áhugaverdi. Vestmenningar vóru av teimum flestu avskrivaðir sum eitt boð upp á føroyameistaraheitið, men teimum spádómum hava teir gjørt dyggiliga fyri skommum, og nú tykjast teir kanska verða besta boðið [...] tapir dystin sunnudagin, er úti av kappingini um føroyameistaraheitið. Um so er, er ilt at meta um, men eingin ivi er um, at vinnandi liðið hevur sera góð kort á hondini. Kyndil skal reisa seg Oddaliðið [...] svølgja, nú teir hava verið við í oddinum so leingi, og harafturat hava teir spælt rættuliga væl, men hava manglað tað neyðuga hepni. Botnuppgerð hjá kvinnunum Hjá kvinnunum eru eisini tríggir dystir á
Hvussu eitt slíkt ráð verður stovnað og hvussu skjótt tað kann lata seg gera at fáa tað upp at koyra. Men sjálvsagt er eisini neyðugt við politiskari undirtøku. ? Eg fari at spyrja hinar landstýrismenninar [...] eru antin svartar ella hvítar. Tað er ofta ein stongd debatt, sum ikki greinar málið serliga væl út. Men vit mugu royna at fáa hetta málið so væl lýst frá øllum síðum, sum gjørligt. Tí hetta er, sum sagt [...] Sjálvsagt hevði tað havt ávirkan, um ungar mammur vistu, at tað var dygg hjálp at heinta, segði hann. Men hann vísti samstundis eisini á alt sum er hent seinastu árini. Fyri fáum árum síðani vóru fólk við
hópinum sæst, at fleiri av vanligu stuðulsleikarunum á føroyska landsliðnum ikki eru við í hópinum, men at ein rúgva av yngri leikarum hava hinvegin fingið møguleikan. Henrik Larsen sigur, at talan í ve [...] áður, og Tórður er ein ungur og spennandi málverji. Vit hava eisini Gunnar Nielsen úr Frem í huga, men hann verður so ikki við á hesari venjingarleguni, sigur Henrik Larsen. Eisini nevnir Henrik Larsen [...] leikarar at velja ímillum nú, sigur Henrik Larsen. Føroyski landsliðsleikarin fegnast eisini um, at menn tykjast væl fyri so tíðliga upp á árið, og tað man óivað verða tí, at bæði feløg og leikarar eru vorðin
kenningur frá boring á okkara landgrunni. Tíðindini, sum áður hava verið leysatíðindini í Sosialinum, men sum nú verða staðfest í altjóða oljublaðnum Uppstream, hava longu vakt miklan ans í altjóða oljuverðini [...] fjórðingar frá markinum. Sambart Upstream er tað ov tíðliga enn at siga við vissu, hvussu stórt fundið er, men tøl sum 530 milliónir tunnur av olju verða nevnd. Blaðið skrivar eisini, at fundið "could open a new [...] kelda sigur við blaðið, at keldan minnir ikki sørt um tað risastóra oljufeltið Clair longur syðri. Men henda oljan skal vera av nógv betri slag. Sum skilt, so ætlar ChevronTexaco, sum er fyristøðufelag
sangari í I AM Konsertin var hugalig og sjarmerandi. Alt sat ikki, sum tað skuldi reint tónleikaliga, men tað vóru fólk við góðum gávum, sum spældu og sungu. MC Restorff legði fyri, og hann var ein góða byrjan [...] framførslurnar tá ið talan er um slíka vælgerandi konsert, har endamálið vigar tyngri enn nakað annað. Men tað ber illa til at sleppa út um bólkin, sum Torkil Mørkøre hevði mannað til konsetina. Teir spældu [...] talent, og tað man hon hava arvað frá pápa sínum, sum hevur verið kendur sangari í nógv ár. Fjølbroytt men gott Magni Christiansen hevði mannað ein bólk til konsertina, og hann var síðstur at spæla. Magni spældu
løgtingið sum skjótast at avgreiða viðurskiftini viðvíkjandi játtanini til tann nýggja bygningin. Men um nýggja løgtingið skal viðgera alla fíggjarlógina út í hvønn smálut, áðrenn játtanin kemur í rættlag [...] Leiðslan á Landssjúkrahúsinum helt upprunaliga, at hon kundi bíleggja útgerð uttan trupulleikar, men eina viku inn í nýggja árið, koma boðini úr Løgmálaráðnum um, at hetta ikki bar til. Um landssjúkrahúsið [...] m, sigur, at hann bað embætisverkið kanna allar møguleikar fyri at fáa hesa játtanina uppá pláss, men kanningarnar vístu, at hetta tíverri ikki lat seg gera. ? Tað er sera harmiligt, at val verður útskrivað
avgerandi løtu, men spakuliga fekk Neistin tó strítt seg aftur í dystin. Við Ásu á Neystabø sum avgjørdum skipara í verjuspælinum eydnaðist nú aftur at taka broddin av VÍF. Spakuliga ? men trygt ? minkaði [...] minkaði leiðslan hjá VÍF burtur, og góðar fimm minuttir fyri leiklok stóð aftur á jøvnum. Men aftur sveik konsentratiónin á neistaliðnum. Tær megnaðu ikki longur at halda høvdið kalt, og tá VÍF so samstundis
Tað verða helst sjey menn, sum fara at manna nýggja landsstýrið. Tað einasta, sum í skrivandi løtu er heilt vist, er at Jóannes Eidesgaard verður løgmaður og at Hans Pauli Strøm verður landsstýrismaður [...] vinnumálum, eru sjálvsagt eisini eitt boð. Tað er hugsandi, at hann fer at halda fram í hesum sessi. Men keldur vilja verða við, at hann umhugsar at fara úr landsstýrinum fyri aftur at gerast tingmaður. Tað [...] Tað sigst eisini vera rættuliga sannlíkt, at Alfred Olsen á Toftum verður nýggjur fiskimálaráðharri. Men norðoyingar hava lagt stórt trýst á fyri at fáa Bjørn Kalsø á Syðradali til fiskimálaráðharra. Norðoyingar
og hann var tað í verjuni, so kundi tað væl verið, at VÍF hevði skapt sær eina avgerandi leiðslu, men hetta megnaðu tær ikki. Partvíst tí eisini VB hevði eina góða verju, og partvíst tí VÍF misnýtti ov [...] seinna hálvleiki, so eydnaðist hetta ongantíð til fulnar. Tær fingu strítt seg upp aftur á 13-13, men tá VB so svaraði aftur við trimum tøttum málum, var at kalla leyst og liðugt. Sjálv leikararnir hjá [...] eisini fara fyri skeyti. Sjálvandi er liðið framvegis við í heiðursmerkjastríðnum í landskappingini, men har tykjast bronsumerkini í løtuni at vera tey mest sannlíku, og tað er neyvan nóg mikið hjá einum
goyma seðilin, tí ein eykavinningur var fram til jóla upp á 250.000 krónur. Anna goymdi so seðilin, men gav sær ikki serliga nógv far um tað. Ei heldur hevur hon spælt síðani. ? Tað er faktiskt heppið, at [...] Tá kom hon at hugsa um, at hon átti tveir seðlar heima. Hon hugsaði, at hon átti at farið at hugt, men so tímdi hon ikki, tí hon hevði helst ikki vunnið kortini. So fór hon nøkur ørindi og gloymdi alt um [...] sera undarlig kensla soleiðis brádliga at gerast 250.000 krónur ríkari. Hon dugir illa at seta orð á, men andlitið og gleðin, sum lýsir av henni, siga alt. Anna hevur ikki gjørt av, hvat hon skal nýta pengarnar