meira enn 10.000 hektarar. Tað svarar til í minsta lagi 100 ferkilometrar fyri hvønn eld. Uppgerðin byggir á upplýsingar frá European Forest Fire Information System, EFFIS, sum er partur av tilbúgvingartænastuni [...] stór øki í Evropa og Norðurafrika í summar. Nýggj uppgerð frá Copernicus vísir, at meira enn 1,2 milliónir hektarar vórðu raktir av eldum frá 1. juli til 31. august 2026. Hetta svarar til umleið 12.000 [...] vandanum fyri eldum og samskipa arbeiðið hjá tilbúgvingar- og skógarumsitingum í einstøku londunum. Kortið er dagfest 2. september 2026.
BAKKAFROST, NAVIGARE, SAMSKIP, VARÐIN, KAPPRÓÐRARFELAGIÐ Tað er gott, at Skálafjørðurin bæði er langur, víður og góð skipahavn. Tí við tíðini er Skálafjørðurin vorðin heimstaður hjá stórum reiðaríum umframt [...] hava ein nýggjan føroyskan bát í bygging inni á gólvinum í Borg. Tað er kollfirðingurin Terji Reinert Jacobsen við ílegum av Glyvrum, sum er dugnaligi bátabyggjarin. Kappróðrarfelagið var heppið at seta Janus [...] rúma stóru menningini á so nógvum økjum her í kommununi er tvingandi neyðugt hjá Runavíkar kommunu at fylgja við og gera allar neyðugar løgur. Tað er onki mál í sær sjálvum at seta skattapengarnar inn á eina
vøllin. Tapið hjá Víkingi var tað fyrsta síðani 6. apríl, tá ið Víkingur í fjórða umfari tapti 1-0 í Klaksvík. Eftir 19 umfør er Víkingur á fimta plássi við 32 stigum. Tað er eitt stig fram til HB og B36 [...] Áður høvdu tað verið tvey feløg – LÍF í Leirvík og GÍ í Gøtu. Úrslitið í kvøld ber við sær, at Skála ÍF hevur 17 stig og hevur sama stigatal sum EB/Streymur, ið er á sjeynda plássi. Skála er á áttanda plássi [...] NSÍ og yvir á Skála, skiftur inn á liðið hjá Skála. Og tá ið tað restaðu 12 minuttir, var tað Mórits Heini Mortensen, sum eftir upplegg frá Silasi Gaard skoraði 2-1 sigursmálið hjá Skála. Hetta var fyrsta
Piddasahandil er opin 11.00 – 17.30 Fjord er opið við góðum tilboðum 13.00 – 17.30 Beautee er opin við góðum tilboðum. 13:00 – 17:30 Noðastova hevur opið Matur v.m. 11.30 – 18.00 Lúkukaffi í Ribarhúsi er opið við [...] 45 Etasjan er opin Leygardag : 07.30 – 22.00 Haraldsen og FK hava opið 10.00 – 16.00 Vørðslan er opin við góðum tilboðum 10.00 – 16.00 Beautee er opið við góðum tilboðum 10.00 - 18.00 Fjord er opið - og [...] Piddasahandil er opin við vøkrum heimavirkaðum. Í gallarínum listaframsýning, og Lúkukaffi er opið við kondittarakøkum og heimabakstri 11.30 – 18.00 Ribarhús: Lúkukaffi hevur suppu til uppi er, annars gott
til íbúgvar í kommununi. Tað siga tey í Skopunar kommunu. Lagt verður aftrat, at brillurnar, sum verða latnar borgarunum ókeypis, kunnu heintast á kommunuskrivstovuni í Skopun frá 10. august klokkan 9. - [...] - Um sólarmyrking er at siga, at hetta er eitt náttúrufyribrigdi, har mánin kemur millum jørðina og sólina og forðar fyri ljósinum, siga tey í Skopunar kommunu. Fyrrapartin í dag høvdu vit ein greinastubba [...] greinastubba úr Skálavík, har kommunan boðar frá, at tey eisini hava keypt brillur til borgararnar í sínari kommunu. Lesið eisini: Kommuna letur borgarum brillur til sólarmyrking https://www.in.fo/news-detai
