dyst eftir í øðrum triðingi av kappingini. Tey fara at spæla í annaðkvøld, tá ið KÍ eigur heimavøll ímóti HB, og tá ið NSÍ eigur heimavøll ímóti Skála. Líkindini at spæla fótbólt vóru ikki góð í Norðragøtu [...] Einasti landskappingardysturin í Meistaradeildini hjá monnum í dag var seinnapartin í Sarpugerði, har Víkingur hevði vitjan av B68. Víkingur vann 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan, og úrslitið ber við [...] Norðragøtu í dag. Vindurin darvaði heilt nógv, og øll trý málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið B68 hevði vindin undan. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Víkingur seg á odda, og stutt undan steðginum øktu
Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini høvdu heimadyst í dag. Í báðum førum gjørdist talan um tap. Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset taptu á Marienlyst [...] liðskiparanum, Gullbrandi í Horni Øregaard tapti í einum málríkum dysti 3-4 fyri Hødd. Sandnes fekk eina dreymabyrjan, tá Peder Brekke longu í sætta minutti legði teir á odda 1-0. Í seinna hálvleiki skoraði [...] málrammurnar. Egersund legði seg á odda í 18 minutti, og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði útiliðið økt til 2-0. Strømsgodset er nummar fýra í deildini við 32 stigum. Teir hava fýra stig
handilsmiðstøð í Skeiðarvogi í Reykjavík. Sambært íslendska miðlinum Vísi vóru í minsta lagi seks løgreglubilar og eitt fólk úr serdeildini á staðnum. Talsfólkið hjá løgregluni vildi ikki gera viðmerkingar [...] álvarsligan harðskapstilburð í Kópavogi. Nógv løgreglu- og bjargingarfólk vórðu send á staðið. Tveir sjúkrabilar komu á staðið, og ein persónur varð fluttur á skaðastovuna. Í eini fráboðan upplýsti løgreglan [...] løgreglan fyrst, at ein maður var handtikin í sambandi við álvarsliga harðskapstilburðin, og at kanningararbeiðið var á einum heilt byrjandi stigi. Sambært upplýsingum hjá íslendska kringvarpinum RÚV verður
Tað skrivar hetlendska blaðið Shtelands News. Í sambandi við almenna hoyring í Bretlandi um framtíðina hjá Rosebank hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, sagt, at tað hevur stóran týdning [...] útlendsk oljufeløg at leita á føroyska landgrunninum. Rosebank er størsta olju- og gassleiðin í bretskum øki, sum enn ikki er útbygd. Leiðin liggur bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum og hevur tí stóran [...] útlendskum orkufeløgum at leita eftir olju og gassi í føroyskum sjóøki. – Ongantíð áður hevur okkara vitan um føroyska landgrunnin verið størri enn í dag. Tøknin til at leita og bora eftir olju mennist
ómøguliga kundi gerast møguligt. Hann róði ikki bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen. Heima í Føroyum var móttøkan í Nólsoy í september 1986. Birgir Andreasen gav Ova [...] hjá Ova Joensen í roynd hansara at rógva til Langelinje í Keypmannahavn. - Eg minnist tann dagin so væl tá ið Ovi á fyrsta sinni fór avstað 1984. Vanliga var stúgvandi fult av fólki í handlinum ein leygardag [...] strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie í Keypmannahavn og skrivaði seg inn í føroyska søgu. - Eg minnist enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi
var ikki at kenna aftur, tá hann í gjár kom inn á Hvalba, skrivar Hvalbiar kommuna á hvalba.fo. Skipið hevur seinastu tíðina fingið eina yvirháling, ymiskt er gjørt umborð og so er skipið málað í nýggjum
Umleið 50.000 kristnir palestinar búgva á Vestara áarbakka og í Jerusalem. Fleiri av týdningarmestu heilagu støðunum í kristnu trúnni eru í økinum. RITZAU/Reuters [...] herurin í einari fráboðan. Avgerðin skal forða fyri teimum vaksandi álopunum, sum ísraelsk niðursetufólk fremja móti palestinum kring Vestara áarbakka. Stongingin er bert galdandi fyri ísraelar og ikki fyri [...] revsitiltøk móti ísraelskum niðursetubólkum orsakað av álopum á palestinar. Í juni forðaðu ísraelsk niðursetufólk palestinum í at sløkkja ein stóran eld nærindis Taybeh. Tað upplýsti palestinska tilbúg
kenning í norðurøkinum. Eftir festivalin í gjár vóru nógvir kampingvognar á vegnum, og í hesum sambandi gjørdi løgreglan eisini kanningar tí viðvíkjandi. Har var ein persónur skrivaður, sum ikki hevði rætta [...] sigur, at fleiri varnast ikki, at tá kampingvognur og bilur fara upp um 3.500 kg, so krevst koyrikortið, ið nevnist BE. Tá er vanliga koyrikortið ikki nóg mikið. Bilførarin fær í øllum førum bót fyri tað [...] Eitt mál um harðskap á Summar Festivalinum varð í gjár meldað til løgregluna. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan er ikki um eitt stórt mál, men tað verður nú kannað nærri. Løgreglan veit, hvør
á Facebook í bólkinum Mammur í Føroyum. Tað er ein mamma, sum skrivaði soleiðis: Hey tit allar Hetta er bert ein ávaring til allar mammur. Dótturin og ein vinkona stóðu i bussstopsstaðnum í Hoyv ík, tá [...] akkurát tá, og tær lupu inn i bussin. Maðurin var ikki av føroyskum uppruna og hevði en svartan Mercedes bil. Løgreglan er kontaktað. Vaktleiðarin á politistøðini í morgun sigur, at tey nú hava kannað málið.
barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Vit [...] Ferðslutrygd. Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan súkkluhjálm, og í heyst fáa tey yngstu endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum. [...] Fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið