hava vónir um, at feløgini kanska fara at bora á okkara landgrunni í 2010 ella 2011, um so er, at alt gongur sum ætlað á Rosebankleiðini. Portalurin skilur, at tað er rættiliga sannlíkt, at Chevron og tess [...] fyri hesum loyvi, hvussu gongur við boringini. Simon Tait, pressutalsmaður hjá Cevron sigur, at tey koma at bora til endan av apríl og eftir tað verður støða tikin til, hvussu farast skal víðari og evnt [...] rakstrarverdugt fund. Síðani eru fleiri metingarbrunnar boraðir og tíðliga í ár varð so farið undir at bora enn ein brunn við heimsins mest framkomna boriskipi, Stena Carron. Hesin er helst tann, sum skal
abbadóttrina gjøgnum fimm ár, frá tí at gentan var 9 ára gomul. Hann varð dømdur fyri í 40-50 førum at hava følt uppá gentuna uttaná klæðunum, umframt at hava noytt hana at kyssa seg á munnin. Gentan og vinkonur [...] í tvey ár. Tað merkir, at revsingin tekur við, um maðurin brýtur lógina komandi tvey árini. Eisini var hann dømdur at rinda sakarmálskostnaðin. Maðurin varð funnin sekur í at hava gjørt seg kynsliga inn [...] innkallað sum vitni. Heilsusysturin fór síðani víðari við málinum. Vinkonurnar royndu eisini at fáa til vega prógv at nýta móti manninum. Tær krógvaðu seg aftanfyri sofuna í stovuni heima hjá gentuni, har tær
Føroya gjørt vart við, at tað ikki ber til, at játtanin á løgtingsins fíggjarlóg til ítrótt verður standandi í stað, sigur hann í síni seinastu ársfrágreiðing. Hann sigur, at ímeðan prísirnir eru hækkaðir [...] Tað gongur illa at fáa politikarar at viðurkenna tað stóra og sjálvbodna arbeiði, sum verður gjørt í føroyskum ítrótti. Hetta vóru seinastu orðini hjá Heðini Mortensen, til landsins myndugleikar, áðrenn [...] hevur hon verið í mong ár. - Tí mugu vit bara staðfesta, at politiski viljin ikki er batnaður nakað sum helst. Og sostatt staðfestir hann eisini, at tað er altso einki broytt, hóast óteljandi áheitanir frá
kann eisini vera, at religiøsitetur tey seinnu árini er farin at hava størri týdning fyri tey yngru, vísir Nadja Auske á, sambært norska blaðnum Aftenposten. Hon hevur sjálv verið við til at gera kanningina [...] granskarar er, at tað er tann yngri bólkurin av sjúklingum sum gerst mest religiøs undir eini innlegging. Religiónssosiologurin, Nadja Auske á Ríkishospitalinum heldur orsøkina vera, at hesin bólkurin [...] kanningina, og heldur, at henda kann gera sítt til at innleggingar á sjúkrahúsum kunnu gerast enn betri í framtíðini.
