Í kvøld tók ferjan - Princess Anastasia - í botn út fyri Stokkhólmi í Svøríki. Ferjan var á veg úr svenska høvuðsstaðnum og skuldi til Helsinki, tá hon tók í botn við Lidingö. Vaktartænasta, bjargingartænasta [...] 1065 fólkunum umborð hevði fingið skaða. Princess Anastasia er nú sleipað aftur í havn í Stokkhólmi. Tony Frank, sum er við í bjargingartænstuni, sigur við svenska blaðið Expressen, at streymurin fór umborð [...] farin av leið og móti Lidingö. Bjargingarleiðarin, Isac Östman, sigur, at tey hava verið í samband við skipið. Alt er í lagi umborð, fólk eru rólig, og eingin er komin til skaða umborð á Princess Anastasia
VÍF og Neistin spæla í Vestmanna klokkan 14.00 Stjørnan og Kyndil spæla í Klaksvík sunnudagin klokkan 15.00 Næsti dystur á skránni hjá VB er ímóti Kyndli í Havn 12. oktober. Støðan í SMS-deildini Nummar [...] ætlan skuldi ein dystur í SMS-deildini verða leygardagin. Í kappingarskránni stendur at VB skal spæla ímóti H71 leygardagin klokkan 15.00, men dysturin verður av ongum í morgin. Í stuttum skrivi á hsf.fo [...] at dysturin er avlýstur. Í skrivinum vísir Hondbóltssambandi á "Óvissurnar um veðurforsøgnina og hetta í mun til avmarkingarnar hjá ferðaskipinum, Prince." Hinir dystirnir í SMS-deildini um vikuskiftið
Í næstu viku byrjar nýggj bussleið at koyra ímillum Glasir í Havn, og Vágar. Tað hava Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Strandferðslan, nú tikið stig til, Tað hevur annars verið sera [...] ferðasambandið ímillum heim og skúla er gott, sigur Jørgen Niclasen í einum tíðindaskrivi. – Síðani Glasir lat upp, hevur busssambandið vestur í Vágar verið so óhøgligt, at næmingarnir úr Vágum eru meira enn
Tað eydnaðist Høgna Bjørgheim Rasmussen í Havn tvær ferðir at sleppa ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Fyrru ferðina hevði hann fult rað og vann eina ferð til Danmarkar. Aðru ferð, hann slapp ígjøgnum [...] m, har høvuðsvinningurin í kvøld var á 2,1 miljónir skattafríar krónur. Høgni Bjørgheim Rasmussen valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi. Tað gjørdist [...] eydnan hjá honum í kvøld. Longu í fyrstu royndini steðgaði gekka-hjólið trygt - og uttan himpr - á reyða leypinum. Her hevði Høgni Bjørgheim Rasmussen lagt triðingin av høvuðsvinninginum í - 700.000 skattafríar
hevur nú ætlanir um at umskipa alt økið niðri í Vágsbotni. Hetta er eitt lið í miðbýarætlanini hjá kommununi og har er longu ymiskt gjørt fyri at fáa meiri lív í, bæðu trappa, kaffistovur og skeinkistøð, sum [...] borðreiða uttandura, sølutorg og handlar. Býráðið staðfestir, at sostatt er Vágsbotnur ein miðdepil í Havn, men i býráðnum ásanna tey, at økið er ikki serliga væl skipað og tí skal ein heildarloysn gerast [...] hjá Johs Andreasen, soleiðis at tað verður betri pláss uttan fyri til at skipa økið í og at gera eitt rættiligt torg í Vágsbotni. Men talan er um eina ætlan, sum ikki verður framd beint nú, tí fyrst skal
náttúrligt enn at byrja ein alaraskúla í Føroyum. Ein skúla, har undirvíst verður í øllum innanfyri aling. Alt annað líka verður tað við til at hækka støðið í vinnuni. Í Norðoyggjum er nógv aling og 3 stórar [...] onki meira náttúrligt enn at staðseta ein alaraskúla í Norðoyggjum. Í sínum náttúrliga umhvørvi og í einum øki, sum hevur givið sera nógv til alivinnuna í Føroyum. Tað verður ofta ført fram, at vit ikki skulu [...] stovnar og skúlar, kunnu teir leggjast aðrastaðni enn í Havn. Í hesum førinum er talan um nýggjan skúla. Tað verður sostatt ikki talan um nakra flyting í hesum førinum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur l
49-ára gamal maður var fyrrapartin í dag til grundlógaravhoyring. Hann er nú varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri brot á paragraf 119 í revsilógini um hóttan móti fólki í almennari tænastu. Hósmorgun varð [...] varð løgreglan boðsend til ein bústað í Havn í sambandi við húsaófrið. Tá løgreglan kom á staðið, kom ein maður út við øks í hond. Maðurin var fullur og brúkti seg móti løgregluni, meðan hann lá á gólvinum [...] øksini og slóð nakrar ferðir í trapputrinini, og løgreglumenninir kendu seg noyddar at taka pistólin fram. Tá maðurin misti øksina, gjørdu løgreglumenninir skjótt av og løgdu hann í hondjørn. Á veg til løg
at flyta dystin til Klaksvíkar, í Badmintonhøllina í Klaksvík. Og borgarstjórin har norðuri, Jógvan Skorheim, er jaliga sinnaður at hýsa landsdystinum. - Umstøðurnar í Badmintonhøllini eru góðar, og við [...] Danmark skal spælast. Eingin høll í Føroyum lýkur krøvini hjá altjóða hondbóltssambandinum, men Hondbóltssamband Føroya hevur søkt um undantaksloyvi at sleppa at hava dystirnar í Føroyum kortini. Hondbóltssamband [...] amband Føroya vísir á tvær møguligar hallir til dystin. Onnur er ítróttarhøllin á Hálsi í Havn, sum vanliga verður nýtt til landsdystir. Hóast hon júst er umvæld, lýkur hon ikki altjóða krøvini til ho
Prentmiðstøðini í Havn. Nú Norðlýsið verður prentað í Danmark, eins og Dimmalætting hevur síðani einaferð í fjør, eru tað einans Sosialurin, Trúboðin og nøkur lýsingarbløð, sum verða prentað í Føroyum. Sosialurin [...] merkisdagur fyri Norðlýsið, tí hendan dagin kom fyrsta blaðið á gøtuna, sum er prentað í Danmark. Tað var serblaðið í samband við Sjómannadagin, sum kom út hendan dagin. Jóhann Lützen, blaðstjóri, sigur
Í gjár fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri ikki at halda seg nóg langt aftan fyri bilin frammanfyri. Í báðum førum spurdist óhapp burtur úr og bæði óhappini vóru á miðdegi í gjár. Í tí eina [...] eina førinum rendi ein bilur upp í reyvina á einum øðrum við Norðurlandahúsið í Havn. Eingin nevniverdur skaði var, men bilførarin, sum rendi á, fær kortini klipp í koyrikortið fyri ikki at ansa nóg væl eftir [...] bilarnar. Í hinum førunum vóru tríggir bilar í einum harmonikasamanstoyti á Sandvíkahjalla. Har tann aftasti bilførarin var óansin og rendi upp í reyvina á bilinum framman fyri, sum so aftur rendi upp í reyvina