Skálavík, og tað er ikki so sjáldan á vetrardegi, tá hann er landnyrðingur ella lágur í ættini. - So tað, sum vit nú arbeiða við, er fyrra byggistig av tveimum, sigur Martin Karl Olsen. Tað er eingin loyna [...] eisini er í stoypiskeiðini, er ein nýggjur bygningur, sum skal byggjast aftrat kafé’ini og soleiðis skamt niðanfyri tað, sum nú verður bygt. Her hava hjúnini á Mølini áður sagt, at ætlanin eitt nú er at hava [...] dreymurin er at leiga út til ferðafólk, sum vilja koma heim til Føroya at vitja - eisini um veturin, tá illveður kann leika í. Hugskotið er, at fólk kunnu sita í íbúðunum og eygleiða brimið, tá tað stendur
tilboðið upprunaliga var ætlað borgarum, sum eru 60 ár og eldri, er nú eink aldursmark. - Øll, sum hava hug at røra seg og vilja hava tað stuttligt saman við øðrum, eru vælkomin. Sum nakað nýtt verður í [...] september byrjar heilsufótbóltur aftur í Vágum. Spælt verður innandura hvønn týsdag í heyst og í vetur frá klokkan 18-19, og hetta verður í høllini í Sørvágs skúla. Vága kommuna og Sørvágs kommuna fóru í 2023 [...] e í Vágum. Spælið líkist vanligum petanque, men verður spælt við fótbóltum í staðin fyri kúlum. - Tað kann spælast við heilt fáum luttakarum – og enntá bert tveimum. Lagt verður aftrat, at Facebook-bólkurin
hørðum atfinningum frá bæði ALS og Búskaparráðnum. – Eg haldi, at hetta er ein avoldað skipan. Ein rest av einum planbúskapi frá einari farnari tíð. Tað eru nakrar ónollur eftir, og hatta er ein av teimum. [...] arbeiðsmegi í Føroyum, og tí er tað ikki skilagott, at almennar skipanir halda fólki føstum í eini vinnu, tá einki arbeiði er. Atli Gregersen heldur ikki, at fiskavirkisskipanin er tann einasta skipanin, sum [...] ein annan máta ella finna onnur ráð. Eg haldi ikki, tað er rætt, at ein annar skal rinda fyri títt virki, sigur Atli Gregersen. Hann vísir á, at ALS er ein sosial skipan, sum eigur at lofta teimum, sum koma
bróstkrabba. Sjúkrahúsverkið er komið so mikið væl áleiðis við fyrireikingunum, at MR-skanningar av bróstum væntandi kunnu byrja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november 2026. Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen [...] á Landssjúkrahúsinum kunnu brúkast til MR-skanning av bróstum. Tað verður ein læknafaklig avgerð, hvør skannari verður brúktur í hvørjum einstøkum føri. Ávísar umstøður kunnu gera, at 3 Tesla-skannarin [...] Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spurdi millum annað, um Sjúkrahúsverkið er liðugt við útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, nær fyrstu skanningarnar kunnu byrja, og um 3
avbjóðing er verandi sáttmáli. Hann byggir sambært Sjúkrahúsverkinum á eitt gamalt prinsipp um, at starvsfólkini, sum hava vakt, búgva í nærumhvørvinum. Tað ger tað trupult hjá starvsfólkum aðrastaðni frá at [...] sjúkrabilum aðrastaðni frá. Men Sjúkrahúsverkið staðfestir, at vantandi sjúkrabilur í Vágum undir vanligum umstøðum hevur við sær longri responstíð – tað vil siga longri tíð frá neyðkallinum, til heilsufakliga [...] ein ótíðarhóskandi sáttmáli eru millum størstu avbjóðingarnar. – Ikki nøktandi – Tað er sjálvandi ikki nøktandi, at tað í ávísum tíðarskeiðum ikki hevur verið møguligt at manna støðina í Vágum, sigur Eyðdis