Tað gleddi meg, at Kringvarpið fór at senda beinleiðis frá hátíðarhaldinum. Harvið fingu vit jú kensluna av, at hetta eiga vit øll lut í. Tøkk skal Kringvarpið eiga fyri tað. Ikki sørt tú rætti teg upp [...] Tað var á so lágum støði, at hatta var betur ógjørt. Spell, at fyrireikararnir valdu ein so slíkan enda á einum annars frálíkum kvøldi. --------------------- Og nú frættist, at stórt barnatiltak verður [...] Fjølbroytt og gott. Stuttligt at síggja filmklippini úr søgu Norðurlandahúsins. Tú eins og fleyg ígjøgnum hesi 25 árini. Tað var væl samansett. Og vit fingu ordiliga at síggja, hvussu væl stóra ljósútgerðin
einum føroyskum mentanarátaki í Brússel. Ætlanin er at marknaðarføra føroyskan tónleik og list. Til høvið hevur Sendistovan í Brússel fingið í boðið at nýta Beurs Schouwburg, ið er eldsta, og eitt hitt kendasta [...] bólkarnir fleiri konsert- og festivaltilboð, umframt at nøkur eisini fingu plátusáttmála við belgisk plátufeløg. Nevnast kann í hesum viðfangi, at Belgia hýsir eina ørgrynnu av tónleikafestivalum, er [...] hesum viðvíkjandi. Tískil er upplagt, at føroyski tónleikaumhvørvið ger sær dælt av hesum rákinum og sambært tónleikakønum í Belgia skuldu møguleikarnir fyri, at ein ella fleiri føroyskir tónleikabólkar
arbeitt við at menna eina sjálvavgreiðsluskipan fyri fleiri tænastur á stovninum. Henda fyrsta útgávan er ætlað øllum bilasølum, ið selja nýggjar bilar. Skipanin er komin so væl áleiðis, at klárt er at presentera [...] Við at skráseta allar bilar beinleiðis á sjálvavgreiðsluni verður lættari og einfaldari hjá bilasølunum og Akstovuni at avgreiða øll viðurskifti í sambandi við skráseting av nýggjum akførum. Á Akstovuni [...] onnur gjøld í sambandi við skrásetingina. Boð verða síðan send yvir netið til bilasøluna, um at nú er klárt at heinta nummarpláturnar, og hvussu nógv skal gjaldast. Hetta nýggja samstarvið millum okkum og
Helt meg vita, at eg var á rættari leið , málsliga altso, men hugaligt at fáa staðkønan, sum eitur í Lambanum, at vátta tað. Takk fyri eina forvitnisliga frágreiðing! Ein onnur serkøn hevur annars eisini [...] eisini váttað tað. Tú sigur, at eg havi tað fyri at blanda eftirnavnið í Lambanum uppí, tá eg greini kallkynsorðið ein lambi. Eg meini tað! Tað er júst tað, málið snýr seg um: kallkynsorðið ein lambi, ættarnavnið [...] (ein) Lambi, alt sama kallkynsorð! FEGNAST UM BROYTING: Løgið, at tú eftir kallkynsniðurstøðuna frøist um málsliga ólagið, nú onkur ætlar at broyta orðið ein lambi til eitt lamba (ella hvat kyn Lamba nú
Runavík mikukvøldið. Ónøgdin um dómaraavrikið var somikið stór, at fuglfirðingar valdu at kæra hetta til FSF. ÍF vísti í hesum sambandi á, at tey als ikki mettu talan vera um brotsspark tær báðar ferðirnar [...] vildu tey í ÍF vera við, at talan var um tjúkka rangstøðu, tá Óli Hansen skoraði sigursmálið í dystinum. Kravið var í fyrsta umfari, at FSF ásetti nýggjan dyst, og í øðrum lagi, at leikbannini hjá Alexander [...] fyri eitt frá, at málið skuldi viðgerast, áðrenn komandi umfarið. Tí hevði nevndin fund leygardagin, men hetta hjálpti nú ikki ÍF tað stóra. Ein ófrávíkilig regla innan ítróttarheimin er, at dómarans meting
leikferðina, og tað hevði við sær, at Søborg ikki megnaði at fylgja føroyska liðnum. Spakuliga vaks málmunurin, so at tað at enda vóru fimm mál á muni. Sigurin merkir, at føroysku kvinnurnar framvegis eru [...] Mótstøðuliðið var Søborg, sum liggur á triðja plássi í deildini. Kvinnurnar høvdu trupult við at fáa spælið at rigga frá byrjan, og fyrri hálvleikur var eisini sera javnur og spennandi, hóast kvinnurnar [...] eru ósigraðar í deildini. Hjá monnunum gekk ikki heilt so væl. Teir spældu ímóti Tårnby, sum megnaði at fáa javnleik 20-20. ÍF Føroyar kom annars væl frá byrjan, og serliga Hjalti Jacobsen var stinnur fyrstu