eftir at eitt fyrr avtalað semingsuppskot varð felt í uratkøvugreiðslum hjá limunum í fakfeløgunum Fellesforbundet og Parat. Partarnir siga, at arbeitt hevur verið miðvíst seinastu dagarnar fyri at finna [...] fremsta raðfesting okkara verið at minka um óvissuna hjá kundunum og tryggja, at tey kunnu ferðast sum ætlað. Samstundis er tað avgerandi, at SAS heldur fram við arbeiðinum at styrkja kappingarførið og tryggja [...] heldur SAS fram við arbeiðinum at styrkja kappingarførið hjá felagnum á einum marknaði, har kappingin er hørð. – Tað týdningarmesta er nú, at vit eru komin ásamt, og at tað fráboðaða verkfallið er av ongum
Vit vilja heita á Fifa-forsetan um at leggja frá sær nú, segði hon. Gianni Infantino hevur fingið harða atfinning, eftir at hann fyri stuttum legði fram ætlanir um at stovna eitt handilsligt felag undir [...] partabrøv fyri meira enn 27 milliardir krónur. Seinni hevur Infantino tikið uppskotið aftur og biðið um umbering. Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur áður lýst vanálit á Fifa-forsetan og hótt við at sniðganga
løgreglan, at gentan er í varðveitslu hjá ungarskum myndugleikum, meðan arbeitt verður saman við familjuni fyri at fáa hana aftur til Danmarkar skjótast gjørligt. Sydøstjyllands Politi sigur, at málið hevur [...] hava illgruna um, at eitt revsivert brot er framt í sambandi við, at gentan hvarv. Eg kann ikki siga meira um umstøðurnar ella smálutirnar av atliti til kanningina, men eg kann vátta, at vit hava onkran [...] illgruna fyri, og heldur ikki, um nakar er skuldsettur. Gentan fór úr heiminum í Hedensted týsdagin. Mikudagin varð hon eftirlýst bæði í Danmark og uttanlands, og hósdagin boðaði løgreglan frá, at hon var
aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri meira plássi, eru tit vælkomin at geva teimum eitt pláss í tunlinum. At enda verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin til opið hús seinnapartin [...] Sagt verður, at hóast vakstrarárið ikki byrjar við limum og skipaðum virksemi fyrr enn næsta ár, eru íbúgvar í kommununi vælkomnir at seta plantur niður í tunnilin longu nú. - Neyðugt er, at fólk ansa eftir
hann ætlar at seta sama stóra show upp í Føroyum, sum hann plagar at hava á donskum festivalum. Fyri mong er Dynamit eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum, og í øllum førum megna teir at savna sera [...] sera stórar fjøldir á Vágsbø og at fáa gott lív í. Dynamit spælir klokkan 01. Í kvøld spæla eisini Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe, Grandma's Basement, Aggrasoppar, Maria Fagranes, Heine Lützen, Herborg To [...] Marni Hansen. Fyrsta konsertin verður klokkan 19 og tann einasta klokkan 03 í nátt. Silvaland, sum er fyri børnini, hevur opið frá klokkan 15 til 19, og har vera aktivitetir, spøl, undirhald og framførslur
til teleskoplessarar verða herd. Harumframt verður skotið upp, at tað frameftir verður kravt vinnubræv fyri at koyra terminaltrekkjarar og ávísar entreprenørmaskinur, sum til dømis gravimaskinur, hjóllastarar [...] Arbeiðsgevarar fáa eisini greiðari ábyrgd av at tryggja, at starvsfólk hava neyðuga upplæring og galdandi vinnubræv, har tað er kravt. Uppskotið ásetur eisini, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka vinnubrøv [...] Endamálið er at dagføra reglurnar og økja um trygdina, tá arbeiðsmaskinur verða brúktar. Sambært uppskotinum verða førleikakrøvini til kranar, gaffiltrukkar og gaffilstáplarar óbroytt, men krøvini til
reglurnar. Deildin vísir eisini á, at fleiri serreglur kunnu gera bygging dýrari. Somuleiðis mælir Umhvørvisdeildin frá at broyta serstøku byggisamtyktina fyri økið norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið [...] Kringvarpið skrivar, at tað sæst í viðgerðini av uppskotinum um eina serstaka byggisamtykt fyri økið millum Grasagarð og Finsen, har ætlanin er at umbyggja gamla Restorffs bryggjarí til íbúðir. Byggim [...] ildin ger vart við, at tess fleiri serstakar byggisamtyktir verða samtyktar, hvør við sínum serreglum, tess torførari verður tað hjá borgarum, vinnulívi og almennum myndugleikum at skilja og umsita reglurnar
kommunalar- og landsmyndugleikar fyri at verja okkara heimalív og ognir mugu vit framvegis ásanna, at borgarin í Føroyum er sera illa vardur og hevur lítlan og ongan møguleika at verja seg ímóti verkætlanum [...] nevndarformanninum í Varðanum, at felagið einki fær gjørt uttan at bíða og vita, um byggiloyvið til protein- og lýsiverksmiðju verður givið. Í tíðindastubbanum varð greitt frá, at útbyggingin kann ikki byrja [...] Varðanum, var Kringvarpið væl kunnað um, at 12 limir í Liviligum korum hava fingið frían rættargang at stevna Føroya Kærustovni. Men hetta stóra sakarmál tykist ikki at hava tíðindavirði. ##med2## Alt várið
ukrainsku álopini langt inni í Russlandi ein hevnd fyri, at Russland heldur fram við sinum álopum og ikki vil enda kríggið. Útlendskir miðlar vita at siga, at Ukraina í seinastuni hevur lopið á eini 200 skip [...] anum. Skuggaskip verða skipini rópt, sum sigla fyri Russland í royndini at koma uttan um revsitiltøkini, sum Evropa hevur sett í verk móti Russlandi fyri krígsførsluna í Ukraina. Ukrainsku álopini á russiska [...] Vladimir Putin, næstu árini finna upp á at "testa" verjusamgonguna, Nato, við einum avmarkaðum álopi á eitt Nato-land. Ávísin, The Wall Street Journal, skrivar, at amerikanskar fregnartænastufrágreiðingar
sigur, at ferðirnar vóru sera vandamiklar. Fólkini sótu trongt í skjóttgangandi bátum, sum sigldu í ringum veðri, og í summum førum vóru ferðafólk bundin saman fyri at forða teimum í at detta fyri borð. [...] Spanska løgreglan hevur staðið á odda fyri kanningini við hjálp frá fronsku og portugisisku løgregluni og pólsku marknaverjuni. Sambært AFP hevur ringurin staðið aftan fyri í minsta lagi 64 smuglingarferðir [...] a og drúgvu siglingarlongdina. Løgreglan hevur lagt hald á 18 slík før. Bátarnir vórðu brúktir til at flyta rúsevni og migrantar á altjóða sjógvi nær við sponsku strondina. Flestu av teimum handtiknu hava