almanna- og bústaðamálum. Á fundinum greiddi MEGD frá sínum virksemi og hvørji mál felagið hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi tíðina. Ása Olsen er á sínum fyrsta ári sum forkvinna í MEGD. Hon hevur [...] forkvinna í Hoyr. MEGD legði á fundinum dent á, at samstarvið millum áhugafeløgini og politisku skipanina er ein av lyklunum til at flyta brekøkið fram á leið. Gjøgnum árini eru fleiri týdningarmikil mál og [...] samstarvið heldur fram. -Vit fáa bestu og mest haldføru úrslitini, tá ið vit lurta eftir teimum, sum tað snýr seg um, og arbeiða saman um loysnirnar. Eg fegnist tí um fundin og síggi fram til eitt gott og
fyrsta sinni hildin her í Føroyum. - Tað hevur stóran týdning fyri okkum á Fróðskaparsetrinum at kunna skipa fyri einum slíkum stórum altjóða tiltaki, og samstundis er tað eisini ein viðurkenning av Føroyum [...] vertur fyri eini stórari altjóða ráðstevnu, sum hesuferð snýr seg um sjógvin og tað, ið hann kann kasta av sær. IIFET er ein altjóða felagsskapur, sum síðani 1982 hevur savnað granskarar, vinnulívsfólk [...] týðandi vitan, so er ráðstevnan eisini eitt gylt høvi at vísa okkara førleikar í Føroyum fram og samstundis skapa nýggj altjóða sambond, sigur Hans Ellefsen. Ráðstevnan hevur fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu
tey trý á túrinum høvdu siglt á eitt ísstykkið, og øll endaðu í sjónum. - Maðurin er nú á sjúkrahúsi í Paamiut og hevur tað eftir umstøðunum gott. Lagt verður aftrat, at nú verður leitað eftir teimum báðum [...] Løgreglan veit at siga, at tey vóru farin við báti úr Narsaq móti Paamiut, og eingin hevði hoyrt frá teimum síðan sunnudagin. Klokkan 19.14 mikudagin fingu myndugleikarnir eina fráboðan um, at ein bátur
okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við. Tí er tað sera óheppið, at skøran enn í ár er til sølu í føroyskum
júst í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum”. Eivør greiðir víðari frá : Nýggja útgávan ber heitið “Tungl”, og hon er á mangan hátt sprottin víðari [...] útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini eru gjørd video til bæði løgini. Ikki kann sigast annað enn, at tað vit higartil hava sæð boðar frá góðum [...] til USA. Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá er talan um eina umfatandi konsertferð um stóran part av Europa. Um útgávuna greiðir Eivør soleiðis frá : “Hendan útgávan stendur hjarta mínum sera nær og
Kristiansen skrivar, at av tí sama var tað, sum á ólvsøku Uppi á Grind, har stór mannamúgva var savnað saman fyri at uppliva hesa serligu løtu. ##med2## - Tað er ikki á hvørjum degi, at vit kunnu standa heima [...] Kristiansen hevur skrivað nakrar reglur á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu - www.eidi.fo - um, hvussu tað var at uppliva sólarmyrkingina á Eiði mikukvøldið. Nógv fólk kring heimin vóru spent at fylgja fyr
staðbundnu nevndini umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdina. Nú verður tað sama gjørt í Kirkjubø, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina. [...] Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kirkjubø og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum [...] umsitingin og staðbundna nevndin fara runt í bygdini og hyggja og kunna seg um ymisk viðurskifti. Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Lágabø 5, har øll eru vælkomin at leggja leiðina
stýringini. Eisini verða framløgur frá Erin Steiner frá NOAA um amerikanskar royndir við at fáa búskaparliga og samfelagsliga vitan inn í fiskivinnuráðgeving og frá Angelu Munch, sum fer at leggja fram [...] Tað verður evnið á almennum fundi í Norðurlandahúsinum mánadagin. Fróðskaparsetur Føroya skipar mánadagin 17. august frá klokkan 13 til 16 fyri almennum fundi um framtíðar fiskivinnustýring. Fundurin verður [...] verður í Norðurlandahúsinum og er partur av altjóða ráðstevnuni IIFET 2026, sum Fróðskaparsetrið skipar fyri. Á fundinum fara føroyskir og útlendskir serfrøðingar og politikarar at viðgera, hvussu vísindi
Shipping er umboð hjá skipinum í Føroyum. Norwegian Star er eitt av teimum størri ferðamannaskipunum, sum vitja Føroyar. Skipið er 294 metrar langt og 32 metrar breitt og er 91.740 bruttotons. Tað hevur pláss [...] pláss fyri 2.298 ferðafólkum, tá tvey fólk búgva í hvørjum kamari, og manningin telur um 1.031 fólk. Sostatt kunnu tilsamans meira enn 3.300 fólk vera umborð. Skipið varð bygt í 2001 og seinast umvælt [...] vitjað Grundarfjørð, Akureyri, Ísafjørð og Seyðisfjørð, áðrenn leiðin gekk til Havnar. Norwegian Star er ikki einsamalt ferðamannaskip á Havnini í dag. Le Lapérouse kom klokkan sjey í morgun og fer eftir
komu 91% av hitaveitingini frá avlopshita. Starvið Stjórin skal vera visjonerur, hugsa strategiskt og hava tekniskt forstáilsi. Tað liggja stórar útbyggingar fyri framman og tað er umráðandi, at stjórin hevur [...] Stjórin í Fjarhitafelagnum seinastu 22 árini er farin frá fyri aldur, og tí leita vit eftir nýggjum stjóra at mynda felagið frameftir. Fjarhitafelagið er eitt felag, sum Sev og Tórshavnar kommuna eiga [...] og fjarhitagóðskan eru nøktandi. Tað eru framdar stórar íløgur í útbygging av fjarhitanetinum seinastu árini, og talið av brúkarum er fleirfaldað hesa tíðina. Ætlanin er at gera fleiri íløgur komandi árini