum í sakarmálinum millum Livilig kor og Føroya Kærustovn. Hví spyr journalisturin ikki beinanvegin nevndarformannin í Varðanum, hví verkætlanin er farin í gongd, um Varðin ikki hevur
tveir lærarar í hvønn flokk. Og tað hava eisini verið nóg mikið av væl skikkaðum umsóknum til læraraútbúgvingina, um ynski var at útbúgva fleiri lærarar. Her eru vit í serstøðu í Føroyum í mun til grannalondini [...] tveimum lærarum í flokkinum; tað er tvílæraraskipanin, sum landsstýrisfólkið setti í verk í 2011 at galda fyri 1. og 2. flokk. Skipanin er eitt gott átak, men tryggjar bara, at tá næmingatalið í flokkinum verður [...] lærarar í flokkinum ein part av skúladegnum. Tá 18 næmingar eru í flokkinum, eru tveir lærarar í flokkinum ein tíma hvønn dag, restina er lærarin einsamallur við næmingum. Og tá 21 næmingar eru í flokkinum