Hilmar Bech leggur kortini dent á, at hann er sannførdur um, at vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin, og er hann ivasamur, tá tosað verður um nýggja sjálvstýrislóg. ? Vit mugu síggja í eyguni, at kvetta [...] fyri, at útjaðaraøkini ikki dragna enn meira afturút, og at tey veiku í samfelagnum verða vard. ? Men um stuðulin skal vera eins stórur, og hann er nú, veit eg ikki, leggur Hilmar Bech afturat. ? Eisini er [...] stórt spell, at Javnaðarflokkurin misti fólkatingsumboðið, heldur Hilmar Bech, sum ikki ivast í, at um flokkurin hevði hetta umboð, so vóru viðurskiftini millum føroyska og danska Javnaðarflokkin nógv betur
róptu teir á ein minni bát á leiðini um at koma til hjálpar. Saknaðu ongan Men so eydnaðist at fáa samband við línubátin, ið var Polarstjørnan, og hann varð spurdur, um teir manglaðu ein mann. Teir at telja [...] tveita ein jakka í havið, og eg var ikki sørt fortørnaður, tí vit vóru sannførdir um, at tað var ein maður, sum var farin fyri borð, sigur Sámal Jákup Hansen, skipari á Dúgvuni. Tá skipið legði stilt, greiddi
hundraðtals av starvssetanum í miðøkinum farin fram, uttan at eitt tað einasta alment starv hevur verið sett uttan fyri miðøkið. Fyri at eingin ivi skal verða um, hvat tað er fyri politikkur sum skal fremjast [...] bara her á landi, men í øllum norðanlondum eru eitt sera gott dømi um, at reinur borgarligur politikkur bert er ein hvørvisjón. Tí óansæð um teir borgarligu flokkarnir hava greiðan meiriluta, so er egoisman [...] ið sat frá 1980-84, ein samgonga við einum samgonguleiðara, ið sá seg noyddan at hava eina grein 13 um samgonguni skuldi verða lív lagað. Við undantakið av verkamannafylkingini mynda somu flokkar landsstýri
aftur komin úr Aberdeen og hevði keypt páskaregg til børnini hjá Marin og Andras. Eg hugsaði nógv um, um tað mundi loysa seg at keypa eitt til John eisini, men helt at tað skuldi roynast kortini. Eg gloymi [...] Bardagamaður farin Í orrustum miklum og runsivalsstríði, hann stóð eins og klettur í brimi. Tá lítil var orka, var seiggið tess meiri, hann bardist tó við hvørjum limi. Og brekið og sjúka sum brimið við
hinum Norðurlondum og býður teimum hjartaliga vælkomnum til fundar í Føroyum við vón um fródligar fyrilestrar og umrøður um evnini mál og miðlar og mál og kyn. Tað er søguligt, at fyrsti ársfundur hjá hinum [...] hugtøk, ið troka javnt og samt á. Nú kann tann tykja lítil, ið fyrr var málsligt stórveldi her um vegir. Nú ræður um seming og áralag. HEINTA - HENTA Hetta eru tvey fullgóð føroysk orð, men tey merkja hvørt [...] taka um hornini á tarvinum, men tað tykir heldur lofnað. Í fornum máli varð tikið til, at maður var »harður í horn at taka «, og er tann myndin helst komin av tøkum við tarv. ANNAR Talað varð um tveir
taka í brúk longu komandi ár. Tað er eitt ár síðani, at eigarafelagið inni á Gøtu heitti á býráðið um at byggja býlingshús har inni, og síðani hevur býrðaðið arbeitt við málinum. Og nú var tað komið so [...] kommunan 40% av prísinum og landið 60%. Elin Lindenskov sigur, at hóast fyrst og fremst verður hugsað um barnagarðin, er ætlanin at byggja húsið sum býlingshús, tvs at rúmd skal eisini verða fyri øðrum tiltøkum [...] málinum og byggir út eftir førimuni. Men tað er eisini ein spurningur, hvussu nógv tað ber til at gera um árið við fíggjarligu orkuni hjá kommununi. Í hvussu so er ætlar býráðið sær eisini at ansa væl eftir
kaga í. Hesa ferð hava bæði fyrsta bind, sum er um Fugloy, og annað bind, sum er um Svínoy, verið nógv nýttar, og sætta bind, sum er annar av pørtunum um Klaksvíkina, hevur eisini verið á borðinum. Myndirnar [...] Fyri at lætta um skiftust bátarnir viðhvørt um at fara inn av avrreiða. Í Sundi keyptu teir øvur til agn frá onkrum sundamonnum, sum høvdu tað til vinnuveg at syrgja fyri agninum. Sjálvt um teir mundu vera [...] Svínoy hevði givið nágreiniligar upplýsingar um ognarviðurskiftini á bátunum, sum vóru nevndir. Í sambandi við Mjølnir vórðu teir roknaðir upp, sum áttu í, men um Jósup var bara nevnt, at hann var altíð formaður
Tað var fleiri tíma arbeiði, so teir mundu mist mótið um nakrantíð at sleppa at sova. Týskt dugdi eingin teirra, men so hoyrdu teir manningina tosa um ?maschinkaput?, og tað var ikki til at misskilja. Orsakað [...] tað stóð í sáttmálanum. - Formaðurin fekk haraftrat 10 krónur eyka um dagin, og tað kom væl við, tí harvð kom eg upp á 1500 krónur um mánaðin. Maturin skamtaður Umborð fekk hvør teirra eitt lítið skáp [...] dós av onkrum, og hetta skuldi vara í fýra dagar. - Tá ráddi so sanniliga um at duga at halda hús, sigur Meinhardt. Altíð suppu Um morgunin fingu teir stoktan kongafisk, og so fingu teir kókaðan saltaðan
eitt hvørt prát um at hoyvíkingar skuldu bjóða av, tagnaði við brestin. Tann vandin er sjálvandi til staðar aftur í ár, men H71?arnir tykjast verða komnir enn longri enn teir vóru komnir um somu tíð í fjør [...] Nú eru fýra umfør farin afturum í landskappingini í hondbólti, og tekini, sum vóru undan kappingina, eru framvegis greið. Meistaraliðini úr ávíkavist VÍF og Neistanum hava lagt best fyri, og tey hava bæði [...] útivølli, men eru komnar aftur til Havnar við báðum stigunum hvørja ferð. Mikudagin 19. november ? um 9 dagar ? fær bláa liðið tó sína søk fyri, tí tað verður fyrsti grannadysturin móti Kyndli í ár, og
fyri at fáa vissu fyri, at hon ikki var farin skeiv. Edith helt tað so avgjørt ikki fyri seg sjálva, at hon hevði vunnið, og tíðindini fóru beinanvegin sum rótasúpan um alla Klaksvíkina. Tí gav onkur henni [...] maðurin tosaðu um, at eg nú kann loyva mær at taka eitt sindur meira av lummapeningini við. Einki oyðsl Edith hevur ongar stórar ætlanir lagt fyri, hvussu tann nógvi peningurin skal brúkast, ella um hann skal [...] sær fyrsta dagin at fara at tosa við Sparikassan um, hvussu on best ger við peningin. Hósdagin var Edith í Keypsamtøkuni við seðlinum fyri at fáa váttan um, at seðil hennara hevði vunnið. Øll fingu tað við