hvussu gott tað var at koma til Sandvíkar sum smádrongur at vitja familjuna har. Hann tekur oftani til, at hansara familja er familjan hjá mammu og vit børn, tað kemur ivaleyst av, at hann hevur búð næstan [...] flutti til Mørkini í Sandvík at búgva. Onkur vil vera við, at staðarnavnið á Mørkini kemst av eftirnavninum Mørk, tí tey búsettist á Mørkini í Sandvík. At enda kann eg nevna at pápi til Mortan Mørk langabba [...] verið noyddur at skriva nøkur orð á tínum runda degi, og tað veit eg at tú verður glaður fyri. Pápi vaks upp á Tvøroyri og er sonur Hjørdis Mørk úr Tórshavn og Martin Berg ættaður úr Sandvík. At pápi er føddur
viðhaldsfólkini hjá mótstøðuliðnum at fegnast, tú mást ikki taka troyggjuna av í gleði og í somu løtu bólturin brestur í netið, so kemur dómarin rennandi fyri at fortelja tær, at tú skalt skunda tær upp á pláss [...] hvat annað? Áh ja, tað er heldur ikki lov at siga nakað ljótt, tí so fært tú leikbann! Nei, tað er eftir hondini ikki lætt at vita hvat tú kanst loyva tær at gera tá tú hevur skorað. Gullfiskurin Wayne [...] Rooney var so harður fyrr í ár, at Sir Alex Ferguson valdi ikki at hava Wayne Rooney í hópinum, tá Manchester United vitjaði á Goodison Park. Hetta var sutt eftir, at ein ung dama hevði fortalt fjølmiðlinum
r seinnapartin ídag. Spælararnir siga, at teimum dámdu væl Brian Kerr. Fíggjarligar orsøkir vórðu sagdar at vera fyri, at tað ikki eydnaðist FSF og Brian Kerr at semjast um treytirnar fyri nýggjum sáttmála [...] vístu á, at Flemming Serritslev – umframt at vera venjari í donskum feløgum og á landsliðnum – hevði nógvar royndir sum lærari í venjaraútbúgving og í eftirútbúgving av venjarum. Hildið varð at hetta [...] tað talt í samráðingunum við nýggja venjaran, at hann verður mettur at vera skikkaður til samstarvið, sum tað higartil hevur verið millum lítið og einki at sæð til, tá ið aðrir útlendingar hava havt ábyrgdina
plagdu at fara inn at sleppa at lesa í. Hann virkaði sum heimadoktari úti á Reyni. Hann dugdi at 'klinka' t.v.s. umvæla leir- og steintoy, sum var brotnað.« Men hann var eisini kendur fyri at vera nakað [...] ella at blása í tuba. Kristian Guttesen var væl fyri í skipanini av orkestri og orkesturspæli. Tað var tí heldur ikki undarligt, at hann kom at læra upp ein hóp av teimum ungu, sum ætlaðu sær at blása [...] avhoyrdur í rættinum í februar 1900, at »en dag begyndte han at synge Salmer midt under mødet, hvorover Sorenskriveren blev rasende.« So tað kann kanska sigast, at her byrjaði almenna sangkarrieran
tí gott at meta seg eftir, hvar miðjan er. Men kemur tú til lítlu bygdina Æðuvík, er ikki bara sum at siga tað at finna staðið, har gudstænastan henda morgunin skal vera: Her er einki torn at síggja. Her [...] um ein kann lýsa tað so. Støðan er hon, at í nøkur ár hevði bygdarfólkið, saman við øðrum, arbeitt við at fíggja og gera eitt sjálvstøðugt arbeiði, soleiðis at bygdin kundi fáa sítt egna missiónshús. Av [...] byrjaðu við at hava deknagudstænastur, møtir og sunnudagsskúla í niðaru hæddini í nøkur ár, samstundis sum tey arbeiddu við at gera ovaru hæddina lidna. Í 1983 var hetta arbeiðið komið so langt, at alt húsið
