um, at heimamenninir høvdu meiri fokus á fagnaðinum um veruleikan av at vera fluttir upp, enn teir høvdu á tí, sum gekk fyri seg á vøllinum. Eric Oteng setti hol á við brotssparki, tá ið 20 minuttir vóru [...] steðgin var tað Nicholas Frydenlund Sejr, sum skoraði til 3-1, og innskifti Lucas Ørneborg skoraði tvey tey síðstu málini. Hann er toppskjútti í fyrstu deild við 25 málum.
Sostatt skriva tey samstundis føroyska kirkjusøgu sum fyrstu hjúnini, ið bæði virka sum prestar í føroysku fólkakirkjuni. Í samrøðu við Sosialin greiða tey frá leiðini til prestastarvið, muninum á at vera prestur [...] hesaferð. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
er á odda. Ikki atkvøða um limaskap Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan ES-limaskapin, men um Ísland skal taka samráðingarnar upp aftur. Verður ein avtala gjørd við ES, skulu íslendingar aftur á fó [...] eisini havt ávirkan á kjakið. Ísland hevur eina strategiska staðseting beint sunnan fyri Arktis, men landið hevur ongan her, flota ella egið flogvápn. Verjan byggir í stóran mun á Nato og eina avtalu við [...] limaskapur fer helst eisini at krevja eina broyting í íslendsku grundlógini. Harumframt skulu øll tey 27 ES-londini góðkenna, at Ísland verður limur. Samráðingarnar steðgaðu í 2013 Ísland fór undir ES
– og tey kosta. Men talan er um eina neyðuga íløgu. Verjusemjan Danmark hevur formligu ábyrgdina av verjuni í ríkisfelagsskapinum og hevur við verjusemjuni sett fleiri milliardir av til trygd á sjógvi [...] Trygd á sjónum er alneyðug fyri okkara samfelag. Tí mugu vit vera fyrireikað og hava loysnir til støður, ið kunnu seta trygdina í vanda. Tað er sera álvarsamt, at hvørki Tjaldrið ella Brimil sigla í løtuni
út eina vegleiðing. Har verður mælt til at vísa sorgina á virðiligan hátt. Til ber millum annað at flagga á hálvari stong, halda tøgn í ein minutt á almennum tiltøkum, tendra ljós ella seta myndir av Haraldi [...] gjørdist fyrrverandi krúnprinsurin Haakon samstundis nýggjur kongur í Noregi. Á middegi í dag hitti hann norsku stjórnina á einum eyka ríkisráðsfundi. Har kunngjørdi hann, at kongsnavn hansara verður Haakon [...] flutt í kapellið á kongsslottinum. Har fáa borgarar møguleika at koma framvið og siga konginum farvæl. Sambært norska miðlinum VG verður Haraldur kongur jarðaður í kongliga mausoleuminum á Akershus slotti
vaksnum. Víst verður á, at spæliland verður á økinum, Silvi vitjar børnini, og ein kúgv verður flett, eins og gjørt hevur verið undanfarin ár. Fyri tey, sum dáma harmonikutónleik - og tey eru mong - fer F [...] kunnu gleða seg til at uppliva bólkin mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði. Tónleikaskráin á Norð Festivalinum fevnir breitt, og á stóra palli verða eisini Friði & Marner, Hallur Joensen, Eyðun, Terji [...] Bjarki Hansen, Blátt Gras, Páll Oddur & Finnur Koba, Edmund & Mikkjal og DJ Cool á pall. Fyrireikararnir á Viðareiði vísa á, at Norð Festivalurin eisini er meira enn bara tónleikur. Hetta er eisini ein
ljóðmátingar fyri at tryggja, at galdandi markvirði verða hildin. Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Víst verður á, at í vikuni vórðu ljóðmátingar gjørdar í sambandi við eitt skip, sum lá í Ánunum [...] Lagt verður aftrat, at tað kann vera ymiskt, hvussu fólk uppliva ljóð, og tí er neyðugt at byggja á objektivar mátingar. - Tí hevur tað eisini stóran týdning, at kommunan javnan ger kanningar av skipum [...] liggja við kei. Í Klaksvíkar kommunu verður sagt, at hetta verður gjørt fyri at tryggja, at virksemið á havnalagnum fer fram sambært galdandi reglum, og at neyðug atlit verða tikin til borgarar í økinum.
setast á longu á rættini. Men nú hava vit havt nógvar bóndakonur á skeið, sum siga at tær mugu fara at læra seg at virkað ullina, og greiða manninum frá hvat hann skal ganga eftir, soleiðis at tey fáa alt [...] nógva vitan og royndir, tá verður prátað um munin á teirra ull og tí føroysku. Útlendingarnir eru spentir at síggja og royna, og á Spinnarínum fáa tey hendurnar í ullina. - Fólk dáma at koma inn, merkja [...] m at koma á gátt í Spinnarínum, tí har verður fari niður í ferð, og tað er júst tað sum eyðkennir ullarbeiði. - Tað er gott fyri sinni at arbeiða við ull, fleiri siga at tey brúka tað tá tey skulu slappa
Birkblog: – Eg sá meg sjálvan í høvuðsleiklutinum í søguni. Eg kendi sama longsul á mær og eisini knýtið til móðurina. Hetta er ein ógvuliga persónligur filmur, og sjálvur haldi eg, at hetta er ein tý [...] millum tveir menn, so er søgan samstundis universel. Øll vilja verða góðkend og aksepterað sum tað, tey eru, og flestu okkara kenna ólukkuligan ella í minsta lagi torføran kærleika, sigur leikstjórin Kasper
latin teimum, sum hava fingið játtað framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón. Tey skulu kunna byrja útgjaldið, tá tey røkka aldursmarkinum fyri framskundaða pensjón – í løtuni trý ár áðrenn vanliga [...] pensjónin ella fyritíðarpensjónin verður lækkað. Í 2026 kann ein pensjónistur hava eitt inntøkugrundarlag á 106.000 krónur um árið, áðrenn almenna pensjónin verður skerd. Av inntøku oman fyri markið verða 30 [...] hava eitt langt arbeiðslív aftan fyri seg, men vegna varandi heilsutrupulleikar ikki kunnu halda fram á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið varð eisini lagt fram í undanfarnu tingsetu, men fall burtur, tá val varð