smátt farnir at hugsa um ein sjálvberandi búskap, tvs. ein búskap, sum fæst úr egnum høvdi og hondum og tí tilfeingi, sum ført er fyri at endurnýggja seg sjálvt. Tað er ógvuliga umráðandi, at vit gera neyðugu [...] heilt av lagi, og endin varð, at meginparturin av veiðirættindunum varð avreiddur fremmandum hondum. Tí ræður um, at peningurin, ið fæst burturúr, verður brúktur til at tryggja samfelagið hjá eftirkomarunum [...] hvussu tað bar til, at amerikansku/ísraelsku Phantom og Skyhawks flogførini ikki sluppu at bunkra í nøkrum europeiskum landi, táið neyðugu loftbrúgvarnar skuldu etablerast og brúkast fyri at verja jødiska statin
men koyrdi síðan nakað á aftur, tá eg ikki dugdi at síggja, at nakað var galið. Nú byrjaði báturin at uppføra seg undarliga, og tá varnaðist Salli, at sjógvur var í maskinrúminum. Hendan várdag var hann [...] hann við at pussa og múra í Havn, og hetta dámdi honum eisini væl. - Eg plagi at siga, at eg havi verið útróðrarmaður ein stóran part av mínum lívi, bæði her heima og í Grønlandi, og áðrenn eg fór at rógva [...] altíð dámað væl at søkt bjørgini og fuglin, tá hann hevur verið heima. - Eg var heilt ungur, tá pápi byrjaði at taka meg við í bakkan, og heilt frá ungum av hevur mær dámað sera væl at fleygað gamlan havhest
r, ella tú ert prestur, sum heldur, at tað sambært Skriftini átti í onkrum at verið øðrvísi, eru fólkakirkjunnar prestar vardir við lóg. Teir eru vardir við lóg, at vera tað, teir eru, prestar, og teir [...] øðrum jarðiskum myndugleika til at boða tann boðskap, teir eru kallaðir at boða, gleðiboðskapin um frelsuna í Jesusi Kristi. Tað hevur verið soleiðis seinastu árini, at nakað av tí einasta, nýggir kandidatar [...] við okkara kirkju, og eri eg sinnaður sjálvur at ganga á odda at finna loysnir á hesum øki. Kirkjuliga lóggávan er tryggleiki fyri prestarnar. Tryggleiki at vera bispur Fólkakirkjan er ein rúmlig kirkja
- Flestu børn gevast at tekna, tá tey eru um sjey -átta ár, men eg gavst ongantíð. Eg vaks upp í einum umhvørvi, har tað at tekna var náttúrligt og vanligt, og mær dámdi væl at orða meg við myndum, sigur [...] er, at søgurnar fáa loyvi at fylla alla síðurnar. Her eru ongar óneyðugar detaljur, og umhvørvið er næstan ikki til. - Børn eru so konkret, og tey síggja allar detaljur. Tí kann tað órógva søguna at hava [...] Bárður heldur ikki, at tekningin bara er sosialur arvur. Tað hevur eisini ligið í fingrunum og í persónliga áhuganum, heldur hann. Bárður arbeiðir hálva tíð á frítíðarsskúla. Málið er at kunna liva av listini
umbering fyri, at vit í blaðnum í gjár tóku fyrsta plássið frá teimum. Tað var ein roknifeilur frá blaðmansins síðu, sum elvdi til, at vit góvu H71 oddasessin, men veruleikin er tann, at VÍF er nummar eitt [...] ligið um 40 mál hvørjaferð. Tey munnu vera fá, sum rokna við, at Tjaldrið fer at sleppa av niðasta plássinum aftur, og Neistamenn ætla neyvan at geva teimum nakra vón heldur. Teir hava nú tapt tríggjar ferðir [...] Guðmundsson vart við seg við at skjóta 17 av málunum hjá hoyvíkingum. Nú er Finnur Hansson aftur at síggja á liðnum hjá H71, og hann styrkir nógv um liðið, eins og Neistamenn fingu at kenna mikukvøldið. Kyndil